Nú sær eitt sindur betri út

Gøtumenn, sum ikki hava vunnið tríggjar tær síðstu ferðirnar siga seg ikki kenna nakrar bindingar, nú teir skulu royna at standa seg betri, enn tá ið teir taptu stórt á Skála, har lagið er gott

UPPTAKT
 
Onnur Eysturoyar uppgerðin hesa ferð verður í Gøtu. GÍ legði bragdliga fyri eftir summarsteðgin, men nú hevur stígur verið í. Eftir 2-0 sigurin í Gundadali á B36, hava teir spælt tríggjar ferðir uttan at vinna. Teir hava tapt ímóti KÍ og NSÍ, og teir fingu eitt stig, tá ið teir vóru á Eiði.
                      Møguleikin fyri heiðursmerkjum minkaði heilt nógv sunnudagin, tá ið GÍ tapti í Runavík. Skála er á bronsuplássinum, og um Gí fær bilbukt við Skála, so verður møguleikin fyri bronsukrónum og harvið onkrum slagi av altjóða fótbólti næsta ár størri, enn hann annars fer at verða.
-Vit taka ein dyst í senn. Skála smurdi okkum av 4-0 fyrr í summar, so vit kenna styrkina hjá teimum. Kanska tað stendur betri til hjá okkum nú, enn tað gjørdi tá, men vit skulu fyrst og fremst vísa rætta hugburðin og spæla tað, sum vit megna. Vit eiga ikki at hava nakrar bindingar á okkum, verður sagt úr Gøtu.
Eingin gøtumaður er leikbannaður, og tað verður vónað, at allir fara at vera førir fyri at spæla í morgin. Adam hevur ikki vant í vikuni orsaka av vøddaskaða, og Kaj Ennigarð hevur onkrar trupulleikar við knænum. Kortini verður vónað, at teir báðir fara at verða førir fyri at spæla í morgin.
 
Jónhard við aftur
Skála stendur til at vinna fyrsta settið av heiðursmerkjum nakrantíð. Spurningurin er meiri, um krónurnar skulu verða úr silvuri ella bronsu, heldur enn, um tað fer at eydnast at fáa fyrstu krónurnar.
Tá ið KÍ vitjaði á Skála og fór við øllum stigunum, vóru fleiri av føstu monnunum hjá Skála skaddir ella leikbannaðir. Hesa ferð sær eitt sindur betri út. Pauli G. Hansen er kortini framvegis so mikið skaddur, at tað í gjár varð mett lítið sannlíkt, at hann verður við ímóti GÍ. Tað er greitt, at álopsspælarin Pujo ikki verður við, tí hann er leikbannaður.
Dusan Jaic og Nenad Stankovic vóru leikbannaðir ímóti KÍ. Teir eru tøkir aftur. Jónhard Frederiksberg var niðri í Ermasundi í útbúgvingarørindum, tá ið Skála spældi ímóti KÍ. Hann skuldi koma aftur til Føroya í gjár. Hóast hann ivaleyst man vera eitt sindur beindovin, so verður landsliðsmaðurin ivaleyst í Skála álopinum í morgin.
Skaðar og leikbann og dystarsteðgir orsakað av landsdystum hava borið við sær so mikið av órógvi í venjingunum, at tað hevur verið torført at varðveita fokus. Tað hevur kanska aftur gingið út yvir venjingarstøðuna. Men hugurin at spæla er góður, staðfesta teir á Skála.