HVUSSU leingi ætlar fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga politiska mál? Sambandið hevur í hvussu er spælt við opnum kortum. Strategiin hjá løgmanni og hansara ráðgeva, sum sigst vera fyrrverandi formaðurin í sambandsflokkinum, hevur alla tíðina verið at útseta samráðingarnar við danir sum longst, men tó ikki longur enn so, at hesar skuldu brúkast sum partur av valstríðnum. Altavgerandi fyri løgmann hevur verið at seta upp leikir fyri og eftir landsfundin í sínum egna flokki. Fyri loksins at enda við dómadagsdegnum, 30. apríl. Tá gongur fyrningarfreistin út, og tá er val. Tvær flugur í einum ætlaði løgmaður sær við at leggja valdagin júst henda dag. Ta søguna skulu vit lata liggja her. Hana kenna við til fulnar.
LØGMAÐUR kundi fyri langari tíð havt skipað fyri orðaskifti í løgtinginum um bankamálið. Men honum líkt hevur hann hildið lágan ella ongan profil. Hann hevur roynt at leggja lok á og tiga málið burtur. Nú gevur hann tinginum skyldina, tí tað kundi biðið um orðaskiftið.
MEN hvar er fólkaflokkurin? Hví hevur hann latið sambandið stýrt hesum málinum? Nú sigur Bjarni Djurholm, at løgmaður lutvíst hevur oyðilagt málið við at skriva út val og forhála tað. Jamen, Bjarni Djurholm! Løgmaður er tín egni samstarvsfelgið, hann hava tú og hinir fólkafloksmenninir valt at stýra Føroyum. Tað er væl tí, at tit eru í landsstýri saman, ella hevur tykkara landsstýrisarbeiði bara seg seg um at fáa sum mest burtur úr til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit sum samgongupartnari við tøgn tykkara ikki nettup givið honum tykkara fulla stuðul?
SAMBANDSFLOKKURIN og fólkaflokkurin hava misbrúkt bankamálið nú uppundir eitt val. Hvør veit, um ikki hesir flokkar hava tutlað saman, áðrenn Edmund tók avgerðina um nýval? At hetta skuldi vera besti trumfurin hjá teimum at seta allar hinar flokkararnar í skák mát og javnaðarflokkin heilt út av spælinum!
EFTIR okkara tykki er einasta rætta avgerð nú at taka - eftir at sambandið við fólkafloksins tigandi góðkenning hevur forhálað bankamálið - at bíða við samráðingum við danir til eftir valið. Tá er tað eitt heilt nýtt løgting, sum skal viðgera og eisini standa til svars fyri sínum gerðum. At skula avgreiða hetta stórmál nú, er einki minni enn hasardspæl, sum eisini eitt av teimum nýggju og ungu valevnunum vísti á í Sosialinum í vikuni. Har eru vit púrasta samdir.









