Tóku pengarnar frá sandoyingum

Tað er nú greitt, at sandoyingar kortini fáa onga ítróttahøll enn á sinni.

Løgtingið samtykti annars herfyri at gera ítróttarhøll á Sandi fyri 27 milliónir. Hetta er einasta ítróttarhøll í landinum, sum tað almenna bygir og orsøkin til hesa serloysnina fyri Sandoy er tann, at hetta er einasta øki í landinum, sum onga høll hevur og har lokalu kreftirnar ikki sjálvar megna at byggja eina høll.

Í ár vóru 10 milliónir settar av til byggingina.

Málið varð rættiliga nógv umrøtt, tá ið tað var frammi.

Í Sandoy var fagnaðurin stórur, efti, men aðrastaðni elvdi tað til órógv, tí hetta var mett sum um at landsins myndugleikar gjørdu mismun á føroyingum.

Men tað sum hendi á tí seinasta fundinum hjá Løgtingið áðrenn tað fór í summarfrí, mann følast sum at fáa ein vátan framman á hjá sandoyingum.

Tí mikukvøldið samtykti Løgtingið einmælt at skerja heilar átta milliónir, ella heili 80% av játtanini til ítróttarhøllina í Sandoy.

Tað hendi tá ið Løgtingið viðgjørdi og samtykti eina eykajáttanarlóg.

Sostatt eru nú bara tvær milliónir krónur eftir til endamálið og tað røkkur als ongan veg.

Samstundis er greitt, at ongin serskild játtan er til ítróttarhøllina í Sandoy í játtanarkarmunum, sum Løgtingið hevur samtykt fyri næstu árini.

Skal ítróttarhøllin verða veruleiki, noyðist landsstýriskvinnan í mentamálum sostatt at finna peningin á sínum egna øki og tað verðu meiri enn tórført, tá ið hugsað verður um, at skúladepilin í Marknagili stendur fyri framman og fer at slúka at kalla allari íløgujáttanini

Sostatt er stórur vandi fyri, at ótróttarhøllin í Sandoy heilt dettur niðurfyri aftur.

Orsøkin til, at játtanin varð tikin av aftur, er, at fíggjarnevndin kundi ikki góðtaka, at eykajáttanarlógin hevði so stórt hall, tí kravið var, at hon skuldi vera útreiðsluneutral. Tað merkir at fyri hvørja krónu, sum skuldi brúkast onkustaðni, skuldi ein sparing finnast eina aðrastaðni.

Eitt, sum serliga varð umrøtt, var at vit skulu betala sjey milliónir fyri at vera við eini granskingarsamstarv hjá ES.

Fólkaflokkurin ætlaði at taka pengarnar úr búnaðargrunninum, men tað góðtók Løgtingið ikki, tí hetta var kallað ein ?hokus-pokus? loysn, sum onki hevði við útreiðsluneutralitet at gera og tí reyk ítróttarhøllin á Sandi.