Sambandspolitikkurin styrkir føroysku tjóðina

Lesa vit grein 1 í stevnuskrá Sambandsfloksins, síggja vit, at tað eru ikki bara repuplikanarar, ið brúka orðið tjóð í síni polittisku stevnuskrá.

Nei, Sambandsflokkurin er ein flokkur, ið altíð hevur viðurkent føroysku tjóðina, og hvat skuldu vit annað gjørt, tá vit hugsa um, okkara stolta fólk ! Latum okkum endurgeva grein 1 í stevnuskránni soleiðis, at øll tann føroyska tjóðin kann lesa, hvussu vítt hendan strevnuskráin fevnir !!

Menning av Føroysku tjóðini
Grein 1: Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í rikisfelagskapinum við Danmark, at arbeiða fyri frílintari og hollari menning av Føroysku tjóðini, stjórnarliga og fíggjarliga og vil á øllum økjum reka ein framtakshugaðan politikk á kristiligum mentunargrundarlagi.
Ì grein 1 verður fyri tað fyrsta sligið fast, at Sambandsflokkurin arbeiðir fyri at varveita ríkisfelagskapin, eins og tað verður hildið fram, at flokkurin innanfyri ríkisfelagsskapin vil arbeiða fyri hollari menning av Føroya fólki, stjórnarliga, fíggjarliga og mentunarliga.

Sambandsmenn eru framskygnir
Sambandsflokkurin var við til at orða og samtykkja Heimastýrislógina, og hann er tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar , ið tæna Føroya fólki best (Føroysku tjóðini best). Vit kunnu siga, at var tað ikki soleiðis, at Sambandsflokkurin hevði samtykt heimastýrislógina, so var eingin av hesum yvirtøkunum gjørligar, ið longu eru framdar. Tí kunnu vit staðfesta, at Sambandsmenn ikki hava verið so lítið framskygnir, tá ið Heimastýrislógin var gjørd.

Sambandsflokkurin og sjálvberandi búskapur.
Føroyar eru eitt lítið land sammett við onnur lond og vit føroyingar hava (enn í hvussu so er), sjógvin sum størsta landsbúskaparliga álit. Sambandsflokkurin veit, eins og allir aðrir politiskir flokkar, at skulu vit hava eins góð livilíkindir sum í øðrum framkomnum londum, verður hetta trupult at klára fíggjarliga sjálvir, enn ið hvussu so er. Men; tann tíðin kemur og verður hetta skjótast framt undir Sambandsflokksins leiðslu, tí Sambandsflokkurin hevur eisini sum aðalmál, at fremja góð arbeiðisviðurskiftir fyri vinnulívið.
Hetta skal verða so, tí vinnulívið er tað ið skal framleiða okkum til sjálvberandi búskap.
Eftir at hava lisið hetta kann eingin ivið verða um, at vilt tú Føroysku tjóðini best, so er at sleppa Sambandsflokkinum frammat við næsta val.