landsfundin í sínum egna flokki. Fyri loksins at enda við dómadagsdegnum, 30. apríl. Tá gongur fyrningarfreistin út, og tá er val. Tvær flugur í einum ætlaði løgmaður sær við at leggja valdagin júst henda dag [...] fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga [...] persónliga politiska mál? Sambandið hevur í hvussu er spælt við opnum kortum. Strategiin hjá løgmanni og hansara ráðgeva, sum sigst vera fyrrverandi formaðurin í sambandsflokkinum, hevur alla tíðina verið at
málum, at løgmaður við sínum løgna framferðar- og arbeiðshátti alla tíðina setir kílar í útviklingin og forðar fólki í at sleppa til arbeiðis og gera tað, sum tey fáa løn fyri. Løgmaður er mistonkiligur og [...] einki land verður bygt við at øll mál skulu bíða og tigast í hel. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran. At løgmaður var so frægur at skriva út val kann í hesum førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit [...] TÆR mongu ákoyringarnar, sum Edmund Joensen hevur fingið í seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska
Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í tinginum. Av tí at hin føroyski fólkatingsmaðurin kortini atkvøddi [...] hevur Nyrup í veruleikanum bóndafangað føroyska fólkatingsmannin, sum so aftur nú verður gjørdur til tann stóra syndaran í allari hesi politisku telvingini á Christiansborg. Var tað ikki júst Nyrup sum reypaði [...] samstarvið millum bæði londini. Í okkara verð er málið krystalklárt. Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur staðið við tað lyftið hann gav sínum veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk
sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man onkur spyrja, nú sambandsvongurin í flokkinum hevur sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar [...] formaðurin í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum [...] nnaðum fólkafloksmanni fyri brósti. Nú mugu flokkarnir á miðjuni og til vinstru í føroyskum politikki leggja sær hetta í geyma. Føroya fólk má forða fyri, at vit fáa eitt sambandskt og ultakonservativt
áhugaverdur júst nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum [...] flokkinum í nettup øllum spurninginum um sjálvstýrislóg. Við øðrum orðum kunnu vit vænta, at flokkurin við formanninum á odda, komandi tíðina og fram til løgtingsvalið,fer at markera seg meira í júst hesum [...] javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina lyklastøðu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er rætt
sum landsstýrismaðurin er ímóti, og at hetta í síðsta enda hóvar leiðsluni í fólkaflokkinum, tí við at brúka henda politiska framgangsháttin, fær hon bæði í posa og sekk. John Petersen hevur staðið fastur [...] fólkavaldu í miðstaðarøkinum og teimum úti um landið ikki altíð eru tey somu. Hetta er nakað, sum tú finnur innan fyri allar flokkar. Tó má sigast, at tað er eitt sindur løgið, at tað er nettup í tí flokki [...] Talsmaðurin hjá fólkaflokkinum ? vit undirstrika FLOKKINUM ? í hesum máli er fiskimálaráðharrin John Petersen. Hann hevur brúkt eitthvørt høvi í fjølmiðlunum til at marknaðarføra ? ikki sína egnu men fól
so nýtist honum ikki at gera stórvegis fyri at fáa veljarar, tí tað liggur líkasum í luftini ? við øllum bankamálinum í bakspeglinum ? at fólk vilja vísa sína ónøgd við førda danska politikkin og harvið [...] førur fyri einsamallur at stinga út í kortið. Hann verður noyddur til at reka realpolitikk, sum hann hevur gjørt øll hini árini. Ja eitt skifti førdi hetta til, at hann fór í samgongu við sambandsflokkin. [...] heldur seg fastan í fortíðina. Javnaðar- og tjóðveldisflokkurin ætla sær ikki at vera partar av øðrum donskum flokkum, tá teir koma á fólkating. Tað ætla fólkaflokkur og samband. Júst henda sannroynd eigur
gera av at seta part av sínum pengum í eitt ávíst privat oljufelag. Og tað eru slíkar spurningar vit hava saknað í øllum hesum málinum. Í dag er tað so loksins ein, sum stígur fram og setir spurningar. [...] Eftir okkara tykki eru hugleiðingarnar hjá Johannus Egholm Hansen í Sosialinum í dag sera áhugaverdar og viðkomandi. Vit hava reist júst somu spurningar á hesum stað fyri ikki so nógvum vikum síðani, nevnilig: [...] AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd í Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómøguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína køvandi
brúka pengar og orku í eini føroyskari oljuvinnu. Men hesir mugu heldur ikki sleppa at seta kílar í almenna oljupolitikkin, so vit púrasta missa tamarhaldið, áðrenn spónurin er settur í. Latið okkum fáa [...] milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum [...] stýra útviklinginum. Vit hava einki ímóti, at føroyskar fyritøkur gera íløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera við í framtíðar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa
atkvøðuna hjá Jóannesi fyri Hvítusunnupakkanum. Men í avtalu við leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum í mars varð gjørt greitt, at Jóannes fór at stuðla stjórnina í kardinalspurningum, um fáast kundi ein nøktandi [...] Í Sosialinum nú um dagarnar sigur Rolf Guttesen, lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum [...] skuldarspurningin og um framtíðarstøðu Føroya. Í skrivandi stund er samráðingarvirksemið í gongd á Christiansborg. Jóannes Eidesgaard eigur at standa stinnur í síni støðu. Nyrup og Lykketoft gera sjálvir