Superstjóri í ÚF og SvF

Samanlegging sæð við Rás 2'sa eygum

Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2

Eg havi hugt eitt sindur eftir, hvussu ÚF hevur tikið ímóti Rás 2 síðani hon byrjaði í des. 99.
Tann fyrsta úttalan í pressuni frá útvarpsstjóranum var, at hann ætlaði at fylgja væl við, so Rásin kom at gjalda tað sama í avgjøldum sum ÚF - tann fyrsta hóttanin. Hetta hevur ein almennur stjóri onki við at gera, hann átti heldur at ynskt okkum vælkomnum.
Eitt smápartafelag hjá einum av fyrstu eigarunum av Rás 2 var í 2000 við til at skipa fyri eini konsert við Dubliners í Føroyum. Tá varð frá leiðsluni í ÚF sent mail til starvsfólkini um ikki at siga nakað um hesa konsert. Grundin var, at tað ikki skuldi reklamerast fyri einum, sum arbeiddi hjá »kappingar-neytanum« - onnur beistagerðin. Vit eru ikki og skulu heldur ikki vera kappingarneytar, vit eiga at samarbeiða til gagns fyri alt Føroya fólk.
Í 2002 vendi Birgar Johannesen sær til okkkara um saman við Djóna at hava eina leygarkvøldsending við gomlum poppi. Vit játtaðu og fingu eftir mínum tykki eina góða sending í lag, sum vit eisini høvdu stuðlar til, so Birgar og Djóni kundu fáa eina samsýning. Hetta gekk væl í nakrar mánaðir, men so knappliga ein dagin kom mail frá Birgari um, at hann noyddist at gevast við sendingini eftir boðum frá leiðsluni í ÚF, tí teir vildu ikki, at hann arbeiddi fyri Rás 2. - triðja beistagerðin.
Birgar arbeiðir hjá Smyril Line og var bert freelance á Rás 2. Stutt eftir var sendingin í ÚF, men undir øðrum navni.
Ein dagin í 2003 ringir ein, sum hevur sendingar á Rás 2, til ÚF og biður um eina kunngerð fyri Rás 2. Áðrenn hesin fær møguleika at siga innihaldið í kunngerðini, sigur daman í ÚF skrøpp: »Vit lýsa ikki fyri Rás 2«. Persónurin frá Rás 2 forklárar, at tað bert skal kunngerast hvønn tosað verður við í sendingini hjá sær, og at rokningin skuldi sendast til sín. »Bíða við«, tað gekk ein løta, so kemur daman aftur til hornið og spyr um tekstin, tað gekk við neyð og deyð.
Til Summarfestivalin 2004 í Klaksvík var ætlanin, at Rás 2 skuldi senda beinleiðis. Tað var ein partur av eini lýsingaravtalu, sum vit høvdu við fyriskipararnar (les Pegasus). Stutt fyri at festivalurin skuldi byrja, fingu vit at vita, at Jógvan Jespersen ikki vildi, at Rás 2 skuldi fáa ljóðsignal frá pallinum, tað skuldu bara teir hava. Ein so ljót gerð sum hetta kann bert ein beistaktigur persónur finna uppá - fjórða beistagerðin.
Studio Pegasus er í so stórari skuld, at tað sindrið, sum fæst frá ÚF í samsýning fyri sendingarnar, tey gera, er meir enn nóg mikið til, at ÚF totalt stýrir Pegasus (og Summarfestivalinum).
Tá nýggi bygningurin hjá Kelduni í Skálabotni var tikin í brúk herfyri, var øll pressan boðin við, og vóru umboð fyri flestu teirra eisini til tíðindafundin, tó ikki ÚF. Grundgevingin var, at hatta hevði ikki nóg nógv uppá seg til teirra tíðindasending, men ger tann samkyndi felagskapurin við nøkrum og tíggju limum eitt ella annað, hevur tað tíðindavirði. Ella kanska at Rás 2 skuldi senda beinleiðis frá tiltakinum hevur fornermað ÚF, og so straffa teir Kelduna afturfyri, nei ikki veit eg.
At leiðarar á stovnum fremja maktmisbrúk hevði fingið fylgjur alla aðrastaðni, men helst ikki í Føroyum.
Eg kundi komi við fleiri dømum, men hesi eru lættast at prógva.
Norðurlandahúsið, ja, har situr kona Jógvan Jespersen sum leiðari. Hóast fleiri áheitanir um eina lýsingaravtalu er einki at heinta hjá Rás 2. Vit fáa ikki so frægt sum eitt svar, hóast tað hevði verið ein sjálvfylgja, tá vit í tónleikinum bera ein so stóran part av tilfarinum víðari, sum eitt norðurlendskt mentanarhús stendur fyri. Hevur Jógvan Jespersen nakað við hetta at gera? Vit kunnu bert gita.
Vit kunnu t.d. taka Smyril Line, sum helst brúkar fleiri hundrað túsund um ikki milliónir til handilslýsingar í ÚF og SvF. Fara hesir miðlar at koma við kritiskum, borandi atfinningum um hesa fyritøku og kanska vænta, at lýsingainntøkurnar verða stoppaðar? Nei vell?
Eg haldi, tað var áðrenn síðsta løgtingsval at tosa varð alment um, hvør vítt almennu miðlarnir skuldu senda handilslýsingar ella ikki. Tá var Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, frammi í almennu miðlunum og segði, at alt skuldi vera sum tað var. Undrar tað nakran?
ÚF & SvF eru helst einastu almennu miðlar í heiminum, sum eru 100 prosent handilsligir, samstundis sum teir við lóg kunnu krevja eitt risagjald frá hvørjum húsarhaldi í landinum. Tað kundi verið vert at fingið kanna, um hetta er heilt lógligt, men kappingaravlagandi, tað er tað so heilt víst.
Mær vitandi koyra bæði tey stóru bløðini - Dimmalætting og Sosialurin - við stórum undirskoti. Almennu miðlarnir fara við lýsingainntøkunum. Fylgjurnar verða helst, at bløðini, fyri ikki at gevast, fáa almennan útberingarstuðul ella detta burtur saman við Rás 2, og so er aftur monopol, sum ein maður stýrir.
At avtaka loftmiðlamonopolið og samtíðis gera karmarnar so ringar at virka undir er at líkna við, at rækjuflotin fær loyvi til stórhvalaveiðu á Toftavatni.
So í framtíðini verða tað kanska Jógvan Jespersen fyri almenna miðlagigantin, og Oggjatíðindi við Dan Klein fyri fríu pressuna, sum mær vitandi er einasti miðil, sum ikki er serliga bundin av lýsingainntøkum ella felagskapum og kann skriva tað, hann vil.
ÚF hevur í fleiri ár havt millum 10 og 15 milliónir á bankabók. Tað er umleið 30 prosent av umsetninginum. Hetta eru ov nógv kravdur peningur frá Føroya fólki. Sammett við sjúkrahúsverkið, skuldi tað samla sær einar 300 milliónir at staði ímóti við til møguligar ringar tíðir, og allir aðrir almennir stovnar eisini.
Hyggja vit at sendingunum hjá ÚF, er lítil nýhugsan, mest kopi. Barometrið er einki annað enn kopi av Dream Team hjá Atlantic Radio í sínari tíð við Tróndi Vatnhamar og Jens Tummas Ness, sanniliga við pørtum av somu manning eisini. Hesar sendingar vóru hildnar at hava ringan moral og lágt mentanarvirði, og innihaldi, tað er so ikki broytt nakað, tá ein g-strongur skal vera temaðið í eitt heilt summar og fáa so stóra umtalu í almenna miðlinum, men ongin talar at. Helst er onki sum fær okkum at kløkkast av, hvat ÚF kann finna uppá, og so tá SvF í Degi og viku endaði sendingina, var alt fullkomið. Vit fingu høvi at síggja hesar góðu menn standa mitt í Havn í G-strongi og einum stórum fansi stingandi framúr. Hatta var júst tað, sum tey smáu høvdu brúk fyri at síggja frá mentanarberunum hjá tí almenna, og so í einari tíðindasending í prime time. Ja, hetta kemur helst undir Public Service!
Ynskiløtan hjá Rás 2 er kopierað til fyrrapartar hjá ÚF. Nær kundi tú ókeypis fáa nakað ynski uppfylt frá ÚF fyrr? Og so fáa tey at lesa eina tóma heilsan Ja, tað er bert at takka Rás 2 fyri.
ÚF er blivið meiri populistiskt enn Atlantic Radio nakrantíð var, fáar mentanarsendingar - tær flestu úr Pegasus, nógvur tónleikur og nógvar tómar skemtisendingar. Tað er eingin meining í, at ÚF leggur seg meir og meir eftir at líkjast Rás 2. Vit skulu hava eitt seriøst alment útvarp, sum vit eru tvingað at gjalda nógvar pengar fyri, og so kunnu hinar rásinar vera meiri lættisoppakendar, alt eftir sum pengar eru til.
So leingi sum teir almennu miðlarnir eru bundnir av lýsingainntøkum, fáa vit ikki eina objektiva tíðindatænastu, og at ÚF og SvF fáa somu leiðslu, ger støðuna heilt farliga fyri tíðindaflutningin, tak til dømis tað, sum Óli Jacobsen skrivar um, at mál, sum ikki hóva leiðsluni, verða útifryst frá miðlunum. Hetta er heilt ræðandi og fer bara at versna.
At vit fáa Jógvan Jespersen til superstjóra er ein vanlukka fyri føroyska pressu og alt Føroya fólk. Hann er langt frá uppgávuna vaksin. At verða róstur upp til skýggja fyri gott útvarp tá tú hevur einar 30-40 milliónir at brúka um árið, skilji eg ikki. Hvat nýtt er komið fram í ÚF, síðan Jógvan Jespersen tók við? EG kann ikki koma í tankar um nakað.
Vit senda umleið sama tímatal um vikuna fyri gott 2 milliónir, munurin á tónleikatímum er heldur ikki so stórur, ÚF umleið 50-60 prosent og Rás 2 umleið 70-80 prosent.
Uppundir næstseinasta løgtingsval var Jógvan á Lakjuni av ÚF skírdur fyri at gera lobbyarbeiði fyri Rás 2, tá uppskot var um, at Rásin skuldi fáa part av útvarpsgjaldinum, men við tí, sum landstýrismaðurin nú er í ferð við at gera, er alt tað øvuta við at henda. Hann avhøvdar alla ta óalmennu pressuna, tað verður sum í teimum mest tilafturskomnu londunum, vinna og handilslívið hevur eina alt ov stóra ávirkan á hvat, ið sigast skal ella ikki, av teimum almennu miðlunum.
Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti fíggindin hjá fríari pressu í landinum, skyldar hann Føroya fólki, at starvið verður boðið út, so væl kvalifiseraðir umsøkjarar eisini hava møguleikan at søkja. Eg helt, at tað var eitt krav, at tíðandi størv hjá tí almenna skuldu bjóðast út.
Eg eri ikki kvalifiseraður og søki ikki starvi.
Tað kann tykjast sum eg leggi eftir Jógvan Jespersen sum privatpersóni, men so er ikki, bert sum almennur miðlastjóri. Hann er helst av fittastu monnum, tó ger tað hann ikki egnaðan til superstjóra eftir mínari áskoðan.
Alt, sum her er skrivað, er mín egna ábyrgd, eg havi ongan tosað við ella spurt um loyvi at skriva tað, sum eg havi skriva.