Upptakt
Mikukvøldið var Jákup Mikkelsen rættuliga í hopla, tá ið Føroyar og Frakland spældu. Hóskvøldið var Jákup til venjingar í Klaksvík, og tá hilnaðist tað ikki eins væl, og tað gjørdi undir venjingunum hjá landsliðnum.
- Eg skuldi royna ein spurt, og so kendi eg, at tað var eitt ella annað, sum dragnaði í lærinum. Talan er um tann sama, men kortini ikki eins álvarsama, skaðan, sum í august helt mær burtur frá fótbólti, sigur Jákup Mikkelsen. Hann roknar ikki við at verða førur fyri at spæla á Skála í morgin, men hann roknar við og vónar, at hann verður tøkur, tá ið HB fer at koma til Klaksvíkar.
- Jan Andreasen er leikbannaður. Hann hevur síðstu ferðirnar staðið seg ógvuliga væl í miðverjuni, men nú verður neyðugt at gera onkra broyting, sigur Jákup Mikkelsen.
Alt bendir á, at tað verður 16 ára gamli Mattias Samuelsen, sum fer at verja KÍ málið, um Jákup ikki verður førur fyri at spæla. Andreas Johannesen vardi málið, tá ið Jákup fyri einum mánað síðani var skaddur. Hann er burtustaddur, og tí er tað, at Mattias Samuelsen møguliga skal í málið at standa. Mattias var á U-17 landsliðnum, sum fyrr í summar luttók í NM kappingini og avgjørt ikki gjørdi sær fyri skommum.
Stórt mannfall á Skála
Tá ið vit seinast vóru í sambandi við Skála, sá myndin alt annað enn vøkur út. Tað var heilt víst, at fýra av føstu monnunum ikki fóru at vera førir fyri at spæla, og tað var rættuliga stórur ivi um tveir afturat.
Eftir skandalu dystin fyri Skála í Gundadali ímóti B36 eru tveir spælarar leikbannaðir orsaka av reyðum kortum. Teir eru miðverjin Dusan Jaic og miðvallarin Nenad Stankovic. Tað er greitt, at Pauli G. Hansen, sum var illa skaddur í knænum í Fuglafirði fyri nøkrum vikum síðani, ikki verður førur fyri at spæla. Og so eru tað stóru ivamálini. Tey eru Bogi Gregersen og Arnhold Berg. Hvørgin teirra hevur vant í heilt nógvar vikur. Arnhold Berg plágast av skaða í rygginum. Han hevur runnið smávegis, men higartil hevur restað í hjá honum. Bogi Gregersen stríðist við liðbandsskaða í fótliðnum. Tað er møguleiki fyri at annar ella hin av omanfyri nevndu fer at verða tøkur, men í gjár sá einki út.
Undan vikuskiftinum bendi alt á, at landsliðsspælarin, Jónhard Frederiksberg, ikki verður við ímóti KÍ. Hann gongur í skipsførara flokki í Havnini. Eina ferð um árið skipar navigatiónsskúlin fyri venjingartúri niður í Ermasund. Sum vit hava skilt tað, so er tað júst hetta vikuskiftið, at hesin túrurin ferður gjørdur saman við Jónhardi Frederiksberg og floksfeløgum hansara.