Alment ? privat og bæði tvey!

.

AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd í Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómøguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína køvandi hond á eitt slíkt sakligt og frítt orðaskifti.


NÚ útlit eru til, at vit føroyingar kunnu fáa ein meira fjølbroyttan búskap ella sum tikið verður til: nú búskapurin fær fleiri bein at standa á ? nú oljan er í eygsjón ? hevur tað verið okkara vón, at vit fingu orðaskiftið í samfelagnum uppá á eitt hægri støði, tvs. at vit við byrjanina til eina so stóra og kollveltandi vinnuliga og mentanarliga avbjóðing kundu fáa fólk við ymsari bakgrund at geva sítt íkast til tjakið. Merkiliga lítið hevur verið tjakast í sambandi við oljulóggávuna. Og nú føroyingar eru farnir at seta pengar sínar í oljufeløg verður hetta gjørt uttan nakað stórvegis orðaskifti frammanundan um hetta so stóra og fyri okkum nýggja málið. Tað kann vera, at privatir vinnulívsmenn halda, at tað skal vera soleiðis: at eingin orsøk er til nakað alment orðaskifti um, hvar teir ætla at seta sínar pengar.


EFTIR okkara tykki er brúk fyri eini breiðari og sakligari viðgerð av spurninginum um føroysk oljufeløg, áðrenn virki, stovnar, feløg og einstaklingar gera av at seta pengar sínar í eitt ávíst slag av oljufelag. Hvussu skilagóð er ein slík íløga ? er hetta besti mátin hjá privata kapitalinum í landinum at fáa part av komandi oljuvinninginun ? er hetta skilabesti vegurin at ganga, hugsa vit um oljuna sum eina samfelagsliga ressurs, eina ressurs, sum øll í samfelagnum skulu hava ágóðan av ella eru aðrir hættir betri osfr.


TAÐ kann bara vera rætt at seta spurningar og nógvar spurningar, áðrenn flestu av vinnulívsfyritøkunum í einum landi gera av at seta part av sínum pengum í eitt ávíst privat oljufelag. Og tað eru slíkar spurningar vit hava saknað í øllum hesum málinum. Í dag er tað so loksins ein, sum stígur fram og setir spurningar. Eftir okkara tykki eru hugleiðingarnar hjá Johannus Egholm Hansen í Sosialinum í dag sera áhugaverdar og viðkomandi. Vit hava reist júst somu spurningar á hesum stað fyri ikki so nógvum vikum síðani, nevnilig: hevði tað ikki tænt bæði privatum føroyskum áhugamálum, øllum føroyingum og føroyska samfelagnum sum heild best, um vit fyrst viðgjørdu spurningin alment og harnæst skipaðu eitt alment/privat oljufelag, sum kanska var í tráð við ta uppskotið, sum Oljuráðleggingarnevndin skjeyt upp á sinni! Nevniliga at vit fingu eitt felag, sum fekk optión ? var borið víðari ? saman við teimum loyvum, sum verða givin! Harvið læstu vit okkum ikki føst í samarbeiði við eitt ávíst útlendskt samtak. Vit hava ikki patentloysnina uppá hetta mál, men halda, at hetta átti at fingið eina almenna viðgerð, áðrenn tú bant tínar pengar til hetta ella hatta. At løgmaður ikki lurtar eftir Oljuráðleggingarnevndini í hesum máli er eisini at harmast um. Vónandi fáa vit nú, áðrenn tað verður ov seint, lívsneyðugu viðgerðina av júst hesum málinum úr frá spurninginum: hvat gagnar Føroyum best.