Eingir skaðar

Sjálvur heldur Helgi L. Petersen, at góða byrjan hansara skyldast, at hann ikki hevur havt skaðar at dragast við undan kappingarárinum

 

Fótbóltstos


Einki man vera at ivast í, at dagsins maður í Gundadali sunnudagin var runavíkingurin á GÍ-liðnum, Helgi L. Petersen. Við tveimum málum og upplegginum til eitt triðja, var hann fram um liðfelagarnar maðurin, sum søkti HB.

Hetta er nú ikki fyrstu ferð, at Helgi ger um seg í føroyska fótbóltsheiminum. Fyri nøkrum árum síðani sýndi hann somikið góð fótbóltsevni, at Allan Simonsen tók hann upp á føroyska A-landsliðið, har tað tó ongan tíð gjørdist talan um veruliga dyst.


Skaðafríður

Skaðar og í fleiri førum leikbann hava tó forðað fyri, at talan síðani hevur verið um støðugt spæl á høgum støði, men byrjanin upp á kappingarárið í ár hevur tó víst, at Helgi veruliga aftur er farin at gera um seg. Fimm mál í trimum teimum fyrstu dystunum, hava sent hann ovast á máltindin, og sjálvur ivast Helgi ikki í, hví hann í ár hevur fingið somikið góða byrjan.

- Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at eg havi fingið alla grundvenjingina við. Áður hevur altíð okkurt verið galið, og tí havi eg kanska ikki havt tað seinastu orkuna, sum krevst, fyri veruliga at sláa til. Hesa havi eg nú, og hetta er helst týdningarmesta frágreiðingin.

- At eg so eisini havi fingið nógv mál, er bara heilt stuttligt. Eg havi ongantíð roynt at spælt áleypari fyrr, men higartil hevur tað gingið framúr væl. Eg havi kanska havt eini seks møguleikar, og fingið fimm mál, so í løtuni er sjálvsálitið í topp. Eg kenni tað soleiðis, at alt, sum eg royni, riggar.

Spurdur, um verandi oddasessurin fær gøtumenn at droyma søtar gulldreymar, flennir Helgi bara.

- Nei. Kappingin er akkurát byrjað, so at tosa um gull, er so slettis ikki aktuelt. Vit taka ein dyst í senn, og sum tað gongur í løtuni, so seta vit bara fulla ferð á. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur Helgi L. Petersen at enda.