YVIRGANGSINS TISTLAR

Fyritreytirnar fyri álopum sum tað á tvíburatornini eru ríkissyndran, altjóðagerð og óloystir tvídráttir

Kronikk eftir Hanus Kamban
????????????????????????

Álopið ikki óvæntað
Líkasum skotini í Sarajevo tann 28. juni 1914 verða mett at vera tann hending, sum ringdi inn "ta stuttu 20. øld", er í dag at kalla semja um, at álopið á tvíburatornini í New York tann 11. sept. 2001, bæði sum gerð og ímynd, var ein fyriboðan um, hvat 21. øld hevði at bjóða heiminum. Men hvørjar vóru grundirnar til hesa hending? Hvat er altjóða yvirgangur, og hví vindur hann upp á seg beint nú? Hvat duga tey tiltøk, sum higartil hava verið gjørd til at forða honum? Er annað, ið kundi verið gjørt?
Allarfyrst er at siga, at álopið neyvan kom heilt óvæntað. Eins og t.d. Dostojevskij og Thomas Mann peikaðu fram ímóti eini terrorøld, sum (vísti teg seg) seinni kundi erpa sær av brøgdum sum jødatýning og gulag, soleiðis hava onnur listafólk víst á hendingar sum ta í New York. Hendingin hevur, so sigst, verið spádd av filmsfólkum og høvundum. Tú sært hana avmyndaða í teirri grafisku listini hjá Palle Nielsen. Tvinnar ein saman trý bókaheiti hjá J.G. Ballard - Highrise (háhús), Low-flying Airplane (lágtflúgvandi flogfar) og Crash (Sorl) - so síggja vit uppskriftina.
Ríkissyndran
Men hvørjar eru grundirnar til altjóða yvirgang? Um hetta verða alskyns ástøði sett fram, og at kalla hvønn dag koma nýggjar hugsanir um evnið. Eg fari fyri ein part at halda meg til hugsanirnar hjá enska heimspekinginum John Gray, sum er professari við London School of Economics. Eg vísi í hesum sambandi m.a. til bók hansara Al Qaeda and what it means to be modern (Faber and Faber 2004).
Ein høvuðsfyritreyt fyri yvirgangi í heiminum í dag er, sambært Gray, ríkisins syndran. Max Weber lýsir ríkið sum eina skipan, ið hevur "einkarrætt til at útinna lógligan harðskap". Frá 1648, tá tann westfalski friðurin varð fingin í lag, hava slík ríkir verið, men av og á hava verið lin ella kaotisk tíðarskeið, har summi ríkir eru viknað. Múrsins fall í 1989 hevði við sær eitt slíkt tíðarskeið, og hesa tíð, eyðkenda av ruðuleika og ríkjaupploysn, hava vit ikki enn lagt aftur um bak.
Altjóðagerð
Tað er lagnunnar spei, at skipanir og atgerðir, sum fólk halda vera fyrimyndarlig, ikki altíð vísa veg inn í paradís. Tað vildi so til, at múrurin fall um somu tíð sum tað friedmanska modellið - óavmarkað kapitalvald og lítið og einki ríkiseftirlit - var í hæddini. Amerikanskir búskaparfrøðingar smoygdu hetta modellið niður yvir tað "frælsa" Russland, sum sostatt bleiv munandi veikari, enn neyðugt hevði verið.
Eina aðra fyritreyt fyri altjóða yvirgangi finna vit í einum øðrum hálovaðum nútíðarhugtaki: globalisering ella altjóðagerð. Við ríkisins syndran fingu einstakir áhugabólkar møguleika at fremja harðskap uttan eftirlit frá myndugleikum ella løgreglu. Við altjóðagerðini, tí ótálmaða streyminum av kapitali, arbeiðsmegi, alskyns varum og virðum, eitt nú vápnum, KT-útgerð ella rúsevnum, fingu somu bólkar at kalla óskerdan møguleika til at virka í øllum heiminum. Nakrir, eitt nú í Palestina, halda seg framvegis til sítt egna øki, aðrir, eitt nú Al Qaeda, hava gjørt heimin til sín leikpall.
Arvur frá fortíðini
Men ríkisupploysn og altjóðagerð eru sjálvsagt ikki nóg mikið til at skapa altjóða yvirgang. Hetta førir okkum til ta triðju høvuðsgrundina, sum fatar um talið av óloystum ella beinleiðis versnandi stríðsmálum og tvídráttum í heiminum, um ríkisterror, um gapandi tjóðskaparlig og samleikalig sár. Dømir um økir í heiminum, har øll hesi fyribrigdi eru til staðar, eru Afghanistan, Kashmir, Tsjetsnja og Ísrael.
Meðan hesar reglur verða skrivaðar, er ein sorgarleikur, ófatiligur í sínum ræðuleika, farin fram í býnum Beslan í Norðurossetia. Hendingin kann helst setast í samand við tann áhaldandi yvirgang, sum fyrst Sovjetsamveldið og síðani Russland hevur framt ímóti tí tsjetsjenska fólkinum. Ríkisyvirgangur elur privatan áhugayvirgang.
Putin og Sharon
Ísrael og Palestina eru góð dømir um hesa yvirgangsins metamorfosu. Áðrenn Ísrael varð sett á stovn, vóru dømir um, at jødar framdu yvirgang, og eitt nú var Menachem Begin, seinni ríkisovasti, slóðbrótari í nútíðar yvirgangi. Eftir 1948 steðgaði hetta slagið av jødiskum yvirgangi, meðan palestinar, sum høvdu mist land, hús og ognir og nú einki ríki høvdu, hildu fram við sínum privata yvirgangi.
Uppskriftin tykist, sum bæði Putin og Sharon týðiliga hava víst, greið. Tak tjóðskap, samleika og stoltleika frá einum fólki. Pín síðani hesi somu fólk, eyðmýk og háða tey. Lat teg síðani í kápu hins sakleysa, og kunnger, at Harrin (ella rættvísin) er í tínum parti. Tá svitast ikki, hvat úrslitið verður. Yvirgangur er seinasti útvegur hjá teimum, sum hava mist alt og síðani fáa háð og spott oman yvir seg.
Óætlað avleiðing
Men hinvegin stendur yvirgangur ikki í stað. Eins og andin, sum í ævintýrinum verður sleptur út úr fløskuni, vindur hann upp á seg, broytist og mennist, fær alsamt nýggjari, ræðuligari og framkomnari formar, sum við tíðini als ikki standa mát við tann órætt, sum upprunaliga elvdi hann.
Samstundis tykist greitt, at tað er ógjørligt at skilja hetta fyribrigdi, um tað ikki verður sæð sum partur av eini teyggju av viðurskiftum og avleiðingum. Ofta vísir tað seg, at atgerðir, sum ríkisovastar fremja, enda á heilt øðrum stað enn ætlað.
Í greinarøð í Sosialinum fyrr í ár (nr. 26, 31, 36 og 41) havi eg greitt frá, hvussu USA og Ongland í 1953 við einum loyniligum kvetti við beráddum huga gjørdu enda á fólkaræðinum í Iran og soleiðis steðgaðu tí demokratisku menningini í (tí muslimska) Miðeystri. Á henda hátt fingu iranar smoygt niður yvir seg eitt blóðugt shahstýri, sum framdi ríkisyvirgang móti sínum borgarum. Tað stýrið var felt í 1979 av Khomeini ajatolla, hvørs muslimska teokrati var við til at skapa gróðrarbotn fyri Al Qaeda.
John Foster Dulles og Churchill hildu seg hava gjørt eitt bragd. Hvørgin teirra livdi so leingi, at hann upplivdi tann 11. september. Men báðir áttu óbeinleiðis sín lut í hesi atsókn.
Asymmetriskt kríggj
Í síni røðu aftan á álopið á tvíburatornini førdi amerikanski forsetin fram, at her var talan um kríggj. Hesum hevði hann rætt í, men hann kundi lagt aftrat, at talan er um ókonvensjonelt kríggj, asymmetriskan bardaga, har tey at vísa seg veiku duga at brúka veikleikarnar hjá teimum at vísa seg sterku. Álopið tann 11. sept. er ein mynd av hesi asymmetri: heimsins íbúgvar kundu, sitandi hvør í síni stovu, síggja, hvussu ein til tað fámentur, privatur felagsskapur rakti sjálvt hjartað, setrið fyri handli og búskapi, í heimsins sterkasta landi.
Nytta móttiltøkini nakað?
Vit koma nú til spurningin, hvørt tey átøk, sum higartil hava verið gjørd fyri at steðga Al Qaeda og øðrum postmodernaðum terrorbólkum, hava verið skilagóð ella borið ávøkst.
Latið okkum hyggja at Russlandi fyrst. Undir ongum umstøðum og á ongan hátt hava russiska stjórnin ella forsetin Vladimir Putin viljað gingið tsjetsjenskum politiskum ynskjum á møti. Kríggj og terror, ófatilig í teirra ræðuleika, hava verið og eru teirra einasti máti at "loysa" trupulleikarnar í Tsjetsjnja. Sostatt er yvirgangur frá hinari síðuni bara vaksin. Seinastu dagarnar eru, í trimum terroratgerðum, tilsamans o.u. 400 fólk dripin.
Irak
Latið okkum síðani hyggja at USA. Um vit nú avmarka okkum til kríggið móti Irak, so fellur hetta mál í tveir partar, í fyrsta lagi kríggið sum útflutningur av fólkaræði, í øðrum lagi kríggið sum roynd at steðga yvirgangi.
Halda vit okkum til tað fyrra økið, so var tað rætt, at stýrið hjá Saddam Hussein, sum var eitt ræðuligt stalinistiskt harðræði, varð beint av vegnum. Tað var tó ikki líka mikið, hvussu henda atgerð var fyrireikað og framd. Ræðuleikar í Abu Ghureib og tann týndi irakski mentunararvurin (fornminni í ovurstórum tali grivin upp úr sandinum, rænd og seld, ivaleyst dømi um stuldursins globalisering!) hava ikki økt um virðingina fyri amerikonskum demokratiútflutningi.
Nýlendi
Men hvussu við krígnum sum roynd at steðga altjóða yvirgangi? Sum longu ávíst er tað í syndraðum ríkjum, postmodernaðir terrorbólkar hava serliga góð líkindir at virka og blóma. Irak undir Saddam var eitt sterkt ríki til tað, myndað eftir sovjetskum leisti. Tað hevði neyvan hópoyðingarvápn, tað hevði neyvan samband við Al Qaeda, men var heldur ein borgan fyri, at privatir terrorbólkar ikki sluppa at virka innan fyri tess mark.
Tað er møguligt, at eitt endurbygt Irak kann enda við at gerast ein haldgóð, demokratisk skipan, ið kann fáa ávirkan á Miðeystur. Men sum nú sær út, bendir nógv á, at USA við krígnum, sum feldi Saddam-stýrið, hevur givið Al Qaeda og øðrum yvirgangsbólkum alt Irak sum nýlendi at virka í. Verður hetta úrslitið, hevur kríggið ført til tað øvugta av tí, sum ætlanin var. Tað hevur ment tann postmodernaða yvirgangin, ikki minkað um hann og als ikki steðgað honum.
Politistaturin
Ein avleiðing av yvirgangi, og her serliga av álopinum tann 11. september, verður sjáldan umrødd á okkara leiðum. Slík álop eru eitt kærkomið høvi hjá teimum, ið vilja skerja fólkarættin, at fáa sín vilja. Tey síðstu trý árini hava t.d. bæði USA, Ongland og Týskland gjørt seg inn á sínar egnu fólkaræðisligu grundreglur.
Í demokratiskum londum eru borgarans rættindi tryggjað við regluni um Habeas Corpus: tann, sum verður handtikin, skal eftir 24 tímar fyri ein dómara. Hesin rættur er nú í mongum londum avtikin. Í USA sita í dag fólk í hópatali fongslað í óavmarkaða tíð uttan at prógv er fyri, at tey hava gjørt nakað brotsverk. Í summum førum verða hesi fólk pínd ella sligin, svøvnurin verður tikin frá teimum osfr. Á henda hátt kann yvirgangur verða við til at umskapa fólkaræðið til politistat.
Gerst nakað?
Kann nakað gerast fyri at minka um tann postmodernaða yvirgangin? Ivaleyst. Ein útvegur er at lekja tvístøður og at loysa trupulleikar og ósemjur, í sínum rótum, við semjum ella sáttargerðum. Gongdin í Suðurafrika kundi her verið eitt fyridømi. Taka vit Palestina sum dømi, so kundi hetta fólkið fingið eitt ríki og umframt tað endurgjald fyri jørð, hús og ognir, sum vórðu tikin frá teimum.
Men loysnir av hesum slag eru drúgvar, ótakksamar og føra ikki altíð á mál. Ein orsøk til hetta seinasta er, at kúgað fólk vísa ikki altíð rættvísan ella skilagóðan atburð. Í øllum frælsis- ella uppreistrarbólkum eru víðgongdir partar, sum spilla arbeiðið hjá hinum. Yvirgangur verður til mál í sær sjálvum, til hugmyndafrøði. Tann útslopni andin livir sítt egna lív, sum demoniskur og óflættiligur vanlukkuelvari.
Sostatt er útlitið fyri 21. øld dapurt. Sum víst á í hesi kronikk, eru nakrar av fyritreytunum fyri yvirgangi í heiminum at finna í ríkissyndran, altjóðagerð, óloystum konfliktum og bráðum, lítið skilagóðum og ofta terrorkendum politiskum atgerðum. Einki bendir á, at hesar fyritreytir í framtíðini fara at hvørva, heldur hinvegin. Úr tí skursli og gaddi, sum tær ala, spretta yvirgangsins tistlar.
Helviti á jørð
Ein av mongum fyritreytum fyri tí øvugta av yvirgangi hevði verið ein nýggj heimsskipan við etiskum reglum galdandi fyri øll lond. Í bókini The Unconquerable World (Allen Lane 2004) hevur Jonathan Schell víst á hesar og aðrar útvegir, tí, sum hann sigur í formælinum:

Harðskapur er sum politiskt amboð blivin dysfunktionellur. Í vaksandi mun týnir hann tey mál, hann skal fremja og drepur bæði brúkara og offur. Hann er blivin gøtan til helviti á jørðini og til jarðarinnar enda.
Hussein, Sharon og Bush
Tann nýggi altjóða kriminaldómstólurin, sum varð settur á stovn fyri o.u. tveimum árum síðani, kundi verið fyrsta stigið á tí vegi, Schell vil hava okkum at ganga. Millum tey lond, sum ikki viðurkendu henda stovn, vóru Irak (undir Hussein), Ísrael (undir Sharon) og USA (undir Bush). Boðar hetta frá góðum? Og er tað ikki makaleyst at síggja hesar tríggjar garparnar, bróðurliga sameindar í royndunum at forða einum stovni, sum m.a. skal steðga fólkamorði í heiminum?
21. øld er long, og í henni kann mangt henda ? eisini ymiskt, vit einki vita um. Orkutørvur og orkutrot (fyrst og fremst á olju og vatni), demografisk menning og veðurlagsbroytingar fara ikki at minka um aldarinnar spenningar. Tíverri noyðast vit at geva okkum til tols við, at yvirgangsins andi ? lívgaður av heimsins vísu fyriskipar-um og ríkisovastum - verður verandi útsloppin nøkur áratíggju aftrat.