Filmsstuðul hækkar úr 4,6 mió. kr. og upp í 6,6 mió. kr

Filmsstuðulin hækkar – føroyskur filmur flýgur hægri enn nakrantíð

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 leggur landsstýrið upp til at hækka játtanina til filmsstuðul úr 4,6 mió. kr. og upp í 6,6 mió. kr. Hetta er ein greið raðfesting av føroyskum filmi, sum bæði listaliga og vinnuliga hevur tikið dik á seg, og sum hevur fingið altjóða viðurkenning seinnu árini.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, fegnast um raðfestingina á fíggjarlógini og sigur, at hon bæði styrkir filmslistina og tryggjar, at føroyskur filmur fær enn betri karmar at virka undir og at vaksa í.

 

Føroyskur filmur hevur gjørt stór framstig seinastu árini. Vit eru vitni til eina stóra menning av føroyskum filmi og einum vaksandi altjóða áhuga fyri føroysku filmsrøddini. Tískil er tað púra sjálvsagt, at vit sum land áhaldandi raðfesta hetta økið, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

 

Eitt týdningarmikið stig varð eisini tikið við ársbyrjan, tá vit tryggjaðu armslongd í umsitingini av filmsstuðlinum. Stuðulin er nú fluttur frá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins, sum umsitur stuðulin sjálvstøðugt og sambært kunngerð um film. 

 

Vit hava lagt dent á, at skipanin skal byggja á listarligt frælsi og fakliga dygd. Tí var tað eitt stórt framstig, at umsitingin av filmsstuðlinum bleiv flutt til Mentanargrunninum. Tað tryggjar armslongd og trúvirði – og gevur filmsfólki álit á, at filmsstuðulin verður latin eftir greiðum og óheftum treytum, tí listin skal stuðlast og ikki stýrast, leggur landsstýrismaðurin afturat.

 

Alsamt fleiri føroysku filmsverk fáa altjóða viðurkenning. Fleiri nýggjar filmsframleiðslur eru vístar á stórum festivalum, og áhugin uttanlands er støðugt vaksandi. Tað seinasta dømið er, at filmurin Seinasta Paradís á Jørð hjá Sakariasi Stóra, nú er tilnevndur til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2025 – og hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru umboðaðar í tí virðislønarbólkinum hjá Norðurlandaráðnum. Hetta vísir, at føroyskur filmur stendur seg í kappingini millum tey bestu í Norðurlondum.

 

- Stóra framgongdin innan føroyskan film er eitt úrslit av einum miðvísum arbeiði, eldhuga og einari trúgv uppá, at eisini vit kunnu skapa stórar søgur úr okkara lítla landi, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

 

Við at hækka játtanina til film er landsstýrið við til at tryggja, at jaliga gongdin heldur áfram, og at føroyska filmslistin fær framhaldandi møguleikar at mennast.

 

- Vit vilja leggja lunnar undir einari skipan, sum bæði røkkur út í heim, og sum endurspeglar okkum sjálv. Føroyskur filmur er mentanarliga týdningarmikil - men eisini ein íløga í skapandi vinnur, arbeiðspláss og at knýta altjóða sambond, sigur landsstýrismaðurin at enda.