Samráddust 18 tímar út í eitt

Dagur fór og náttin kom, men einki røktist fyri at nøkur avtala fór at koma í bræði.

Tað byrjaði kl. eitt týsdagin sennapart, tá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, bjóðaði føroyingunum til morgunmatarborðið. Samráðingarnar byrjaðu longu undir borðhaldinum, men hildu fram í fíggjarmálaráðnum kl. 14, har Mogens Lykketoft og Marianne Jelved luttóku fyri donsku stjórnina. Síðan var ein steðgur kl. 17, av tí at donsku ráðharrarnir fóru á fund við teir Konservativu og Vinstraflokkin um búskaparligu inntrivini. Fund-urin skuldi takast upp aftur kl 21, men hann byrjaði ikki fyrr enn hálvan tíma seinni.

Einki frættist úr fundahølinum, og tá luttakararnir av náttúrligum orsøkum noyddust at fara til viks, gekk leiðin gjøgnum ein riðil av fjølmiðlafólki, sum royndu at lofta hvørjum eygnabrá, meðan landsstýrisfólk ella ráðharrar skotraðu seg yvir at wc-hurðini, meðan vit tráspurdu, uttan at fáa meira enn eitt uppgevandi eygnabrá, um tað í løtum gekk illa, ella eitt stórt smíl, um tað gekk væl. Ongin vildi nevna eitt einasta orð um tað, sum fór fram í fundarhølinum.

Tá kl. nærkaðist 23 var eina løtu útlit til at fólkini fóru at koma úr fundarhølinum, men tá komu bert donsku ráðharrarnir, sum antin skuldu tosa við Nyrup Rasmussen ella aðrar flokkar á fólkatingi varð gitt, men sjálv søgdu tey einki. Sóu antin fegin út ella ? ikki so sjáldan ? ógvuliga álvarsom og ótolin.

Náttin gekk við at telja myndirnar á vegginum av donskum fíggjarmálaráðharrum gjøgnum tíðirnar, ella at spáka eftir teimum longu gongdunum og telja tær hvít/svørt gólvflísarnar, drekka sodavatn, kaffi og øl, sum varð sett fram, eins og óteljandi sigarettir vórðu royktar ? eisini tey sum ikki roykja, festu sær í, bara fyri at gera okkurt.

Tá klokkan var farin av fýra mikumorgunin tóktist tað sum nú fór okkurt at henda. Tey, sum høvdu fingið sær ein blund á kalda steingólvinum, ella hingu í einum stóli, vórðu vakt, men so hendi einki meira.

Um fimm tíðina fóru embætisfólk at renna aftur og frem við pappíri í hondunum, og nú varð gitt, at avtalan var komin undir land. Jú, rætt var. Nú segði ein embætismaður, at eitt korter var eftir, ein politikari aftan á hann, at 20 minuttir vóru eftir, osfr. Tað var vorðið ljóst uttanfyri, men so hendi einki meira.

Klokkan var umleið seks, tá samráðingarnar vóru lidnar og fjølmiðlafólkini sluppu fram at at fregnast um úrslitið. Óli Breckmann, sum hevði verið í fundarhølinum í nakrar tímar, gloppaði fundardyrnum og upplýsti hátíðarliga, at hann hevði selt sína atkvøðu í tingsalinum fyri »pinsapakkan«, orsakað av at føroyska avtalan var so avbera góð. Nú galt tað um føroysk viðurskifti, segði Óli Breckmann. Spurdur um hann var farin úr tingbólkinum hjá teimum konservativu og hervið ikki fór at atkvøða saman við teimum longur, svaraði Óli Breckmann, at hann bert hevði selt sína atkvøðu hesa einu ferðina. Man hann ikki halda avtaluna vera meira verda enn eina atkvøðu fyri donsku inntrivini. Stundir vóru ikki at seta spurningin, tí nú komu fundarfólkini og Óli Breckmann flutti seg úr myndavinklunum hjá sjónvarps- og upptøkufólkunum og varð gloymdur í øllum ruðuleikanum eftir strævnar tímar bæði inni í fundarhølinum og úti í gongini.