Óli Samró
Den Haag
10. september 2004
???????????????????
Í síðstu viku ferðaðist eg úr Hollandi til Íslands og endaði í Hirtshals til norðurlendska ráðstevnu um fiskivinnuskipanir. Alt samskiftið á hesi strævnu ferð í Norðurlondum var á enskum!
Hetta er ein persónlig kronikk í tveimum pørtum, skrivað umborð á flúgvar-um og vøkunætur á hotellum.
Við grundarlagi í mær sjálvum og børnum okkara, vil eg viðgera málsligu fortreytirnar, vit føroyingar hava fyri at taka lut í altjóða og norðurlendskum samstarvi. Í seinni grein vil eg gera viðmerkingar, til hví, eg meti vit eru so dyggiliga hektaði av menningini á altjóða leikpallinum.
Skulu vit hava møguleika at fylgja við, er neyðugt, at fjøldin er stinn í enskum. Danskt kann ikki brúkast. Mítt uppskot er at býta enskt og danskt um í skúlanum, so danskt verður triðja mál og enskt næsta mál.
Hetta er ikki ein kritikkur av føroyska skúlanum ella føroysku lærarunum, ið vit sum heild einans hava gott at bera.
Eg vóni at henda kronikk kann elva til kjak millum lærarar og millum tey, sum eru framsøgufólk í politisku flokkunum. Enskt í skúlanum er eitt álvarsmál. Føroysk foreldur kunnu ikki í dag bjóða sínum børnum so vánaliga frálæru í enskum!
Millum iranar, polakkar og indarar.
Síðsta summar byrjaðu okkara børn á »International School of the Hague«, Hanus tá 15 ár, Tummas tá 12 ár og Súsanna tá 9 ár. Trý vanlig føroysk børn, sum øll kláraðu seg væl í skúlanum.
Áðrenn skúlin byrjaði, høvdu tey verið til upptøkuroynd, og vóru øll trý endað ein klassa undir javnaldarnar. Við øðrum orðum vóru tey sum heild eldst í sínum flokki, og var tað væntað, tá børnini byrja um 4 ára aldur í »International School«.
Tá skúlaárið byrjaði, blivu flokkarnir býttir eftir, hvussu stinn tey vóru í enskum. Harafturat var ein minni bólkur við serundirvísing til tey, sum ikki kláraðu at fylgja við. Í hesum bólkinum endaðu okk-ara børn millum børn frá t. d. Kuba, Egyptalandi, Pólandi og frá Iran. Hanus tó so vánaligur, at skúlin ikki metti hann føran at læra annað týðandi mál, t. v. s at hann ikki kundi ikki fáa frálæru í fronskum, týskum ella sponskum.
Børnini úr nærum øllum hinum londunum høvdu havt enskt í skúlanum í minst trý ár meira enn okkara børn!
Vit vistu, at øll undirvísingin og lærutilfarið er á enskum. Hetta hildu vit ikki fór at vera nakar trupulleiki - men vit tóku feil. Eg tori beskeðin at siga, at í føroyska skúlanum mundu okkara børn teljast millum tey stinnastu í enskum í teirra árgangi! Tey hava havt allan møgu-leika fyri at duga enskt. Tey hava ferðast, lisið, spælt telduspøl o. s. fr. á enskum, síðan tey vóru smá.
Eg eri hvørja ferð vánaligast
Ringasta eg veit er at tapa og vera vánaligast. Men satt at siga havi eg ikki tikið lut í nøkrum altjóða kjakpaneli, hildið fyrilestur o. t. uttan at vera tann vánaligasti til at nýta enskt. Eg dugi ikki nóg væl at vera beinrakin, eg má steðga á við: »What is it called in english«. Eingin uggi er í, at tað sama er galdandi fyri nærum allar hinar føroyingarnar, eg havi hoyrt tikið lut í altjóða kjaki. Sum heild eru íslendingar, norðmenn, danskarar, svenskarar, hollendingar, týskarar o. s. fr. ein klassa framman fyri okkum føroyingar í ensk-um.
Fyritreytirnar hjá mær og børnunum
Lat meg beinanveg gera greitt, at mál ikki er mín sterkasta síða!
Mítt enska byrjaði í 6. flokki í Hoyvíkar skúla. Í real hevði eg enskt hjá frálíkari lærarinnu á Eystur-skúlanum. Mín enska undirvísing tók ein bráðan enda longu aftaná 1. G á matematisku deild í Hoydølum. Hetta var enski førningurin, eg hevði við mær frá føroyska skúlaverkinum, tá húgvan var komin á høvdið í 1982.
Tá eg stovnaði mítt egna virki í 1991 var fyrsta íløgan hjá mær ein máni intensivt málskeið í enskum niðri í Torquay í Suður-onglandi - helst lutfalsliga størsta men skilabesta íløgan eg havi gjørt. Ein summarferia og kr. 45.000 er nógv við nýggjum húsum, nýútbúgvin við lestrar-skuld og við tá tveimum smádreingjum - 0 og 3 ár.
Tað syrgiliga er, at umstøðurnar hjá mínum børnum at læra enskt í føroyska skúlanum eru lítið og einki batnaðar.
Føroyar hava valt enskt til triðja mál!
Við at halda fast um danskt sum næsta mál hava Føroyar aktivt valt enskt til triðja mál. Sjálvur hevði eg danskt í 10 ár frá triðja flokki til 3. G. Alt frá at læra danskt frá botni til tulkingar av skaldskapi.
Hjá mær eins og børnunum er danskt lært sum fyrsta fremmanda mál!
Ísland heystar nú fyrimunirnar av at hava valt enskt
Í Íslandi er eingin ivi um, at enskt er teirra næsta mál. Kanska er tað høvuðsfrágreiðingin fyri, at íslendski búskapurin og íslendska vinnulívið seinastu fimm árini er lopin avstað í risafetum.
Íslendingar sum heild duga eins væl enskt sum vit danskt. Hinvegin duga teir ungu íslendingarnir sum heild illa ella als ikki danskt. Íslendsku vinnulívsfólkini, eg kenni, hava altjóða útbúgvingar allastaðni frá í verðini - Boston, Florida, London, Tromsø, Keypmannahavn o.s.fr.
Fyri íslendingar er samskifti við útheimin eingin trupulleiki, fólkið dugir enskt.
Danskt avmarkar menningarførleikan
Í Føroyum verða nógv orka nýtt til at læra danskt. Men danskt kann ikki nýtast til nakað sum helst. Skulu børn og ung koma nakra leið í lívinum, er enskt ein fyritreyt. Danskt verður ikki ein gang nýtt á donskum lærustovnum. Neyvan kemur lækni, búskaparfrøðingur ella annar frøð-ingur - lógfrøðingar undan-tiknir - út frá hægri læru-stovni, uttan at lærutilfarið er á enskum.
Tað ringasta av øllum er, at vánaligi enski førleikin hevur gjørt, at nærum eingin føroyingur tekur útbúgv-ing uttan fyri danska skúlaverkið. Harvið verða Føroyar fráskornar frá at fáa ein blandaðan altjóða førleika. Eftir stendur ein stórur massi, sum øll hava útbúgving frá sama samfelagsleistinum - lisið somu bók. Hesin sannleiki og veikleiki er sera sjónligur í Føroyum í dag!
»Happy End«
Sum foreldur er avgerandi at geva børnunum betri møguleikar og førleikar, enn ein sjálvur fekk.
Ongantíð hava vit sum foreldur verið so stolt, sum tá vit vóru til foreldraviðtalu, tá seinasta skúlaárið endaði. Lærararnir kundu allir sum ein greiða frá trimum frálíkum børnum. Eitt var, at tey dugdu sítt fak. Men avgerandi var, at tey øll trý høvdu sosialt medvit og høvdu positiva drívmegi. Okkara børn høvdu eitt gott ástøði - bara ikki í enskum.
Børnini duga øll trý flótandi enskt í dag. Nú, eitt ár aftan á gongur enskt førleikin og málførleikin í familjuni sum heild eftir aldri, Súsanna dugir best, meðan eg dugi ringast!