Løgreglan hevði úr at gera fríggjanáttina, eftir at klubbarnir høvdu latið aftur og koyrt fólkið út á gøtuna.
Tríggir menn boðaðu løgregluni frá, at teir vórðu álopnir. Teir órættaðu meldaðu samstundis ávísar persónar, ið teir søgdu, høvdu staðið fyri álopinum á seg.
Løgreglan handtók ein ungan mann um vikuskiftið í sambandi við hesar tríggjar fráboðanirnar. Ein annar maður var á løgreglustøðini mánamorgunin til avhoyringar. Teir báðir, sum eru um 20 ára aldur, eru skuldsettir fyri harðskap.
Alt í einum roki
Av løgreglustøðini verður sagt, at allir tríggir tilburðirnir hendu um sama mundið og hava samband við hvønn annan. Tó ber ikki til hjá teimum at geva eina nágreiniliga frágreiðing av øllum tilburðunum, tí enn hava allar avhoyringarnar ikki verið.
Tað var um fýra tíðina leygarmorgunin, at boðað varð frá teimum trimum tilburðunum, har menn vóru farnir til hendurs. Hetta var eftir at náttklubbarnir og dansistøðini høvdu latið aftur, og fólkið var farið út á gøturnar.
Tann eini bardagin fór fram niðri á Áarvegnum uttanfyri Hotel Hafnia. Nakrir ungir menn vóru komnir til ilnar í klubbagarðinum uttanfyri Club 20. Annar parturin tók til beins omaneftir móti Kongabrúnni. Á vegnum omaneftir eru teir eftir øllum at døma fangaðir og bresta saman við mótpartin.
Tann eini maðurin hevur fingið sløg í andlitið. Hann skuldi á sjúkrahúsið mánadagin at taka røntgen-myndir. Hann hevði ilt tonnunum, nøsini og í eyganum. Ein annar ungur maður var eisini í sama leiki. Hann var illa skurslaður í andlitinum, eftir at hann varð skumpaður í vegin.
Tann triði órættaði hevði roynt at steðga einum bardaga uttanfyri tinghúsið. Hann varð skumpaður niður, varð síðani sparkaður illa um allan kroppin og tann dýri klædningsjakkin er illa farin.
Løgreglan væntar, at teir skuldsettu koma fyri rættin í næstum.
Róligt leygarkvøld
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fríggjakvøldið var nógv at gera, men leygarkvøldið var rógv fallið yvir býin. Tað er vanliga soleiðis, at fríggjakvøldið er meira ófriðarligt enn leygarkvøldið.
Seks fólk hava sovið rúsin av á støðini, tí tey ikki megnaðu at vinna upp hús sjálv, og ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring fríggjakvøldið.










