Gott eftirlit við alivinnuni

Eftirlitið við alivinnuni er gott, og eingi tekin eru um, at útlendingar royna at snúgva sær undan regluni um, at teir ikki mugu eiga meira enn 33 prosent í alibrúkum, heldur Bjarni Djurholm

Hóast útlendingar tíðum vísa stóran áhuga fyri føroysku alibrúkunum, so sleppa teir ikki at eiga meira enn ein triðing í føroysku alivinnuni. Lógin loyvir ikki útlendingum at fáa størri lut í alivinnuni.

Eftirlitið við, at alt fer rætt fram, er gott, og útlendingar kunnu heldur ikki eiga í alivinnuni gjøgnum føroysk feløg, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann í síðstu viku svaraði einum fyrispurningi fra Dan R. Petersen um ognarviðurskiftini í alivinnuni.

Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið hevur eitt vakið eyga við ognarviðurskiftunum í alivinnuni. Fyri tað fyrsta hava allar alifyritøkur skyldu at boða Vinnumálastýrinum frá øllum broytingum í ognarviðurskiftunum, og í øðrum lagi ger Vinnumálastýrið uppsøkjandi arbeiði fyri at hava dagførda vitan um ognarviðurskiftini.

Gerst Vinnumálastýrið varugt við, at eitt alibrúk hevur fjalt upplýsingar, so kann aliloyvið verða tikið frá fyritøkuni.

Partafelagsskrásetingin skrásetur øll feløg, sum eru í alivinnuni og allar broytingar, sum fara fram í ognarviðurskiftunum, og hon boðar eisini Vinnumálastýrinum frá, tá ið broytingar fara fram.

Vinnumálastýrið kannar harumframt ársroknskapirnar hjá alifyritøkunum, og javnan er samband millum Vinnumálastýrið og fólk í alivinnuni ? eitt nú í Føroya Havbúnaðarfelag.

Vinnumálastýrið eigur harumframt skrivaran Aliráðleggingarnevndini og ein aliráðgevi er settur burturav á Fiskaaling.

Myndugleikarniar arbeiða í løtuni við at savna saman allar upplýsingar um ognarviðurskiftini í alivinnuni undir einum, og hetta arbeiðið verður liðugt um stutta tíð. Bjarni Djurholm sigur í svarinum, at teir upplýsingar, sum Vinnumálastýrið hevur um alivinnuna, ikki geva ábendingar um, at ognarviðurskiftini eru í ósamsvari við galdandi lóg.

Dan R. Petersen setur millum annað spurnartekin við, um gjøgnuskygnið í alivinnuni er nóg gott, og hann spyr, um landsstýrið ger nóg mikið fyri at koma strámannavirksemi til lívs.

Í svarinum sigur Bjarni Djurholm, at Vinnumálastýrið arbeiðir miðvíst fyri at dagføra sína vitan, og hann heldur, at innlitið sum heilt er nóg gott. Viðvíkjandi strámannavirksemi, so er tað er ringt at siga nakað um, í hvønn mun tílíkt virksemi fer fram. Enn verri er at prógva tað. Men verður Vinnumálastýri kunnugt við óformligar avalur viðvíkjandi atkvøðu- og avgerðarrætti í alivinnuni, so kann aliloyvið hjá fyritøkuni verða tikið aftur.