Klatriveggurin hevur verið sera væl umtóktur. Tí hevur bíðirøðin ofta verið long fyri at royna veggin, sigur Oluf.
Veggur er gjørdur á tann hátt, at fýra persónar kunnu klatra samstundis, tvey á hvørji síðu. Børn nýta aðra síðuna, meðan vaksin nýta hina. Sjálvur veggurin er 6,83 metrar høgur.
Tað eru seks skótar, sum mugu hjálpa til fyri at alt skal virka. Tveir skótar hjálpa fólki at lata seg í trygdarútgerðina og at taka móti peningi, meðan hinir fýra eru ankarmenn.
Øll, sum byrja at klatra, klára at koma upp. Tað er bara onkur einstakur, sum hevur hæddarskrekk, sum ikki er komin upp.
Á jamboree í Chile
Tað eru jamboree-skótarnir, sum hava klatriveggin. Annan jóladag fara teir 15 føroysku skótarnir til Chile, har teir skulu taka lut á alheims jamboree-ini. Við á leguni vera einir 24.000 skótar í aldrinum 14 - 18 ár úr eini 160 tjóðum. Sjálvur verður Oluf Joensen høvuðsleiðari fyri føroyska ferðalagnum.
Legan sjálv varðir í 10 dagar, men áðrenn skótarnir koma heimaftur 19. januar 1999, skulu teir eisini vitja í Bolivia, í Peru og í Brasil.