Langa venjingarlegan hjá svensku og norsku fótbóltsfeløgunum í La Manga fer nú at halla. Næstsíðsti dystardagurin var týsdagin. Í morgin verða síðstu dystirnir spældir.
Molde spældi týsdagin ímóti svenska Halmstad. Á báðum liðunum vóru fleiri spælarar, sum frammanundan ikki høvdu spælt so nógv á venjingarleguni. Tá fótbóltsspælarar hava verið á venjingarlegu í tíggju dagar, sigur tað seg sjálvt, at teir eru farnir at troyttast. At venja tvær ferðir um dagin og at spæla fleiri dystir um vikuna hevur við sær, at bæði kroppur og sinni ikki eru heilt í topp at spæla.
Tað sást eisini í spælinum, sum verður sagt ikki at hava verið nakað serligt. Í 1. hálvleiki var Molde omaná. Teir høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, og tvær ferðir bjargaðu teir á svenska liðnum á málstrikuni. Svenska liðið hevði onkran einstakan møguleika, men tað var málleyst, tá spælararnir fóru til kærkomnu hvíldina. Um støðan hevði verið 3?1 til Molde, so hevði tað verið á einari leið, siga teir á heimasíðuni hjá Molde.
Eftir steðgin gekk tað meiri javnt fyri seg. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og tað var eftir eina deyðbóltsstøðu, tá umfarið var tjúgu minuttir gamalt, at svenskararnir fingu einasta málið. Jákup Mikkelsen hálvbjargaði frísparksroynd av brotsteigarmarkinum, og ein av svensku álopsmonnunum var fyrstur á returinum.
Stóri spurningurin er so, hvussu tað verður við plássinum millum stólparnar hjá Molde, tá sjøtul aftur verður settur á Tippuliguna, sum norska landskappingin verður nevnd. Á venjingarleguni í La Manga hava svenski Eddie Gustafosson og Jákup Mikkelsen vart málið aðru hvørja ferð. Svenski venjarin hjá Molde, Gunde Bengtsson, fer ivaleyst skjótt at gera upp við seg sjálvan, hvønn av teimum báðum hann vil hava sum fyrsta málverja.
Hóast talan er um tveir eins góðar málverjar, so fer tað neyvan at vera soleiðis, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið í øðrum hvørjum landskappingardysti og Eddie Gustafsson í øðrum hvørjum dysti. Vanliga er tað soleiðis, at venjarin tekur avgerð um, hvør skal vera fyrsti málverjin, og so verður tað upp til henda at vísa, at venjarin hevur gjørt rætta valið.










