SKÁLA-KÍ
Avrikið á Skála sunnudagin fer ikki í søgubøkurnar sum eitt av teimum frægu. Hvørki hjá Skála ella KÍ. Skála royndi í 2. hálvleiki, tá ið teir tóktust eiga meiri orku enn gestirnir, at flyta bóltin skjótt runt. Men tað var trupult, tí saknurin í fleiri av føstu monnunum var so meinur.
Klaksvíkingar vóru avgjørt ikki komnir á Skála at undirhalda við poleraðum leikligum avriki. Teir vóru komnir fyri at sparka og stríða seg til trý stig, og tað eydnaðist. Tað vóru teir fegnir um. Hetta var triðja ferðin á rað, at teir fingu fult, og hesa ferð vunnu teir, eftir at teir tað mesta av 2. hálvleiki leikliga høvdu ligið undir.
So kann altíð vigast fyri og ímóti, um tað var tí, at fleiri á KÍ liðnum ikki eru í nóg góðari venjingarstøðu, ella um tað var tí, at konseptið var so primitivt, at størsti parturin av liðnum skuldi liggja aftarlaga á vøllinum ? vongverjarnir tóktust hava fingið boð um ikki at fara fram um miðstrikuna - og sparka langt fram til Ova Nysted og Erling Fles, sum arbeiddu nógv, men sum í 2. hálvleiki høvdu lítið samband við aftaru keturnar.
Jan Andreasen, sum seinastu ferðirnar hevur verið í miðverjuni, var leikbannaður. Fyri at styrkja um miðverjuna var Atli Danielsen, sum heilt klárt var besti maður á vøllinum, fluttur aftur av álopskenda miðvallarplássinum og í miðverjuna. Tað hevði sjálvandi við sær, at uppspælið hjá KÍ ikki gjødist so sannførandi, sum tað kundi havt verið. Men miðverjan kundi ikki havt fingið betri styrk.
Jákup Mikkelsen var á beinkinum, meðan U-19 málmaðurin, Mattias Samuelsen, fyri fyrstu ferð vardi KÍ málið í landskappingardysti. Tað slapp hann heilt væl frá. Hóast ungur og harvið óroyndur, so smæddist hann ikki fyri at stýra garvaðu monnunum frammanfyri seg, hann var ósmæðin, tá ið hann tveitti seg í nærdyst við Pujo, og hann var tryggur, tá ið hann fór út í brotsteigin eftir innleggum.
Hjá Skála sást einki til Jónhard Frederiksberg, Nenad Stankovic, Dusan Jaic og Paula G. Hansen. Tað hevði við sær, at Johan Nielsen var noyddur at brúka fleiri av minni royndu spælarunum. Eitt nú var sentrali miðvøllurin mannaður púra av nýggjum. Sjálvandi kendist tað, at fleiri nýggir vóru við, men hóast teir manglaðu fleiri av føstu monnununum, so høvdu skálamenninir lættari við at finna hvønn annan, enn klaksvíkingarnir høvdu tað.
Seinna partin av 2. hálvleiki legði Skála nógv fyri í royndini at javna. Tá vóru teir leikliga omaná, og tað kendist sum um, at um teir høvdu havt fingið eitt mál, so kundu teir so skjótt havt fingið fleiri. Iulian Florescu, sum í útgangsstøðuni var vongverji í vinstru, var síðsta korterið, tá ið Jóhannus Mikkelsen var komin á vongverjan, á miðvøllinum, og hóast hann tóktist hava hug at skúma ímóti einstøkum mótstøðumonnum, so darvaði hetta honum ikki í at vera sera vandamikil. Serliga var tað í deyðbóltunum, at hann var vandamikil, og ikki færri enn tríggjar ferðir nýtti hann avbera førleikan at sparka úr stórari fjarstøðu soleiðis, at bólturin tók í ovaru síðuna á tvørtrænum.
Sum oftast royndu skálamenninir at fáa spælið trýst ígjøgnum í høgra borði. Har var torført at sleppa framat, men tvær ferðir komu teir til fløt innlegg, sum kundu havt verið vandamikil. Alexandur Johansen lá og bíðaði í vinstru. Hann var ofta arbeiðsleysur, men í síðsta minuttinum í vanligu leiktíðini fekk hann møguleikan, hann títtaði og dyrgdi eftir brotssparkinum. Tað eydnaðist, og tá ið Iulian Florescu hevði umsett úr ellivu metrum, tóktist tað sum um, at Skála hevði bjargað sær eitt stig. Men soleiðis tørnaði tað ikki út.
KÍ og yvirtíðin
KÍ skoraði tvey mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Í 1. hálvleiki var tað Ovi Nysted, sum við fínum stútara smekkaði bóltin upp í málhornið. Jan Joensen, sum aftur hesa ferð var rættuliga drúgvur, vann á miðstrikuni bóltin av skálamonnum, Arnhold Joensen fór við ferð fram í høgru, innleggið til handara stólpan var neyvt, og Ovi Nysted smekkaði krúllin undir bóltin.
Erling Fles og Ovi Nysted fingu eftir fløt innlegg úr høgru onkrar stórar møguleikar, uttan at nakað spurdist burturúr. Tá ið Skála hevði javnað til 1-1, og vanliga leiktíðin var farin, sást tað væl, at klaksvíkingar kendu tað sum um, at teir høvdu mist tvey stig. Men í síðsta álopinum eydnaðist aftur hjá KÍ. Eyðun Klakstein, sum aftur hesa ferð var millum teir mest eyðsýndu, tiltuskaði sær fríspark í vinstru, Arnhold Joensen legði í brotsteigin, og meðan fleiri skálamenn hingu uppi í Ova Nysted, stýrdi púra leysi Erling Fles mitt fyri málinum og einar tríggjar metrar frá strikuni við høvdinum bóltinum í málið. Og so var lagið gott á klaksvíkingum, meðan tað kendist á skálamonnum, at nú vóru tað teir, sum høvdu mist eitt stig.