Mortan í Hamrabyrgi, sum er matkennari og hevur skrivað nógv um mat í Føroyum, ávarar í hesum døgum føroyingar og heitir á teir, um at venda sær beinleiðis til løgtingsfólk við eini áheitan um at steðga eini matvørulóggávu, ið er ávegis.
- Teir sita í hesum døgum, í tí dulda í skrivstovum í Havnini, og forsegla lóggávuna, ið fer at seta so nógvar forðingar fyri at ræsa og turka í Føroyum sum vit kenna tað í vinnuligum høpi, at hetta fer at gerast endin á hornasteininum í føroysku matmentanini, skrivar Mortan í Hamrabyrgi og sipar til tað ræsta í føroyskum mati.
Hetta skrivar Mortan í Hamrabyrgi í Facebook-bólkinum Gastronomi í Føroyum. Ein bólkur, sum hann hevur stovnað og sum hevur til endamáls at lýsa, viðgera og ikki minst menna føroyska matmentan.
Hesir bólkurin hevur væl omanfyri 4300 limir – og hesir hava allir fingið eina beinleiðis áheitan frá Mortani í Hamrabyrgi, sum harmast um lógina, ið er á veg.
- Eingin hevur biðið um hesa lóggávu, eingin hevur ynskt hana. Eingin tørvur er á henni. Tvørturímóti hava stórt sæð allir partar í matmentarliga heiminum í og uttan fyri Føroyar víst á vandanum við at seta slíkar forðingar, um føroyska matstovuvinna og føroysk ferðamannavinna skal menna seg og hava nakað serføroyskt at bjóða fram og standa seg í kappingini við grannatjóðirnar, sigur hann og leggur aftrat:
- Tí fari eg við hesum at heita á allar borgarar um at venda sær til sítt løgtingsfólk at steðga ætlanirnar sum hesir báðir ætla at fremja við matvørulóggávuni, sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Serligur smakkur hvørvur
Og tað er ikki fyrsta ferðin, at Mortan í Hamrabyrgi rópar varskó. Í Dagur & Viku tann 11. november í fjør, segði hann millum annað soleiðis um avleiðingarnar av lóggávuni, hann ávarar um.
- Vit missa smakkin, sum er so ymiskur kring allar oyggjar okkara. Tað er harmiligt, serliga tá føroyskir kokkar hava fingið eyguni upp fyri møguleikarnar í tí ræsta. Vit síggja veruliga nýhugsan á økinum. Eg skilji ikki, at myndugleikarnir royna at menna føroyska ferðavinnu, samstundis sum fótur verður lagdur fyri matstovuvinnuna, segði Mortan í Hamrabyrgi.