Andreas Christian Lützen var úr Suðurjyllandi, upprunaliga av frísiskari ætt, og hann søkti av tilvild lærarastarv í Føroyum í 1839, tá Tillisch, amtmaður, hevði sett á stovn almúguskúlan.
Við lærarastarvinum fylgdi eisini starvið sum organistur við Havnar kirkju – og hesin vældámdi maður gjørdist skjótt eisini deknur í Havnar kirkju.
Tiltakið í morgin byrjar tí í Havnar kirkju, har Uni Næs, próstur, fer at siga nøkur orð, eins og Heine Lützen, ein av fyrireikarunum av tiltakinum, eisini fer at siga nøkur orð. Sangur verður eisini á skránni í kirkjuni.
Aftaná verður farið ein túr út á Skúlareyn í Havn, har almuguskúlin stóð, ein túr í gamla Kirkjugarð, har Andreas Christian og konan Eva Margretha úr Baianstovu liggja grivin. Endað verður við samkomu í Østrøm, har Óli Jaocbsen fer at leggja fram bók, sum kemur út í sambandi við dagin. Bókin er í høvuðsheitum endurminningar hjá dóttir A. C. Lützen, Annu Evensen, sum er skrivað í 1925. Í bókini greiðir hon væl frá lívinum í Havn miðskeiðis í næstsíðstu øld – og hon greiðir eisini frá hendingini 25. juli í 1874, tá Andreas Christian Lützen small deyður í føvningin á Christian 9. kongi. Hetta var, tá fyrsta kongavitjan var í Føroyum, tá kongur saman við Valdemar prinsi var á veg til túsundárhaldið fyri landnáminum í Íslandi. A. C. Lützen stóð
og helt røðu fyri kongi, tá hann small.
Kongi tykti so synd og einkjuni, at hann gav henni pensjón restina av lívinum.
Undir samkomuni í Østrøm í morgin fer Óli Jacobsen at greiða frá um bókina, sum upprunaliga varð hondskrivað í trimum eintøkum. Bókin fæast til keyps á samkomuni, har ein drekkamuður eisini verður at fáa.
Heine Lützen leggur dent á, at talan er um eitt alment tiltak, og at øll eru hjartaliga vælkomin!