Skiftið út fólkatingsumboðini

SAMBÆRT veljarakanningini standa fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin til at fáa umboðini

NÚ bert ein vika er til fólkatingsvalið er stórur spenningur um úrslitið av valinum. Seinasta veljarakanningin vísir nevniliga, at tað er sera tætt millum teir fýra stóru flokkarnar, minni enn 4%.


SAMBÆRT veljarakanningini standa fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin til at fáa umboðini. Men stutt er niður til sambandsflokkin og javnaðarflokkin.


HÓAST talan er um val til eitt danskt ting, so er greitt, at fólkatingsvalið er eisini er eitt slag av startskoti til løgtingsvalið, sum verður um ikki so langa tíð. Úrslitið av fólkatingsvalinum verður tí eisini eitt gott barometur fyri gongdina við eitt komandi løgtingsval.


HYGGJA vit so eftir tølunum, so er greitt, at tað eru tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin, sum standa til størstu framgongdina, meðan sambandsflokkurin er tann, sum er taparin. Eftir okkara tykki kann hetta helst eisini blíva tendensurin til komandi løgtingsval. Hvat tjóðveldisflokkinum viðvíkur, so nýtist honum ikki at gera stórvegis fyri at fáa veljarar, tí tað liggur líkasum í luftini ? við øllum bankamálinum í bakspeglinum ? at fólk vilja vísa sína ónøgd við førda danska politikkin og harvið atkvøða fyri tjóðveldisflokkinum. Her liggur tí ein stór uppgáva hjá javnaðarflokkinum at gera fólki greitt, at her hevur flokkurin eisini nakað at bjóða uppá


HINVEGIN vita vit, at tjóðveldisflokkurin fer hvørki nú ella næstu árini at fáa so mikið av veljarum, at hann er førur fyri einsamallur at stinga út í kortið. Hann verður noyddur til at reka realpolitikk, sum hann hevur gjørt øll hini árini. Ja eitt skifti førdi hetta til, at hann fór í samgongu við sambandsflokkin.


JAVNAÐARFLOKKURIN tykist vera tann flokkur, sum best fer at megna at reka realistiskan politikk bæði á fólkatingi og á løgtingi, nú vit fara inn í eina nýggja øld. Flokkurin er ein vinstrahallur flokkur, sum tó eigur traditión fyri at kunna arbeiða tvørtur um miðjuna. Flokkurin hevur hesa seinastu tíðina og gjørdi tað eisini undir Atla´sa tíð førkað seg meira á sjálvstýrisleið, hvat er tað einasta rætta. Flokkurin hevur víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fáa broytt núverandi viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Tørvur er á einum heilt nýggjum lógarkarmi, sum kann avloysa verandi Heimastýrislóg. Vit mugu taka størri ábyrgd av okkum sjálvum, men hetta má verða gjørt við skili og ikki hissini. Stigið hjá javnaðarflokkinum at fáa allar flokkar til at gera uppskot um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er rætt og skilagott, og tað átti at vunnið frama hjá øllum flokkum tó við undantaki av sambandsflokkinum, sum við verandi leiðslu bara heldur seg fastan í fortíðina. Javnaðar- og tjóðveldisflokkurin ætla sær ikki at vera partar av øðrum donskum flokkum, tá teir koma á fólkating. Tað ætla fólkaflokkur og samband. Júst henda sannroynd eigur at fáa føroyingar at rakna við og venda verandi fólkatingsumboðum bakið. Tann tíðin er farin. Nú mugu vit byrja heilt av nýggjum.