sigur tað seg sjálvt, at teir eru farnir at troyttast. At venja tvær ferðir um dagin og at spæla fleiri dystir um vikuna hevur við sær, at bæði kroppur og sinni ikki eru heilt í topp at spæla. Tað sást eisini [...] skjótt at gera upp við seg sjálvan, hvønn av teimum báðum hann vil hava sum fyrsta málverja. Hóast talan er um tveir eins góðar málverjar, so fer tað neyvan at vera soleiðis, at Jákup Mikkelsen fer at verja [...] í øðrum hvørjum dysti. Vanliga er tað soleiðis, at venjarin tekur avgerð um, hvør skal vera fyrsti málverjin, og so verður tað upp til henda at vísa, at venjarin hevur gjørt rætta valið.
gi. Í grein 1 verður fyri tað fyrsta sligið fast, at Sambandsflokkurin arbeiðir fyri at varveita ríkisfelagsskapin, eins og tað verður hildið fram, at flokkurin innanfyri ríkisfelagsskapin vil arbeiða [...] var við til at orða og samtykkja Heimastýrislógina, og hann er tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið tæna Føroya fólki best (Føroysku tjóðini best). Vit kunnu siga, at var tað ikki [...] soleiðis, at øll tann føroyska tjóðin kann lesa, hvussu vítt hendan strevnuskráin fevnir !! Menning av Føroysku tjóðini Grein 1: Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í rikisfelagsskapinum við Danmark, at arbeiða
Løgreglan hevði úr at gera fríggjanáttina, eftir at klubbarnir høvdu latið aftur og koyrt fólkið út á gøtuna. Tríggir menn boðaðu løgregluni frá, at teir vórðu álopnir. Teir órættaðu meldaðu samstundis [...] er illa farin. Løgreglan væntar, at teir skuldsettu koma fyri rættin í næstum. Róligt leygarkvøld Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fríggjakvøldið var nógv at gera, men leygarkvøldið var rógv fallið [...] einum roki Av løgreglustøðini verður sagt, at allir tríggir tilburðirnir hendu um sama mundið og hava samband við hvønn annan. Tó ber ikki til hjá teimum at geva eina nágreiniliga frágreiðing av øllum
bygninginum. Advokatarnir á Advokatskrivstovuni fara at skiftast um at arbeiða á Skálafjørðinum, so at allir sleppa at royna seg á nýggja beitinum. Umframt at veita íbúgvunum í økinum eina betri tænastu og [...] royna vit, um grundarlag eru fyri at hava eina deild á Skálafjørðinum. Tí velja vit ikki at hava opið allar dagar í vikuni at byrja við. Hetta er ein varislig roynd at hava virksemi uttanfyri høvuðsstaðin [...] viðskiftafólki okkara við at lata eina deild upp í økinum, sigur Ólavur Jákup Kristoffersen, ið er advokatur á Advokatskrivstovuni. Hann leggur afturat, at hetta er tengt at tí vaksandi vinnuliga virkseminum
á tal, at vit fara at taka fult sjálvstýri innan fýra ár, sigur Anfinn Kallsberg. Spurdur um hann væntar, at hetta fær ávirkan á komandi samgongumøguleikar eftir løgtingsvalið, sigur løgmaður, at Fólkaflokkurin [...] fullveldi, har tað verður undirstrikað, at Føroyar mest sannlíkt hava tikið fullveldi um fýra ár, um verandi samgongu sleppur at halda fram. ?Tað er ógvuliga ørkymlandi, at Høgni Hoydal kemur við tílíkum útsagnum [...] øllum at døma aftur komið vátt í reiðrið millum stóru samgonguflokkarnar. Høgni Hoydal hevur fyri altjóða fjølmiðlum boðað frá, eins og hann fleiri ferðir hevur sagt við føroyskar fjølmiðlar, at komandi
tunlunum. Finnleif Durhuus, á Landsverkfrøðingsstovninum, sigur, at arbeitt verður í løtuni við at tryggja loftið í tunlinum. Hann sigur, at landsverkfrøðingurin fylgir teimum norsku fyriskriftunum fyri tunlar [...] er neyðugt við dagføringum. Neyðugt er at steingja tunnilin um náttina fyri at arbeiði skal ganga so skjótt og væl sum gjørligt. Tað, sum nú verður gjørt, er, at loftið fyrst verður reinsað. Síðan verður [...] vatnið út úr tunlinum. Soleiðis verður eisini turrari at koyra í tunlinum. Næsta málið er so at fáa ventilatiónsskipan og veiting í tunnilin, Og at enda skal ljós leggjast inn, neyðtelefonir skulu setast
landsstýrið ger nóg mikið fyri at koma strámannavirksemi til lívs. Í svarinum sigur Bjarni Djurholm, at Vinnumálastýrið arbeiðir miðvíst fyri at dagføra sína vitan, og hann heldur, at innlitið sum heilt er nóg [...] alibrúkunum, so sleppa teir ikki at eiga meira enn ein triðing í føroysku alivinnuni. Lógin loyvir ikki útlendingum at fáa størri lut í alivinnuni. Eftirlitið við, at alt fer rætt fram, er gott, og útlendingar [...] í alivinnuni. Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið hevur eitt vakið eyga við ognarviðurskiftunum í alivinnuni. Fyri tað fyrsta hava allar alifyritøkur skyldu at boða Vinnumálastýrinum frá øllum broytingum
nakkan á mær, er ikki lætt at ímynda sær. Men eg eri sannførdur um, at tað verður gjørt, fyri at sáa enn meir split ímillum Føroyar og Danmark. Eg havi leingi hugsað um, at fullveldisætlanin er ein sam [...] tingmaður Sambandsfloksins At nógv skitin vápn hava verið, og framvegis verða brúkt av teimum sum ætla at skipa Føroyar sum fullveldi, havi eg ongantíð verið í iva um. Men at eg sjálvur skuldi vera drigin [...] og í Danmark hava lisið greinina, so kann eg ikki annað enn gera vart við, at eg ikki havi, og ongantíð hevði funnið uppá at skrivað nakað slíkt um ta avtalu sum landsstýrið og danska stjórnin í 1992 gjørdu
leikbann hava tó forðað fyri, at talan síðani hevur verið um støðugt spæl á høgum støði, men byrjanin upp á kappingarárið í ár hevur tó víst, at Helgi veruliga aftur er farin at gera um seg. Fimm mál í trimum [...] kenni tað soleiðis, at alt, sum eg royni, riggar. Spurdur, um verandi oddasessurin fær gøtumenn at droyma søtar gulldreymar, flennir Helgi bara. - Nei. Kappingin er akkurát byrjað, so at tosa um gull, er [...] Fótbóltstos Einki man vera at ivast í, at dagsins maður í Gundadali sunnudagin var runavíkingurin á GÍ-liðnum, Helgi L. Petersen. Við tveimum málum og upplegginum til eitt triðja, var hann fram um lið
avgerð um eisini at nýta nakað av veddingarpengunum til endamálið, soleiðis at ráð eru til at senda tvær manningar avstað. Sjálv kappingin byrjar annars 5. mei, so ivaleyst verður meira at hoyra til avrikini [...] fjórða árið á rað, at tað stendur føroyskum bátum í boði at taka lut í HM kappingini á Scilly-oyggjunum, og hóast avrikini higartil hava verið heldur óstøðug, hava kappinginar sýnt, at føroyingar als ikki [...] gjørdist, at Argjabáturin og Frúgvin vunnu rættin til luttøkuna, og tí verða tað hesir bátar, sum nú skulu umboða Føroyar. Fyrio Frúnna er tó galdandi, at tað ikki er gjørligt hjá teimum at hava alla