avreiddað nøgdin á hýsu verið væl omanfyri 20 túsund tons - í fjør varð avreidda nøgdin á hýsu beint omanfyri 3 túsund tons. Gongdin í veiðivirðinum fylgir ikki gongdini í veiðunøgdunum, sum sæst á myndini niðanfyri [...] 1990´unum fyri at finna líknandi tøl. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Nógv minni varð avreitt av upsa í 2011 góð 12 túsund tons ella ein minking á 31% í mun til 2010. Upsin hevur verið álitið í botnfi [...] ganga veiðinøgdir og veiðivirði hvønn sín veg. Avreiðingartøl fyri árini 1993-2011 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar
landsins myndugleikar gjørdu mismun á føroyingum. Men tað sum hendi á tí seinasta fundinum hjá Løgtingið áðrenn tað fór í summarfrí, mann følast sum at fáa ein vátan framman á hjá sandoyingum. Tí mikukvøldið [...] Tað er nú greitt, at sandoyingar kortini fáa onga ítróttahøll enn á sinni. Løgtingið samtykti annars herfyri at gera ítróttarhøll á Sandi fyri 27 milliónir. Hetta er einasta ítróttarhøll í landinum, sum [...] eykajáttanarlóg. Sostatt eru nú bara tvær milliónir krónur eftir til endamálið og tað røkkur als ongan veg. Samstundis er greitt, at ongin serskild játtan er til ítróttarhøllina í Sandoy í játtanarkarmunum
málinum setti fótin á og javnaði. Avgernadi løtan kom tá eitt stórt korter restaði í. Eftir innlegg kom bóturin útfrá til Kyle Walker, sum smekkaði til. Bólturin mest sum skifti kós á veg móti málinum og snýtti [...] Bæði Chelsea og Fulham vunnu stórsigrar og høvdu hattrick skjúttar á liðnum. Grannauppgerðin í London byrjaði við fullari ferð og fokus á fyrrverandi Arsenal framherjanum, Emmanuel Adebayor. Hann og eitt [...] tá hann var spældur leysur av Robin van Persie, men skotið fór við síðuna av málinum. Tottenham kom á odda tá tað manglaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Rafael van der Vaart tamdi ein langa bólt inni
hvør skal spæla finalu ímóti B36 á Tórsvølli leygardagin klokkan 16. Gongdin við Løkina var nett tann sama, sum hon var á Tórsvølli fyri stórari viku síðani. HB legði seg á odda beinanvegin, tá ið Hilmar [...] men tað var fíni dómarin Petur Reinert ikki samdur við teimum í, og so sá tað út til, at HB var á veg í finaluna, og at NSÍ var punkterað og fallið í fátt. Men heimamenninir vístu fínan hugburð, reistu [...] skoraði úr spískum í høgru, og Hilmar Leon Jakobsen, sum tað mesta av kappingarárinum hevur sitið nógv á beinkinum, átti stóran leiklut, tá ið HB leiðslan varð økt til 2-0. Eitt korter var farið, tá ið Áki
Prísurin á olju og bensinið er farin til himmals hesa seinastu tíðina – og útlit eru fyri, at enn fleiri príshækkingar eru á veg. Tað staðfestir Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann [...] bendir á, at hetta verður bæði ein kaldur og dýrur vetur, bæði fyri vanliga fólkið, men eisini fyri vinnuna, ikki minst fiskiflotan, sum brúkar nógva olju. Hann vísir eisini á, at hækka prísirnir á olju [...] áttu vit at havt nógv harðari treytir til eina oljutilbúgving enn onnur lond hava. Men hann vísir á, at skal Landið keypa olju inn undir seg, krevst at vit hava tangar at goyma hana í – og tað hava vit
Christian Lützen small deyður í føvningin á Christian 9. kongi. Hetta var, tá fyrsta kongavitjan var í Føroyum, tá kongur saman við Valdemar prinsi var á veg til túsundárhaldið fyri landnáminum í [...] um av tiltakinum, eisini fer at siga nøkur orð. Sangur verður eisini á skránni í kirkjuni. Aftaná verður farið ein túr út á Skúlareyn í Havn, har almuguskúlin stóð, ein túr í gamla Kirkjugarð, har [...] varð hondskrivað í trimum eintøkum. Bókin fæast til keyps á samkomuni, har ein drekkamuður eisini verður at fáa. Heine Lützen leggur dent á, at talan er um eitt alment tiltak, og at øll eru hjartaliga
ið er á veg. - Eingin hevur biðið um hesa lóggávu, eingin hevur ynskt hana. Eingin tørvur er á henni. Tvørturímóti hava stórt sæð allir partar í matmentarliga heiminum í og uttan fyri Føroyar víst á vandanum [...] sum er matkennari og hevur skrivað nógv um mat í Føroyum, ávarar í hesum døgum føroyingar og heitir á teir, um at venda sær beinleiðis til løgtingsfólk við eini áheitan um at steðga eini matvørulóggávu [...] forðingar fyri at ræsa og turka í Føroyum sum vit kenna tað í vinnuligum høpi, at hetta fer at gerast endin á hornasteininum í føroysku matmentanini, skrivar Mortan í Hamrabyrgi og sipar til tað ræsta í føroyskum
skipa arbeiðsmarknaðin innan fiskivinnuna hava drúgva siðvenju fyri at vera virkin ikki bert á sáttmálaøkjum eisini á vinnuøkinum. Í stórum bókaverki lýsir Erlendur Patursson, sáli, hvussu Reiðarafelagið so [...] minnast ógvusligu verkføllini í fimtiárunum. Enn hongur skálkijarnið á skrivstovu Fiskimannafelagsins, meðan teir flestu, sum vóru úti á Redini, tá reiðarar og fiskimenn fóru til hendurs, eru farnir undir [...] frælsu marknaðarkreftirar ráða einsamallar. Sambært formannin í Reiðarafelagnum er fiskivinnan nú á veg í enn ein aldudal og fyri fyrstu ferð síðan fimtiárini skulu markanaðarkreftirnar aftur standa sína
og tí kundi kommunan kanska raðfest øðrvísi, á sama hátt sum vit gjørdu á sinni, sigur Heðin Zachariassen. Onki heim uttan hjálp Tá røktarheimið á Mørkini á Streymnesi varð gjørt, tóku kommunurnar bróðurpartin [...] við í einum arbeiði, so koma loysnirnar eisini. Tí haldi eg, at mann í kommunureforminum, sum er á veg, skal geva kommunum eldraøkið eisini, sigur Heðin Zachariassen. Hann leggur afturat, at kommunurnar [...] trupulleikan sum var. Skilir væl Havnina Heðin Zachariassen skilir væl, at Tórshavnar kommuna peikar á landið, tá talan er um hesa uppgávuna. - Tað er púra greitt, at landið eigur at útbyggja eldraøkið,
Umheimurin roynir at leggja trýst á partarnar fyri at fáa eina vápnahvíld, ið kann spara mongu sivilu lívini. Tað tykist tó ikki at ganga nakran veg við tí. Hóvligu palestinarnir á Vestara Áarbakka, sum ikki [...] at stuðla brøðrum og systrum í Gaza og heita á umheimin at steðga álopunum á sivilar palestinar í Gaza. Hóast vesturlendskar stjórnir og leiðarar hava heitt á Ísrael um at gevast við álopunum, sum fleiri [...] inn í Gaza og tekur seg ikki aftur, fyrr enn trygd er fingin fyri, at Hamas gevst við rakettálopunum á sivil í suðurísrael. Hamas hinumegin leggur Ísrael undir at drepa børn og kvinnur, sum einki hava við