møguliga skal í málið at standa. Mattias var á U-17 landsliðnum, sum fyrr í summar luttók í NM kappingini og avgjørt ikki gjørdi sær fyri skommum. Stórt mannfall á Skála Tá ið vit seinast vóru í sambandi við [...] helt mær burtur frá fótbólti, sigur Jákup Mikkelsen. Hann roknar ikki við at verða førur fyri at spæla á Skála í morgin, men hann roknar við og vónar, at hann verður tøkur, tá ið HB fer at koma til Klaksvíkar [...] ógvuliga væl í miðverjuni, men nú verður neyðugt at gera onkra broyting, sigur Jákup Mikkelsen. Alt bendir á, at tað verður 16 ára gamli Mattias Samuelsen, sum fer at verja KÍ málið, um Jákup ikki verður førur
forsetavalevnið Warren G. Harding. Á forsetavalinum í 1920 lovaði hann amerikanarunum, at teir skuldu sleppa at venda aftur til tað gamla. Tað gav eisini úrslit. Harding vann stórsigur á demokratunum. Í dag [...] av, og nú royna demokratarnir at gera tað sama, sum Harding gjørdi á sinni. Teir bjóða amerikanarunum at venda aftur til tað gamla. Á landsfundinum hjá demokratunum herfyri gjørdu tveir fyrrverandi forsetar [...] Aftan á fyrra heimsbardaga vóru amerikanararnir troyttir av kríggi. Ímóti teirra vilja bleiv USA drigið upp í kríggið í teimum fronsku skotgravunum, og tá kríggið loksins endaði, var Woodrow Wilson, forseti
til helviti á jørðini og til jarðarinnar enda. Hussein, Sharon og Bush Tann nýggi altjóða kriminaldómstólurin, sum varð settur á stovn fyri o.u. tveimum árum síðani, kundi verið fyrsta stigið á tí vegi, Schell [...] einum loyniligum kvetti við beráddum huga gjørdu enda á fólkaræðinum í Iran og soleiðis steðgaðu tí demokratisku menningini í (tí muslimska) Miðeystri. Á henda hátt fingu iranar smoygt niður yvir seg eitt [...] september. Men báðir áttu óbeinleiðis sín lut í hesi atsókn. Asymmetriskt kríggj Í síni røðu aftan á álopið á tvíburatornini førdi amerikanski forsetin fram, at her var talan um kríggj. Hesum hevði hann rætt
ikki komnir á Skála at undirhalda við poleraðum leikligum avriki. Teir vóru komnir fyri at sparka og stríða seg til trý stig, og tað eydnaðist. Tað vóru teir fegnir um. Hetta var triðja ferðin á rað, at teir [...] tað var tí, at fleiri á KÍ liðnum ikki eru í nóg góðari venjingarstøðu, ella um tað var tí, at konseptið var so primitivt, at størsti parturin av liðnum skuldi liggja aftarlaga á vøllinum ? vongverjarnir [...] útgangsstøðuni var vongverji í vinstru, var síðsta korterið, tá ið Jóhannus Mikkelsen var komin á vongverjan, á miðvøllinum, og hóast hann tóktist hava hug at skúma ímóti einstøkum mótstøðumonnum, so darvaði
fiskivinnuskipanir. Alt samskiftið á hesi strævnu ferð í Norðurlondum var á enskum! Hetta er ein persónlig kronikk í tveimum pørtum, skrivað umborð á flúgvar-um og vøkunætur á hotellum. Við grundarlagi í mær [...] Hoyvíkar skúla. Í real hevði eg enskt hjá frálíkari lærarinnu á Eystur-skúlanum. Mín enska undirvísing tók ein bráðan enda longu aftaná 1. G á matematisku deild í Hoydølum. Hetta var enski førningurin, eg [...] ikki ein gang nýtt á donskum lærustovnum. Neyvan kemur lækni, búskaparfrøðingur ella annar frøð-ingur - lógfrøðingar undan-tiknir - út frá hægri læru-stovni, uttan at lærutilfarið er á enskum. Tað ringasta
verið í. Eftir 2-0 sigurin í Gundadali á B36, hava teir spælt tríggjar ferðir uttan at vinna. Teir hava tapt ímóti KÍ og NSÍ, og teir fingu eitt stig, tá ið teir vóru á Eiði. Møguleikin fyri heiðursmerkjum [...] krónurnar. Tá ið KÍ vitjaði á Skála og fór við øllum stigunum, vóru fleiri av føstu monnunum hjá Skála skaddir ella leikbannaðir. Hesa ferð sær eitt sindur betri út. Pauli G. Hansen er kortini framvegis [...] m minkaði heilt nógv sunnudagin, tá ið GÍ tapti í Runavík. Skála er á bronsuplássinum, og um Gí fær bilbukt við Skála, so verður møguleikin fyri bronsukrónum og harvið onkrum slagi av altjóða fótbólti
fegin fer at geva liðformanninum rúm á liðnum, um hann verður førur fyri at spæla. Síðsta sunnudag var tað steinur omaná byrðu hjá NSÍ, at teir taptu 2-0 á Mølini á Eiði. Tríggir av teimum, sum hava spælt [...] rættuliga sannlíkt, at Hanus fer at verða førur fyri at spæla í morgin. Á positivu síðuni telur tað nógv, at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, er farin aftur at venja. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt [...] UPPTAKT Tey bæði liðini, sum bresta saman á Skála í morgin, eru eyðkend av, at tað tær seinastu vikurnar ikki hevur gingið nakað serligt hjá teimum, Síðani summarsteðgin hevur Skála í sjey dystum fingið
arbeiðir hjá Smyril Line og var bert freelance á Rás 2. Stutt eftir var sendingin í ÚF, men undir øðrum navni. Ein dagin í 2003 ringir ein, sum hevur sendingar á Rás 2, til ÚF og biður um eina kunngerð fyri [...] fyri gott 2 milliónir, munurin á tónleikatímum er heldur ikki so stórur, ÚF umleið 50-60 prosent og Rás 2 umleið 70-80 prosent. Uppundir næstseinasta løgtingsval var Jógvan á Lakjuni av ÚF skírdur fyri at [...] og handilslívið hevur eina alt ov stóra ávirkan á hvat, ið sigast skal ella ikki, av teimum almennu miðlunum. Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti
Sandvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3750 gr. 13. september fingu Elin Thomassen og Tróndur G. Joensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4040 gr. 15. september fingu Rósmari [...] Nes, Vági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr. 16. september fingu Barbara og Oddmar á Høgabóli, Miðvági, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3100 gr. 16. september fingu Mariann Poulsen
ein granskingardepil, serliga við atliti at náttúruvísindini, á Sundi. Altjóða verður Research & Development (R&D) ella Gransking & Menning (G&M) ofta havt lofti Vit hava ikki nøktandi gransking í Føroyum [...] við at seta gransking á dagsskránna í Føroyum. Pál er m.a. komin eftir í sínari kanning av endugeving-um av greinum innan lækna-vísind í tíðarskeiðnum 1993-2003, at vit liggja á einum sjeynda plássi, um [...] fiskivinnuni. Í alivinnuni er eisini tørvur á gransking fyri at finna útav, hvussu tað ber til at gera hana lønandi í Føroyum. Eisini er brúk fyri gransking á øðrum økjum. Júst við at leggja okkum eftir