Oddagrein· Fullan limaskap!

Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hevur verið á fundi við Jacque Rogge, formann í altjóða Olympisku nevndini. Ørindini hjá Brian Mikkelsen vóru at kanna eftir, hvørt IOC á nakran hátt kundi loyva Grønlandi og Føroyum olympiskan limaskap.

Hetta eftir stóru grønlendsku ónøgdina, nú grønlendskur skírennari ikki slapp við á danska OL-liðið, hóast hesin leyk kravtíðirnar hjá IOC. Orsøkin til tað er Brian Mikkelsen og ikki Jógvan á Lakjuni ella løgmaður, sum fer á slíkan fund, hava vit skilt er tann, at Brian skuldi á fund at tala við Rogge um ymisk mál eitt nú um søk grønlendinga. Jacque Rogge stóð fast við síni sjónarmið. Møguleikarnir fyri grønlendskum og føroyskum limaskapi eru lítlir, tí tað stendur í viðtøkunum, at einans lond, sum eru góðtikin av ST sum sjálvstøðug lond, kunnu gerast IOC-limir. (
Hetta kemur ikki óvart á ÍSF, sum varðar at føroysku royndunum at fáa IOC-limaskap. Hasum vistu vit av. Lógirnar hjá IOC eru púrasta greiðar, og teimum verður ikki víkt frá. Hinvegin eru serstakar fortreytir tengdar at málinum.   Hesar fortreytirnar eru tann sannroynd, at føroyska umsóknin varð send inn longu í 1984. IOC-lógirnar um, at talan skal verða um sjálvstøðug lond, vórðu broyttar í 1996, og tí metir ÍSF, at føroyska umsóknin skal viðgerast út frá øðrum fortreytum. Saman við Føroyum er Gibraltar einasta hjálandið, sum hevur líknandi umsókn inni. Gibraltar hevur nú stevnt IOC, tí teir bara hava »súltað« umsóknini av politiskum ávum, heldur enn at geva góðkenningina, sum teir meta seg eiga.

Støðan hjá ÍSF er púra røtt og vit kunnu bert mæla ÍSF til at halda fast við hesa støðu. Tá ið Føroyar hava søkt um limaskap í IOC, áðrenn reglurnar vóru táttaðar, so skal føroyska umsóknin sjálvsagt viðgerast eftir teimum reglum, ið tá vóru galdandi. Sum vit hava skilt er eitt annað land, Gibraltar, í somu støðu sum vit, og hevur Gibraltar sum nevnt lagt sak móti IOC. Dómurin í hesum máli er avgerandi fyri okkara søk. Vinnur Gibraltar, so fáa vit eins og Gibraltar fullan limaskap. Tapir Gibraltar, hava vit ein stróran trupulleika, tí so er enn einaferð prógvað, at okkara statsrættarliga støða er ein forðing fyri okkara luttøku í altjóða samstarvi á ávísum øki. Vit hava eitt annað mál, i líkist hesum nevniliga spurningurin um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta mál byrjaði so gott fyri einum ári síðan, men so byrjaði gruggið at koma upp, og síðan er ikki eitt kis hoyrt um hetta mál, og eingin veit, hvar tað í løtuni liggur. Men ÍSF eigur at halda á við sínum stríði, og ÍSF eigur sjálvandi at fáa sær diplomatiska hjálp og stuðul frá løgmanni og landsstýrismanninum í ítróttamálum. Ítróttur er yvirtikið mál og tí nyttar lítið at dúva uppá danskar ráðharrar í einum slíkum máli.
Sosialurin