? Tíðin lekir øll sár

Hóast samráðingarnar gingu avbera væl, og danir og føroyingar fingu slættað sjógv sínámillum, so er ikki vist, at tann fíggindamyndin, sum hevur verið hildan upp fyri okkum, hvørvur við eitt av sær sjálvum. ? Vit eru sett í h eimin fyri at gera hann betur, og nú skulu vit arbeiða okkum burturúr tí, sum hevur verið okkara millum, sigur løgmaður

Seinatsa tíðin hevur verið hendingarík og krevjandi hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni, frá tí hann smíðaði samgonguna saman, og til í vikuni, við elddópinum í samráðingunum við donsku stjórnina.

Hesa royndina hevði hann eisini hugsað um frammanundan, og ikki sørt stúrt fyri. Harnæst skuldi hann eisini standa fram og greiða stóru fjøldini av tíðindafólki frá gongdini.

Tað var heldur ikki gamansleikur, serliga tí danska pressan er so málrættað, heldur løgmaður. Tað gekk kortini avbera væl, og løgmaður kendi seg væl viðfarnan av miðlunum.

Myndin av løgmanni, sum spakmæltur royndi at greiða fjølmiðlafólkunum frá gongdini undir samráðingunum, bóru týðiliga boð um, at hetta var ein óvanlig støða hjá Anfinni Kallsberg. Hann royndi siðiliga og leitandi eftir orðunum at siga sína hugsan, og tað tóku journalistarnir til eftirtektar.


Torført í fyrstuni

? Eg kendi meg persónliga ikki so væl í fyrstuni, men sum við so nógvum øðrum, sum tú noyðist at fara undir, so var ampin burtur, tá hol varð sett á samráðingarnar, sigur Anfinn Kallsberg.

? Eg hevði onga grund at stúra, tí danir vóru blíðir og fyrikomandi, og vístu ein positivan vilja at fáa samráðingarnar væl frá hondini.

Føroyska sendinevndin varð boðin til morgunmat hjá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra. Teir báðir leiðararnir sessaðust yvirav hvør øðrum, og høvdu her møguleika at tosa um ymisk mál.

? Undir borðhaldinum tosaðu vit um samráðingarnar, men eisini um onnur tung mál, sum lógu uttan fyri samráðingaruppleggið, eitt nú marknamálið við bretar o.o. mál. Hetta var sum eitt slag av upphiting, áðrenn veruligu samráðingarnar byrjaðu.

? Vit kendu okkum vælkomnar og tað var ein góður dámur yvir øllum og ein vilju frá danskari síðu, at fáa eitt úrslit, sum báður partar kundu góðtaka, sigur Anfinn Kallsberg.


Danir kannað avleiðingarnar

Av prátinum skilti løgmaður, at danir høvdu gjørt sær stóran ómak at kanna, hvussu tær donsku loysnirnar í nítiárunum høvdu ávirka føroyska samfelagið. Forsætisráðharrin ásannaði, at tær ikki høvdu verið rættar, og at danir ikki aftur fóru at leggja seg út í føroysk viðurskifti.

? Heldur tú at danir kendu ein lætta, at sjógvurin nú er slættaður?

? Tað eri eg sannførdur um. Tá eg vitjaði Nyrup Rasmussen seinnapartin eftir samráðingarnar, segði hann, hvussu fegin hann var um úrslitið.


Nyrup á almenna vitjan í summar

? Tað hevur ljóðað, at Nyrup Rasmussen kemur á almenna vitjan í Føroyum í ár?

? Ein innbjóðing hevur ligið leingi og bíðað, og tá eg hitti hann, nevndi eg vitjanina, og at hon frameftir stendur honum í boði. Hann takkaði fyri.Væntandi kemur vitjanin í lag einaferð seint í summar, sigur løgmaður.

? Heldur tú, at fíggindamyndin av dønum nú er burtur med alla?

? Slík mynd er ikki løtt at fáa burtur, og hon verður tað heldur ikki frá degi til dags, men tíðin lekir øll sár. Tann góða avtalan, sum vit nú hava fingið, kann vera við til, at seta aðra mynd ístaðin fyri soleiðis, at fíggindamyndin hvørvur sum frálíður, sigur løgmaður.


Einki fruktagott at vera atfinningarsamur

? Er tín mynd av dønum broytt?

? Tað dugi eg ikki at siga, men tað er einki fruktagott, bert at vera atfinningarsamur. Her hava danir roynt at skapa grundarlag fyri einum góðum og øðrvísi samstarvi, og so er tað okkara skylda at vera medvirkandi til at fáa gongd á. Tað er m.a. tað vit eru settir til. ? Okkara skylda er at gera heimin betri at liva í, og tað ætli eg at gera mítt til at fremja, sigur Anfinn Kallsberg, sum - tá vit tosaðu við hann fríggjadagin, ikki var komin til Viðarreiðis enn. Hann ætlaði sær at halda langt vikuskifti, eftir langar og strævnar arbeiðsdagar.


Brúka orkuna positivt

Løgmaður er ómetaliga fegin um at vit hava fingið skipaði viðurskifti aftur í Føroyum, tí hitt var so slítandi. Nú ætlar hann sær at brúka orkuna til positivt arbeiði.

? Var hetta ikki sera góð byrjan til løgmanstíð tína?

? Um tað persónliga hevur nakað at týða, hugsi eg ikki so nógv um, men avtalan hevur nógv at týða fyri samgonguna.Tað eru so nógv onnur stórmál, sum krevja viðgerð, og tí er væl, at vit hava fingið sett punktum fyri hetta tíðarskeiðið.


Setir krøv til føroyskar politikarar

? Um tit nú ikki húsast væl, ber ikki til at fara aftur til Danmarkar?

? Vit hava einki at fara aftur til Danmarkar eftir. Nú mugu vit húsast sjálvi, og tað setir krøv til føroyskar politikarar. Vit hava nú ábyrgd á øllum økjum, og mugu taka tað í álvara, sigur Anfinn Kallsberg.