UPPTAKT
Tey bæði liðini, sum bresta saman á Skála í morgin, eru eyðkend av, at tað tær seinastu vikurnar ikki hevur gingið nakað serligt hjá teimum, Síðani summarsteðgin hevur Skála í sjey dystum fingið tíggju stig. Fýra tær seinastu ferðirnar hevr úrtøkan bara verið fýra stig. Enn er tað upp til Skála at gera av, um teir skulu vinna fyrsta settið av heiðursmerkjum nakrantíð.
Fyritreytirnar eru einki serligar, áðrenn kommunufelagarnir hinumegin fjørðin í morgin koma at vitja. Skálamenn hava síðstu tíðina verið nógv plágaðir av leikbannum, og soleiðis er tað eisini í morgin. Iulian Florescu er leikbannaður fyri triðju ferð í ár, og Nenad Stankovic og Bárður Danielsen eru eisini leikbannaðir.
Hanus Thorleifsson hevur verið so mikið skaðaplágaður, at hann ikki hevur vant í vikuni. Í gjár varð tað kortini roknað rættuliga sannlíkt, at Hanus fer at verða førur fyri at spæla í morgin.
Á positivu síðuni telur tað nógv, at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, er farin aftur at venja. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um hann fer at spæla við í morgin, men tað er eingin ivi í, at venjarin heldur enn fegin fer at geva liðformanninum rúm á liðnum, um hann verður førur fyri at spæla.
Síðsta sunnudag var tað steinur omaná byrðu hjá NSÍ, at teir taptu 2-0 á Mølini á Eiði. Tríggir av teimum, sum hava spælt nógv í NSÍ í summar, eru skaddir ella leikbannaðir, tá ið teir fara yvir á Skála. Talan er um miðvallararnar Alexander Jovevic, sum er skaddur, og Kári Hansen, sum er leikbannaður fyri triðju ferð í ár. Dánial Hansen var hóskvøldið fyri fyrstu ferð í langa tíð til venjingar. Tað gekk so toluliga, men í Runavík ivast teir nógv í, um Dánial verður førur fyri at spæla á Skála í morgin, og um hann yvirhøvur fer at verða tøkur í teimum báðum umførunum, sum eru eftir at hesum kappingarárinum.










