Hetta verður ein kaldur og dýrur vetur

Men landsstyrið fær einki gjørt

Prísurin á olju og bensinið er farin til himmals hesa seinastu tíðina – og útlit eru fyri, at enn fleiri príshækkingar eru á veg. Tað staðfestir Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann sigur, at í Danmark rópa tey varskó, tí tað er alt, sum bendir á, at hetta verður bæði ein kaldur og dýrur vetur, bæði fyri vanliga fólkið, men eisini fyri vinnuna, ikki minst fiskiflotan, sum brúkar nógva olju.

 

Hann vísir eisini á, at hækka prísirnir á olju og bensini, fara vanliga gerandisvørur eisini upp í prísi og tað fer at gera tað upp aftur dýrari at liva. Tískil spurdi Bjarni Hammer Magnus Rasmussen, landsstýrismann í orkumálum í Løgtinginum í morgun um hann ætlar at gera nakað fyri at forða fyri at tað verður alt ov dýrt. Hann hugsar um at Landið kanska fær sær eina oljugoymslu fyri at leggja upp fyri teimum stóru príshækkingunum.

 

Magnus Rasmussen sigur, at tað eru bara oljufeløgini, Effo og Magn, umframt Sev, sum hava oljugoymslur. Tilsamans eru oljugoymslurnar 40.000 - 50.000 kubikkmetrar og hetta svarar bara til tað, vit brúka í ein mánað.

 

Hann sigur, at framkomin lond hava eina oljugoymslu til 90 dagar, men vit, sum eru nógv meiri bundin at olju enn onnur lond, áttu vit at havt nógv harðari treytir til eina oljutilbúgving enn onnur lond hava.

 

Men hann vísir á, at skal Landið keypa olju inn undir seg, krevst at vit hava tangar at goyma hana í – og tað hava vit ikki. Sostatt fær hann heldur ikki gjørt nakað við príshækkingarnar, tí tað eru umstøður úti í verðini, sum eru orsøkin til, at prísirnir hækka, og tað hava vit als onga ávirkan á.

 

Í løtuni kostar ein litur av bensini hjá teimum báðum oljufeløgunum, ávikavist 11,09 krónur og 11,21 krónur, ein litur av diesel kostar ávikavist 8,84 krónur og 8,69 krónur. Hinvegin kosta 1.000 litrar av gassolju til húsarhald, ávikavist 8.150 krónur og 8.275 krónur. Sostatt kostar tað nú næstan 3.000 krónur meiri at fylla oljutangan heiman við hús, enn tað hevur kostað.