Nú stinga hógvarnir undan

At nógv skitin vápn hava verið, og framvegis verða brúkt av teimum sum ætla at skipa Føroyar sum fullveldi, havi eg ongantíð verið í iva um. Men at eg sjálvur skuldi vera drigin uppí av ókendum fólki, hevði eg kortini ikki rokna við.

 

Heðin Mortensen,

tingmaður Sambandsfloksins




At nógv skitin vápn hava verið, og framvegis verða brúkt av teimum sum ætla at skipa Føroyar sum fullveldi, havi eg ongantíð verið í iva um. Men at eg sjálvur skuldi vera drigin uppí av ókendum fólki, hevði eg kortini ikki rokna við.

Mikudagin 21. februar fekk eg so prógv fyri, at vápnini ið nýtt vera, ongantíð eru ov skitin.

Tá stóð ein grein/lesarabræv í ?Extra Bladet?, við mínum navni undir. Greinin nevnist: ?SÅDAN FÅR DANMARK OLIEMILLIARDERNE.? Greinin er niðanfyri, so til ber at síggja tað sum skrivað varð.

Eg tók tað sum skemt, og eg meti tað framvegis vera skemt.

Men tá ivaleyst fleiri føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark hava lisið greinina, so kann eg ikki annað enn gera vart við, at eg ikki havi, og ongantíð hevði funnið uppá at skrivað nakað slíkt um ta avtalu sum landsstýrið og danska stjórnin í 1992 gjørdu um undirgrundina.

Avtalan varð gjørd eftir heimastýrislógini, og hon er í gildi, og kann ikki broytast. Tað hava fremstu føroysku og donsku juridisku serfrøðingar boðað frá. Og danska stjórnin sigur seg fara at virða avtaluna, og tað hevur størsti danski andstøðuflokkurin, Vinstra, eisini sagt.

Tað haldi eg meg til.

Hvørja fragd fólk finna í at skriva eina slíka grein uppá nakkan á mær, er ikki lætt at ímynda sær. Men eg eri sannførdur um, at tað verður gjørt, fyri at sáa enn meir split ímillum Føroyar og Danmark.

Eg havi leingi hugsað um, at fullveldisætlanin er ein samansvørjing ímillum nøkur fólk í landinum. Nakað hevur verið at sæð í bløðunum av og á, og skal eg ikki koma nærri inn á tað. Tað tykist sum fullveldisætlanin skal fremjast, uttan mun til úrslit og framtíðarvánir.

Eg vil ikki gerast ein partur í tí skitna spælinum, og tí vóni eg, at allir føroyingar fáa eyguni upp fyri tí sum fer fram, og vísa tí frá sær.

Tað er lítið hugaligt at verða hongdur út fyri nakað sum ein ikki hevur gjørt.