Betra trygdina í tunlinum

Arbeitt verður við at betra trygdina í Norðskálatunlinum. Loftið verður tryggjað, og síðan verður ventilatión og ljós lagt í tunnilin

Ferðslutrygd

Millum Fjarða:
Trygdin í Norðskálatrunlinum skal dagførast, so hon stendur mát við seinastu krøvini, sett eru tunlunum.
Finnleif Durhuus, á Landsverkfrøðingsstovninum, sigur, at arbeitt verður í løtuni við at tryggja loftið í tunlinum.
Hann sigur, at landsverkfrøðingurin fylgir teimum norsku fyriskriftunum fyri tunlar. Og tær eru strangar. Har verður lagdur sera stórur dentur á trygdina.
Nýggj skipan kom í gildi á nýggjárinum, og hon er rættiliga nógv strangari enn tann, føroysku tunlarnir eru gjørdir eftir, Tí er neyðugt við dagføringum.
Neyðugt er at steingja tunnilin um náttina fyri at arbeiði skal ganga so skjótt og væl sum gjørligt.
Tað, sum nú verður gjørt, er, at loftið fyrst verður reinsað. Síðan verður tað boltað, og net lagt uppundir. At enda verður betong sprænt í, so tað verður púra trygt.
Tað, sum hent er, er at eitt lag undir loftinum ikki tolir tað oxygennøgdina, sum er í tunlinum og tí brotnar niður undan. Hesum slepst undan við at forsegla loftið við betongi.
Eisini skulu gerast nøkur vendipláss, eins og nøkur sonevnd neyðpláss eisini skulu gerast inni í tunlinum.
Tá tað arbeiðið er liðugt nakað skjót, verður farið at veita lekarnar undir loftinum niður við síðunum og í rennur, sum veita vatnið út úr tunlinum. Soleiðis verður eisini turrari at koyra í tunlinum.
Næsta málið er so at fáa ventilatiónsskipan og veiting í tunnilin, Og at enda skal ljós leggjast inn, neyðtelefonir skulu setast upp, eins og koyribreytin skal asfalterast, sigur Finnleif Durhuus.
Raðfestingin hjá Landsverkfrøðinginum sigur, at ventilatiónin og veitingin skulu gerast í ár, meðan bíðað verður til næsta ár við ljósunum og asfalteringini.
?Men tað velst alt um, hvørja játtan vit fáa, sigur Finnleif Durhuus.
Hóast tunnilin hevur verið stongdur nú í nakrar nætur, ber kortini til at koyra millum sunnara part av Eysturoynni og restina av meginøkinum um Eiðisskarð.
Teir hava skeitt eftir veðurlíkindunum, verður sagt frá Lnadsverkfrøðinginum, áðrenn teir hava stongt tunnilin, soleiðis at øll ferðsla ikki hevur verið púra avskorin, um nú ikki var koyrandi um Eiðisskarð.