Vágs Skipasmiðja ríkiligt at gera árið út

Herfyri kom fyrispurningur frá veitingarskipi, tá okkurt var galið við skrúvuni, men tá skiftu teir akkurát veir á stóra vogninum, og fingu tí ikki tikið skipið upp á Vágs Skipasmiðju. Nú koyrir alt aftur sum tað eigur, og nógv er at gera í løtuni

Í 1995 keyptu Gudmund Jacobsen, sum er stjóri, Hans Ziskasen og Mortan Mortensen Vágs Skipasmiðju frá Ídnaðargrunninum. Tá hevði einki arbeiði verið á skipasmiðuni í longri tíð, so eitt og annað var at gera við skipasmiðjuna, og nú skjótt 3 ár seinni, metir Gudmund Jacobsen, at rættilig gongd er komin á.


Nógv umvælingararbeiði

»Akraborg« og »Antaris« hava júst verið til eftirlit, og »Varðborg« verður nú tikin upp til eftirlit, skipið skal vaskast og málast. Umframt hetta skal skipasmiðjan yvirdekka »Bárðadrang« sum liggur við bryggju, meðan hetta arbeiðið verður gjørt, og einaferð í august skal brunnbáturin »Tjørnunes« leingjast. Í næsta mánað verður sektiónin gjørd, og tá hon er liðug, verður so »Tjørnunes« tikin upp, skorin sundur og sektiónin sveisa uppí.

Annars sigur Gudmund Jacobsen, stjóri, at tá skipini sum fiska pelagiskan fisk leggja veiðina upp í Vági, er nógv virksemi av bæði einum og øðrum slagi, ikki bara hjá Vágs Skipasmiðju.


19 mans í arbeiði

Spurdur, um Vágs Skipasmiðja hevur merkt nakað til, at vit nú so smátt eru komin inn í oljuvinnuna, sigur Gudmund Jacobsen, at tá borað var í Lopra, merktu teir eitt sindur til tað. Annars hava ymiskar vitjanir verið á skipasmiðjuni, so útlendsku feløgini vita, at vit eru til, sigur stjórin.

? Herfyri kom so eisini fyrispurningur frá veitingarskipi, sum hevði onkrar trupulleikar við skrúvuni, men tá fingu vit ikki tikið nakað skip upp, tí vit skiftu veirin á stóra vogninum sum var nakað gamal. Men nú eru vit klárir til at taka ímóti so at siga øllum skipum, sigur Gudmund Jacobsen, ið hevur góðar vónir um framtíðina hjá Vágs Skipasmiðju.

19 mans hava sítt dagliga starv á skipasmiðjuni í Vági.