Tað sá rættiliga gott út hjá fuglfirðingum ta einu løtuna í framskundaða dystinum móti VB mikukvøldið.
Støðan var 2-2, og ÍF hevði gott tak á. Men seinastu tíggju minuttir fór alt í fisk. VB skoraði til 3-2, Bartal Eliassen fekk sítt annað gula kort í dystinum, og alt endaði við, at vágbingar vunnu 5-2.
ÍF hevur nú spælt sjey landskappingardystir uttan at vinna, og jú longur teir bíða eftir tí forloysandi fyrsta sigrinum, tyngri verður tað.
Dysturin í Fuglafirði var javnur. VB fekk fyrsta málið, tá umleið tjúgu minuttir vóru spældir, og tað var eitt vakurt mál. Vágbingar høvdu bóltin á miðjuni, har John Eystberg sendi hann fram til Milan, sum við hælinum fann Jón Paula Olsen, ið legði útiliðið á odda.
Verjukiks
Fram til tá hevði ÍF havt tamarhald á, hóast talan ikki var um veruliga yvirvág. Heimaliðið fekk eisini javnvág í roknskapin aftur, tá Eyðálvur Petersen fekk ÍF á máltalvuna. Eitt innkast úr vinstru síðu varð kastað langt inn móti málinum. Ein VB-ari skuldi skalla útfrá aftur, men rakti ikki rættiliga. Í staðin bleiv bólturin forlongdur, og við handaru stong stóð Eyðálvur og skoraði.
Tá Jóhan Carl Dam bríkslaði fyrra hálvleik av, stóð sostatt á jøvnum 1-1.
VB var eisini fyrst at skora í seinna hálvleiki. Vágbingar settu eitt kontraálop í gongd. Jón Pauli Olsen, sum veruliga hevur endurvakt VB-liðið, síðani hann kom heim úr Danmark, fann Milan Culjic, sum nakað úti í vinstru síðu skoraði eitt heldur »bleytt« mál. ÍF-málverjin Erling Joensen roknaði við einum innleggi, men skotið hjá jugoslavanum smeyg sær inn við nærmastu stong.
Veika punktið hjá VB í ár hevur verið verjan, og tað var aftur ivasamt verjuspæl hjá suðuroyingunum, tá ÍF enn eina ferð javnaði. Eitt hornaspark varð sent innfyri, og VB-verjan hugsaði ov nógv um at verja teir stóru menninar framman fyri málinum. Bólturin fór útfrá aftur til Mariniak Maciej, sum smekkaði til, og góða skotið sat í netinum.
Líktist javnleiki
Nú var okkurt um eitt korter eftir, og nógv bendi á, at enn ein javnleikur skuldi leggjast afturat teimum fimm, sum ÍF hevur fingið higartil í kappingini. Men VB vildi tað øðrvísi, og tað var fyrst og fremst Jón Paula Olsen fyri at takka.
Tá eini tíggju minuttir vóru eftir, skoraði hann til 3-2. Tað byrjaði við, at tveir ÍF-arar lupu upp at skalla, men hvørgin rakti bóltin. Kviki Magni Magnussen, sum fram til tá ikki hevði havt nakað veruligt høvi til at gera nýtslu av ferðini hjá sær, varð sendur avstað í høgru síðu. Komin til baklinjuna sendi hann innfyri til Jón Paula, sum ikki sveik.
Fyri triðju ferð í dystinum hevði VB tikið leiðsluna, og hesaferð megnaðu fuglfirðingar ikki at svara aftur. Tá teir so eisini fingu eitt knekk sálarliga, og verjuálitið Bartal Eliassen varð rikin av vølli fyri sítt annað gula kort í dystinum, var arbeiðið hjá VB liðugt. Avrikið bleiv kryddað við tveimum málum afturat, so talan í veruleikanum bleiv um stórsigur til vágbingar.
Málið til 4-2 syrgdi Jón Pauli Olsen eisini fyri, tá hann einsamallur slapp avstað, tí ÍF koyrdi fólkið fram í eini roynd at javna fyri triðju ferð. Og móti endanum slóg Milan Culjic sigurin fastan við brotssparki. Enn eina ferð var tað Jón Pauli Olsen, sum slapp avstað. ÍF-verjan helt, at vandamikli VB-áleyparin var rangstaddur, men einki flagg kom upp, og so endaði tað við brotssparki.
Endaligi sigurin bleiv sostatt 5-2, men tað var eitt sindur órættvíst móti ÍF, sum ikki var so langt afturúrsiglt, sum úrslitið sigur.
ÍF í trupulleikum
Men fuglfirðingar hava trupulleikar. Teir hava nú spælt sjey dystir. Fimm av teimum eru endaði javnir, og tveir eru taptir. Av teimum jøvnu dystunum hjá ÍF er tað fleiri ferðir komið fyri, at mótstøðuliðið hevur skorað í seinastu minuttunum, men ein dystur er ongantíð liðugur, fyrr enn dómarin bríkslar fyri seinastu ferð. Í hesum døgum við trimum stigum fyri sigur kemur ein ikki langt við javnleikum, og fuglfirðingar liggja í løtuni á áttanda plássi.
Nú sunnudagin skulu teir til Gøtu at spæla, og tá er Bartal Eliassen leikbannaður. GÍ er heldur ikki ov væl fyri við stigum, og tað er sjáldan, at ÍF fær nakað við sær aftur úr Gøtu.
VB er komið fyri seg eftir aldudalin fyrr í ár, og ein av fremstu orsøkunum til tað er uttan iva, at Jón Pauli Olsen er komin í álopið at herja. Mikukvøldið skeyt hann trý mál og átti ein stóran part í hinum báðum. Hann verður eisini ein styrkur, tá VB seinni í ár skal royna seg í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
ÍF-VB 2-5 (1-1)
0-1: Jón Pauli Olsen
1-1: Eyðálvur Petersen
1-2: Milan Culjic
2-2: Mariniak Maciej
2-3: Jón Pauli Olsen
2-4: Jón Pauli
2-5: Milan Culjic (br.)
ÍF: Erling Joensen ? Torkil Hansen (Jákup Baldvinsson, 82.), Torstein Joensen, Bartal Eliassen ? Bárður á Lakjuni, Høgni Hansen, Roy Róin, Egil Zachariasen, Eyðálvur Petersen ? Áslakkur Petersen, Mariniak Maciej.
Gult kort: Bartal Eliassen
Reytt kort: Bartal Eliassen (2 gul).
VB: Bjarni Johansen ? Eyðun Jacobsen, Jón Gærdbo, Marner Richardt ? Magni Jacobsen, Milan Culjic, Hans Pauli Dahl, John Eystberg, Magni Magnussen (Mikael í Lágabø, 82.) ? Milan Milanovic (Sigmund Mikkelsen, 85.), Jón Pauli Olsen.
Gult kort: Marner Richardt, Milan Culjic.
Dómari: Jóhan Carl Dam (HB).