Tað byrjaði kl. eitt týsdagin sennapart, tá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, bjóðaði føroyingunum til morgunmatarborðið. Samráðingarnar byrjaðu longu undir borðhaldinum, men hildu fram í fíggjarmálaráðnum [...] seinni. Einki frættist úr fundahølinum, og tá luttakararnir av náttúrligum orsøkum noyddust at fara til viks, gekk leiðin gjøgnum ein riðil av fjølmiðlafólki, sum royndu at lofta hvørjum eygnabrá, meðan [...] nevna eitt einasta orð um tað, sum fór fram í fundarhølinum. Tá kl. nærkaðist 23 var eina løtu útlit til at fólkini fóru at koma úr fundarhølinum, men tá komu bert donsku ráðharrarnir, sum antin skuldu tosa
formaður í barnaverndini í Havn metir Finnur Helmsdal, at tað í so stóran mun sum til ber eigur at verða tikið atlit til barnið. Men veruleikin er ikki so einfaldur, tí tað er ein ógvuliga trupul prosess [...] so nógvar starvsfólkabólkar. Alt skal ganga upp í eina eind. Uttan mun til, hvussu væl vit vilja barninum mugu vit taka atlit til hesi viðurskifti. Skulu vit undir at fyrireika eitt mál skulu vit hava [...] hædd fyri foreldrunum, tá ið tað snýr seg um vanrøkt børn. Løgfrøðin spennir bein fyri arbeiðinum hjá til dømis barnaverndum, tí hon krevur so nógv viðurskifti lýst, áðrenn avgerð kann takast um at taka eitt
Tony Blair samdust um at venda aftur til marknamálið, eftir at nýggja landsstýrið hevur viðgjørt tað og kemur til eina niðurstøðu, um hvussu farast skal víðari fram. Til verka beinanvegin Anfinn Kallsberg [...] Danmark er komin undir land. -Vit fara til verka beinanvegin. Hetta málið fær avgjørt fyrsta prioritet sigur løgmaður. Longu í næstu viku kemur Árni Olafsson, leiðari í samráðingarnevndini, til Føroya og [...] finna fram til, hvar vit standa í øllum hesum. Skal málið uppá hægsta politiska støðið, so má ein eisini vita, hvat ein skal viðgera har. Lat okkum ikki nú leypa fram av men leggja hetta til rættis á mest
sum hevur hæddarskrekk, sum ikki er komin upp. Á jamboree í Chile Tað eru jamboree-skótarnir, sum hava klatriveggin. Annan jóladag fara teir 15 føroysku skótarnir til Chile, har teir skulu taka lut á alheims [...] meðan vaksin nýta hina. Sjálvur veggurin er 6,83 metrar høgur. Tað eru seks skótar, sum mugu hjálpa til fyri at alt skal virka. Tveir skótar hjálpa fólki at lata seg í trygdarútgerðina og at taka móti peningi
Gudmund Jacobsen, at rættilig gongd er komin á. Nógv umvælingararbeiði »Akraborg« og »Antaris« hava júst verið til eftirlit, og »Varðborg« verður nú tikin upp til eftirlit, skipið skal vaskast og málast [...] Vágs Skipasmiðja hevur merkt nakað til, at vit nú so smátt eru komin inn í oljuvinnuna, sigur Gudmund Jacobsen, at tá borað var í Lopra, merktu teir eitt sindur til tað. Annars hava ymiskar vitjanir verið [...] verið á skipasmiðjuni, so útlendsku feløgini vita, at vit eru til, sigur stjórin. ? Herfyri kom so eisini fyrispurningur frá veitingarskipi, sum hevði onkrar trupulleikar við skrúvuni, men tá fingu vit
eftir, skoraði hann til 3-2. Tað byrjaði við, at tveir ÍF-arar lupu upp at skalla, men hvørgin rakti bóltin. Kviki Magni Magnussen, sum fram til tá ikki hevði havt nakað veruligt høvi til at gera nýtslu av [...] av ferðini hjá sær, varð sendur avstað í høgru síðu. Komin til baklinjuna sendi hann innfyri til Jón Paula, sum ikki sveik. Fyri triðju ferð í dystinum hevði VB tikið leiðsluna, og hesaferð megnaðu fug [...] høvdu bóltin á miðjuni, har John Eystberg sendi hann fram til Milan, sum við hælinum fann Jón Paula Olsen, ið legði útiliðið á odda. Verjukiks Fram til tá hevði ÍF havt tamarhald á, hóast talan ikki var um
hann hevur verið til og nú var hildið rætt at útvega sær eitt slíkt. Og týsdagin varð vinnarin av búmerkjakappingini útnevndur og búmerki avdúka. Ikki færri enn 180 uppskot vóru komin til kappingina og burtur [...] virksemi. Í fyrstani bert við einum starvsfólki - stjóranum - men so líðandi eru fleiri og fleiri løgd til. Tíggju áradagurin var hildin týsdagin við fyrilestrum og móttøku. Fyrilestrarnir vórðu hildnir í Havnar
Leo Johannesen er komin heim aftur úr útlondum og stendur millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Hansen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir [...] i avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn, har oddaliðið HB tekur ímóti KÍ, sum so at siga [...] morgin. Og harafturat er liðskiparin og ein tann mest royndi á KÍ-liðnum, Kurt Mørkøre, sera ivasamur til toppdystin. Hann hevur ikki fingið vant í vikuni, og um hann ikki fær verið við í morgin, hava kla
fyri hetta tíðarskeiðið. Setir krøv til føroyskar politikarar ? Um tit nú ikki húsast væl, ber ikki til at fara aftur til Danmarkar? ? Vit hava einki at fara aftur til Danmarkar eftir. Nú mugu vit húsast [...] okkara skylda at vera medvirkandi til at fáa gongd á. Tað er m.a. tað vit eru settir til. ? Okkara skylda er at gera heimin betri at liva í, og tað ætli eg at gera mítt til at fremja, sigur Anfinn Kallsberg [...] at fáa burtur, og hon verður tað heldur ikki frá degi til dags, men tíðin lekir øll sár. Tann góða avtalan, sum vit nú hava fingið, kann vera við til, at seta aðra mynd ístaðin fyri soleiðis, at fíggindamyndin
sum kom í gildi 1. apríl 1948. Nú vildi forsætisráðharrin vitja hesi samfeløg til tess at staðfesta, at viðurskiftini vóru komin í fasta legu aftur. Í fylgi forsætisráðharrans umborð á fregattini Niels Ebbesen [...] semjast á staðnum um, hvat pengarnir skuldu nýtast til. Móti endanum á fundinum kom Knud Ree við tilboðnum; men Johan Poulsen, lærari, vildi brúka pengarnar til skúlaverkið, Kristjan Djurhuus, løgmaður, vildi [...] n fara til Klaksvíkar at fremja avgerð forsætisráðharrans. Forsætisráðharrin vildi tó hava, at ein formlig áheitan skuldi koma frá landsstýrinum um hetta, og teir játtaðu. Men tað stundaði til val í Føroyum