Niels Elkær Hansen varð borin í heim í 1915. Pápin var lærari og strongdi á at fáa børnini at læra. Niels tók studentsprógv í Sorø og fór síðani á lærda háskúlan at lesa búskaparfrøði og stjórnmálafrøði. Hann var virkin í ymiskum felagsskapum í lestrarárunum (eina mest sosialdemokratiskum) og kom á henda hátt at kenna nógv fólk, sum seinni gjørdust oddafólk í danska samfelagnum.
Hann tók prógv sum cand. polit. í 1940 og fekk beinanvegin starv í Landbúnaðarmálaráðnum. Í 1942 fór hann at arbeiða í Tollstýrinum, men legði nógv fyri og hevði altíð onnur størv aftrat hesum. Í 1948 tók hann við starvinum sum skrivari hjá forsætismálaráðharranum, sum tá var Hans Hedtoft.
Millum annað mangt, sum honum var fyri hesa tíðina, greiðir hann frá einum døgurða saman við Eleanor Roosevelt og soni hennara, sum drakk seg fullan, meðan hini talaðu saman. Tey vóru á ferð runt í Evropu at tala fyri NATO-limaskapi. Hedtoft dugdi væl enskt, men hann læt skrivara sín umseta, so at hann fekk stundir at hugsa seg um, hvat hann skuldi siga. Hetta hevði helst verið vert at umhugsað hjá teimum, sum samráðast fyri heimastýrið og ikki duga so væl danskt.
Forsætismálaráðið hevði tá eins og nú á døgum bert heilt fá verulig málsøki at umsita - millum tey mest týðandi vóru Føroyar.
Til Føroya,
Íslands og Grønlands
Hans Hedtoft hevði stóran áhuga fyri norðurlendskum samstarvi og norðurlendskari mentan. Hann tók niður málningarnar á skrivstovu síni, sum Stauning gamli hevði hongt upp, og valdi í teirra stað ein málning hjá Johannes Larsen við grønlendskum motivi, ein íslendskan hjá Kjarval og ein hjá Mikines.
Summarið 1948 gjørdi forsætisráðharrin av at gera ferð norður í Atlantshav. Árini fyri 1948 høvdu verið rokut: Ísland loysti endaliga frá Danmørkini 17. juni 1944, Grønland var farið at ressast, eftir at USA hevði latið upp fyri umheiminum, og Føroyar høvdu roynt at loysa - eins og Ísland. Sum kunnugt hevði ríkisdagurin ístaðin samtykt heimastýrislógina, sum kom í gildi 1. apríl 1948. Nú vildi forsætisráðharrin vitja hesi samfeløg til tess at staðfesta, at viðurskiftini vóru komin í fasta legu aftur.
Í fylgi forsætisráðharrans umborð á fregattini Niels Ebbesen var - umframt Niels Elkær-Hansen - flotaovastin A.H. Vedel, varaadmirálur, sum var giftur føroyskari konu. Tað var hann, sum gav boð um at søkkja danska flotan í 1940. Haraftrat var Andreas Møller, ein av upphavsmonnunum til heimastýrislógina.
Elkær-Hansen skrivar, at danir sum arbeiddu í Føroyum, vóru vanir at kalla landið ?De fugtige Øer?. Hetta vísti seg eisini at vera ein góð lýsing av báði veðurlagi og fólki.
Umframt døgurðar og vanligar kunningarfundir vóru veruligar samráðingar við heimastýrið, sum eg skal koma aftur til seinni. Sosialdemokratiski forsætisráðharrin hevði eisini loynifund við leiðsluna í Føroya Javnaðarflokki, ið bað um ráð og vegleiðing í kjakinum við tjóðskaparliga veingin á tingi. Forsætisráðharrin bað javnaðarmenninar seta almannaveitingar og útbúgvingarmál upp í móti tjóðskaparspurninginum; men hetta vóru eingi ráð, tí Tjóðveldisflokkurin vann fram í stórum við at sameina júst hesi mál við tjóðskaparspurningin, skrivar Elkær-Hansen.
Á ferðini hitti Elkær-Hansen Petur Mohr Dam, sum hann sigur var so sannførdur sosialdemokrátur, at hann uppkallaði bretska Labourpolitikkaran Clement Attlee.
Hedtoft tjóðskaparmaður
Í Íslandi bar Hans Hedtoft seg høviskliga at, tí hann vildi slætta sjógv ímillum danska ríkið og nýggja íslendska lýðveldið. Fregattin læt 21 skot av fyri íslendska flagginum, soleiðis sum tað sømir seg at heilsa einum fullveldisflaggi, og í eini veitslurøðu segði hann, at sum tjóðskaparsinnaður dani skilti hann væl, at eisini íslendingar vildu vera fríir.
Í Grønlandi vóru samráðingar við umboð fyri landsráðini. Øllum pørtum var greitt, at formliga støða Grønlands sum hjáland mátti broytast. Hedtoft segði, at einki skuldi setast í verk, uttan so at grønlendsku landsráðini vóru samd við stjórnina fyrst. Svarið frá grønlendsku landsráðunum var, at Grønland skuldi ikki gerast danskt amt. Hetta var annars tað sum hendi í 1953. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Elkær-Hansen sjálvur var skrivari hjá grundlógarnevndini, sum gjørdi uppskotið til nýggju grundlógina. Í hesum starvi hevði hann nært samband við Andreas Møller, Poul Andersen, Alf Ross og Jens Møller.
Skrivstovustjóri í forsætismálaráðnum
Í 1950 varð Elkær-Hansen settur skrivstovustjóri í forsætismálaráðnum, og kom sum slíkur at fáast meira við sjálva umsitingina av føroyskum málum. Stutt eftir hetta kom heimastýrið í búskaparligt óføri. Nevnd var sett við embætismonnum úr ymsum ráðharrastovum og ríkisstovnum at kanna viðurskiftini og gera uppskot um, hvussu kreppan skuldi loysast. Elkær-Hansen gjørdist skrivari í hesi nevnd. Skjótt gjørdist greitt, at trupulleikarnir vóru so stórir, at tann unga, veika heimastýrisskipanin var hótt. Aðrar nevndir vórðu settar, bankamálið endaði við dómarakanning, og dómar vórðu feldir.
Politikkarar og embætismenn hjá heimastýrinum og føroyskir vinnulívsmenn vóru í heilum í Keypmannahavn á fundum við ríkismyndugleikarnar. Tað vóru týdningarmiklir fundir, mangir og langir. Donsku embætismenninir sótu øðrumegin tað langa borðið, forsætismálaráðharrin sat við endan, og hinumegin sat ein røð av føroyingum - við sólarljósinum í eyguni!
Um eitt annað samráðingarumfar við umboðsmenn fyri heimastýrið, sigur Elkær-Hansen, at stjórnin helt seg hava verið ov harða við teir. Tí var samtykt á stjórnarfundi, at Knud Ree, fiskimálráðharri, sum var samráðingarleiðari, skuldi bjóða teimum eina miljónaupphædd. Men kravið var, at teir skuldu semjast á staðnum um, hvat pengarnir skuldu nýtast til. Móti endanum á fundinum kom Knud Ree við tilboðnum; men Johan Poulsen, lærari, vildi brúka pengarnar til skúlaverkið, Kristjan Djurhuus, løgmaður, vildi byggja havnir, javnaðarmaðurin Petur Mohr Dam vildi hava pengarnar til almannaverkið, og aðrir vildu útbyggja sjúkrahúsverkið. Tað endaði sum ein ?pólskur ríkisdagur?, og heimastýrið fekk ongan pengin. ?Det var sgu´ en billig omgang!?, læði Knud Ree eftir fundin og festi sær í eina góða sigár.
Stundum vóru fundir millum skrivstovustjóran, stjóran í KGH og stjóran í Føroya Fiskasølu. Teir vóru ávíkavist Elkær Hansen, A.W. Nielsen, fyrrverandi mjólkavirkiseigari, og Jens Christian Johannesen. Elkær-Hansen greiðir frá einum fundi, sum endaði við at A.W. Nielsen reistist og tók í hondina á honum. Síðani vendi hann sær móti Jens Christiani Johannesen - og spýtti hann í andlitið. Slíkt hevði hann ikki upplivað áður - og heldur ikki síðani. Og so var tað á skrivstovuni hjá skrivstovustjóra forsætismálaráðsins!
Læknastríðið
tekur seg upp
Best sum alt tyktist vera komið í rættlag í Føroyum, tók stríðið um Halvorsen lækna seg upp. Í fyrstuni var hugsanin í forsætismálaráðnum, at hetta var bert eitt keðiligt umsitingarmál, sum skuldi loysast eftir bókini: Halvorsen skuldi burtur. Forsætismálaráðið leitaði sær ráð hjá donskum embætismonnum, sum høvdu verið í Føroyum fyri kríggið, men tað vísti seg, at so nógv var broytt, at teirra ráð vóru ikki eftirfarandi.
Nógv stórmál Føroyum viðvíkjandi høvdu hópað seg upp, og tí varð gjørt av, at sjálvur skrivstovustjórin í forsætismálaráðnum Elkær-Hansen, skuldi setast sum bráfeingis ríkisumboðsmaður, meðan Vagn-Hansen ?fór í summarfrí?. Hetta var í 1953, og telefonsambandið við Danmark var ikki komið. Samskiftið við forsætismálaráðið fór tí fram við fjarritum - í kotu.
Elkær-Hansen tingaðist nú við allar partar í málinum. Semja var millum forsætismálaráðið, landsstýrið, landslæknan, kommunustýrið í Klaksvík, Føroyadeildina hjá danska læknafelagnum og landslæknan um, at Halvorsen skuldi frá. Kristjan Djurhuus, løgmaður, og fólkatingsmenninir søgdu á fundi við forsætisráðharran, at teir vóru fyri at lata danskar løgverjumenn fara til Klaksvíkar at fremja avgerð forsætisráðharrans. Forsætisráðharrin vildi tó hava, at ein formlig áheitan skuldi koma frá landsstýrinum um hetta, og teir játtaðu. Men tað stundaði til val í Føroyum, og Petur Mohr Dam segði, at Javnaðarflokkurin ikki vildi vera við í hesum, og tí varð avgjørt at bíða við málinum til eftir løgtingsvalið í novembur 1954.
Ríkisumboðs-
maður í Føroyum
Forsætismálaráðið avgjørdi í 1954 at flyta Vagn-Hansen til amtmansstarv í Jútlandi og at seta Elkær-Hansen ístaðin. Hann var ríkisumboðsmaður í sjey ár, og hevði frammanundan fingið lyfti um at fáa gott amtmansstarv í Danmark eftir starvstíðina í Føroyum.
Løgtingið tók næsta stigið í læknastríðnum. Ein lítil meiriluti heitti á landsstýrið og ríkismyndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í Klaksvík upp á pláss, og avgjørt varð, at fútin skuldi fara norður at seta Halvorsen út av sjúkrahúsinum og læknahúsinum. Í apríl 1955 fór eitt fylgi norður í hesum ørindum: fútin, sorinskrivarin, ríkisumboðsmaðurin, Edward Mitens, landsstýrismaður og Pauli Dahl, yvirlækni, sum skuldi taka við starvi Halvorsens beinanvegin.
Ikki gekk sum hesir høgu harrar høvdu ætlað. Elkær-Hansen prentar í endurminningunum frágreiðingina, sum hann sendi forsætismálaráðnum dagin eftir hendingarnar. Har greiðir hann frá, at stór mannfjøld savnaðist, og alt fylgið varð rikið umborðaftur á ?Tjaldur?. Tað bleiv tikið eitt sindur harðliga í dómaran, og fútin bleiv skumpaður inn í eitt stik, men annars gingu teir sjálvir umborð.
Nú gjørdi forsætismálaráðið skjótt av og sendi við samtykki løgmans eitt løgverjulið við 130 monnum til Føroya við ?Parkeston?. Teir sigldu oyggjanna millum, men fóru ongantíð til Klaksvíkar. Suðroyingar og Seyrvingar vóru blíðir og týðir við teir, og 14. septembur skrivaði, at teir hugnaðu sær við lættlivandi konufólki. Men tað passar ikki, skrivar Elkær-Hansen.
Fíggjarmálaráðharrin Kampmann gjørdi við stuttum millumbili tvær ferðir til Føroya at samráðast vegna donsku stjórnina, og tað eydnaðist at gera eina semju, sum kortini vísti seg ikki at vera nøkur semja: Tveir danskir læknar vórðu settir fyribils at avloysa Halvorsen, sum fór til Danmarkar, men eingin avgerð varð tikin um, at hann ikki skuldi koma aftur.
Í septembur 1955 var fundur í sjúkrahússtýrinum í Klaksvík um at seta tveir aðrar læknar fyribils at loysa hinar fyribilslæknarnar av. Í fylginum hesaferð var ríkisumboðsmaðurin, landslæknin og sjúkrahússtjórin. Á veg av fundi omanaftur til ?Thorshavn?, rendu teir seg í stóra mannfjøld, sum kringsetti teir, og teir vóru slignir og sparkaðir. Teir vóru førdir á løgverjustøðina, har teir sótu innibyrgdir alla náttina. Telefonsambandið var nú komið, og ríkisumboðsmaðurin hevði samband við skrivstovustjóra sín og forsætismálaráðharran, sum lovaði at senda fíggjarmálaráðharran Kampmann aftur til Føroya at samráðast.
Í Keypmannahavn var borið skjótt at og longu kl. trý seinnapartin stevndi fregattin ?Rolf Krake? til Føroya við 132 hermonnum og 32 løgverjumonnum við hundum umborð.
Kampmann kom við flogfari, og hann ásannaði, at tað var rætt, sum Elkær-Hansen hevði mett, at teir skuldu havt lopið á fyrru ferðina, tá ið ?Parkeston? var í Føroyum. Men nú skuldi ikki himprast, segði Kampmann, og legði upp ráð saman við landsstýrinum, ríkisumboðsmanninum, fútanum og stjóranum á marinustøðini.
Løgverjumenninir fóru í land í Klaksvík við hundum sínum
?og der var ikke synderlig modstand?, skrivar Elkær-Hansen. Nú byrjaði drúgt kanningararbeiði og fleiri dómar vórðu feldir.
At enda í viðgerðini av hesum máli nevnir Elkær-Hansen ymsar vanligar orsakir til læknastríðið, men hann heldur, at Halvorsen sjálvur var høvuðsmaðurin aftan fyri alt.
Hóast samtykt varð at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík, fekk nýggi forsætisráðharrin H.C.Hansen eina kalda móttøku, tá ið hann vitjaði í Klaksvík summarið 1956. Og bløðini skrivaðu, at vitjanin í Føroyum kundi ikki hava verið serliga væleydnað, tí sjálvt javnaðarmenninir søgdu nei takk til døgurðan, sum forsætismálaráðharrin hevði boðið til, áðrenn hann fór niðuraftur.
Um Torstein Petersen.
Elkær-Hansen hevur lítið gott at bera Torsteini Petersen. Í fleiri umførum setir hann fram eina sera niðrandi og skaðafróa lýsing av formanni Fólkafloksins. Longu á fyrstu Føroyaferð síni í 1948, sum áður er nevnd, hitti hann Torstein Petersen, sum helt eina ?sera óforskammaða? røðu fyri forsætisráðharranum í veitsluni í amtmansborgini, áðrenn hann fór avstaðaftur. Í røðuni fanst Torstein Petersen at danska Føroyapolitikkinum.
Í 1951 var Elkær-Hansen aftur í Føroyum, hesaferð sum limur í nevnd, sum skuldi kanna fíggjarkreppuna í Føroyum. Tilvild ella ikki - eitt kvøldið, meðan Elkær-Hansen situr við búgvið borð hjá Postmester Danielsen, berast boðini um standin í Sjóvinnubankanum í danska útvarpinum. Hann skrivar, at Torstein Petersen onkursvegna hevði ?sneytað? seg fram til, hvar hann var, og lá og ringdi hann niður alt kvøldið - alt meiri uppøstur. Elkær-Hansen fjarritaði longu sama kvøld til forsætismálaráðsins um atburð Torsteins.
Dagin eftir bað Torstein Petersen um fund við Elkær-Hansen. Hann skrivar, at Torstein fyrst var uppøstur. Hann boðaði frá, at hann og konan ongantíð aftur vildu hava danskar gestir í heimi sínum, og at hann allar dagar hevði verið forfylgdur av dønum. Her kemur Elkær-Hansen við einum sparki til Torsteins um tíðina á Sorø Akademi, men einki ítøkiligt verður sagt. Síðani fall hann saman og bleiv ønskriligur. Hann segði m.a. at hann hevði loyst upp koturnar hjá Hilbert amtmanni undir krígnum og lisið øll fjarrit hansara, og Hilbert hevði baktalað hann fyri Rewentlow, greiva, í London.
Státsrættarlig viðurskifti.
Tíverri sigur Elkær-Hansen lítið um formligu viðurskiftini millum státin og heimastýrið, tí hann veit uttan iva nógv, sum vanligi veljarin í heimastýrinum ikki veit.
Men á Føroyaferðini í 1948, sum áður er umrødd, vóru samráðingar við heimastýrispolitikkararnar um, hvussu heimastýrisskipanin skuldi umsitast - serstakliga sermálini. Hans Hedtoft, forsætismálaráðharri, gjørdi greitt, at hann ikki ætlaði ?på utidig vis at blande sig i administrationen af de opgaver, hjemmestyret havde ønsket at overtage?. Henda orðing sigur, at forsætismálaráðharrin (t.e. stjórnin) kundi leggja seg út í umsitingina av sermálum, tá ið hann helt tað verða neyðugt.
Um munin millum amtmans- og ríkisumboðsmansembætini sigur hann, at ríkisumboðsmaðurin ?indtræder...med de ændringer, der følger af loven (t.e. heimastýrislógini), i amtmandens funktioner.? Henda einfalda men avgerandi orðing, sum vísir okkum heimastýrislógina sum eina røð av broytingum, sum tó ikki kunnu vika meginreglurnar í donsku státsskipanini, tykist verða misskilt av mongum. Elkær-Hansen sigur frá, at ríkisumboðsmaðurin í Føroyum fyrstu mongu árini var útihýstur frá fundunum í amtmannakollegiinum, sum hittist tvær ferðir um árið í Keypmannahavn. Men í 1962 fingu tveir amtmenn, sum báðir høvdu verið ríkisumboðsmenn (Vagn-Hansen og hann sjálvur), sannført hinar amtmenninar um, at ríkisumboðsmaðurin í Føroyum átti at vera við á hesum fínu fundum.
Elkær-Hansen gjørdist amtmaður á Borgundarhólmi, tá ið hann fór úr Føroyum. Í 1970 fór fram stórbroyting í kommunala bygnaðinum í Danmørkini, ein broyting, sum á summum økjum líktist rættiliga nógv broytingini í Føroyum í 1948 frá amti til heimastýri. Í hesum sambandi skrivar Elkær-Hansen nógv um ?tilsýnsmyndugleika? státsins, sum eftir hansara tykki og annara hevur sera stóran týdning. Tí tað er ikki vanligt, at státurin setir á stovn myndugleikar á lægri stigi at umsita stóran part av almennu útreiðslunum - uttan at tryggja sær rætt til at hava eftirlit við hesum stovnum.
Tað er spell, at Elkær-Hansen ikki tekur upp hetta evni í eini viðgerð av sambandinum millum stát og heimastýri; men helst er tað tí, at hann heldur viðurskiftini verða formliga greið á hesum øki, og at tað er eldfimt evni, hvussu fyrrverandi arbeiðsgevi hansara, forsætismálaráðið, hevur umsitið henda eftirlitismyndugleika.
Endurminningar
Elkær-Hansens
Hví skriva fólk endurminningar? Er tað fyri at heiðra seg sjálvan, at rættvísgera seg sjálvan ella at geva eina søguvísindaliga frágreiðing um viðurskifti, ein er kønur í? Eitt sindur av hvørjum man helst vera at finna í flestum endurminningum.
Men tað er greitt, at dansktmæltir politikkarar og embætismenn skriva oftari endurminningar enn føroysktmæltir. Hví so er, er ilt at vita. Tað kann vera, at danir eru føddir við penni í hond og hava langa skrivliga siðvenju - vit ikki. Men í hesum liggur tann vandi, at tá ið tíðin er farin, og menn liggja við mold á múla, nú eru bert donsku áskoðanirnar varðveittar um, hvat ið fór fram.
Føroyingar hava lyndi til at síggja føroyska samfelagið sum sítt egna verk, og at teir sjálvir hava alla ábyrgd. Men tað er ein donsk síða í nærum øllum viðurskiftum í Føroyum, og endurminningar Elkær-Hansens geva eina lítla fatan av lívinum á teimum tignarligu ráðharrastovunum í Keypmannahavn, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar fyri føroyska samfelagið. Og vit læra okkurt lítið um teir gløggu donsku embætismenninar og politikkararnar, sum sínar longu arbeiðsdagar umsita Føroyar sum eitt av mongum málsøkjum.
Tað eydnast ikki Elkær-Hansen at fjala útyvir lyndisdrøg, sum vit kunnu vænta at finna hjá einum etnosentreraðum donskum embætismanni.
Eitt dømi av mongum er, hvussu hann nýtir gásaeygu um heiti, sum ikki eru hóskandi at nýta um eitt heimastýri hjá Danmørkini - hann skrivar ?regering? um Føroya Landsstýri, ?nationalregnskab? um tjóðarroknskap Føroya. Verði so tað; men tá ið hann gekk til frálæru í ?færøsk?, tá ber illa til at skáka sær undan longur.
Annað dømi er, tá hann skrivar um sítt innarliga vinarlag við William Heinesen. Hann elgir í seg úr olympiska sjónarhorni hansara - uttan at vita, at eitt sjónarhorn er ikki til at drekka úr.
Triðja dømið er, tá hann niðurger eitt konufólk við at bróta tagnarskyldu sína í einum forsorgarmáli hjá viðkomandi, afturfyri at hon tók lut í læknastríðnum.
Heitið á bókini gevur ikki nógvar ábendingar um, at útivið 100 síður ella ein lítil triðingur snýr seg um føroysk viðurskifti. Hetta er nógv, tá ið hugsað verður um ta longu starvstíðina hjá Elkær-Hansen í høgum størvum, so kanska hann heldur seg hava orsøk til at siga sína søgu um, hvat honum var fyri í Føroyum.
Í byrjanini av bókini nevnir Elkær-Hansen ein løgfrøðiligan lærusetning, sum hann varð lærdur at minnast á lærda háskúlanum í Keypmannhavn. Hann kann vera hóskandi sum útgangsorð til hetta ummæli: ?Tað snýr seg ikki um at hava rætt - men at fáa rætt!?