Loystu ein trupulleika hjá landinum

Heðin Zachariassen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu, greiðir frá, at hóast Tórshavnar kommuna hevur púra rætt, at tað er landið, sum eigur eldraøkið, so má mann onkuntíð gera tað, ið krevst. Tað var hetta bygdirnar í núverandi Sunda kommunu gjørdu, tá tær settu røktarheimi á Mørkini í gongd

Hóast tað í lógini er púra greitt, at landið eigur eldraøkið, og kommunur bara kunnu byggja røktarheim, sum síðani skulu góðtakast av landinum, so heldur Heðin Zachariassen ikki, at nakað skeivt varð gjørt, tá kommunurnar, ið nú manna Sunda kommunu, avgjørdu at byggja eitt røktarheim fyri 38 milliónir krónur, sum kommunurnar sjálvar guldu 22 milliónir krónur av.

Umleið tað sama hevur verið galdandi, tá talan er um ymisku búplássini til eldri, sum eru komin kring landið seinastu árini. Kommunurnar hava goldið bróðurpartin, hóast ongin lógarfest ábyrgd er hjá kommununum.

- Tað var javnan at fólk kærdu sína neyð, tí tey eldru ikki kundu vera verandi í sínum umhvørvi. Tí valdu vit at loysa trupulleikan, hóast tað í veruleikanum ikki var okkara borð, sigur Heðin Zachariassen, ið var borgarstjóri í Sunda kommunu, tá røktarheimi varð tikið í nýtslu. Hann leggur afturat, at kommunan hevði skyldað einar 20 milliónir krónur minni, um hon valdu at lata vera við at byggja, men av tí at landið onki vildi gera, so kendu kommunurnar í økinum eina skyldu at loysa bráðfeingis trupulleikan sum var.


Skilir væl Havnina

Heðin Zachariassen skilir væl, at Tórshavnar kommuna peikar á landið, tá talan er um hesa uppgávuna.

- Tað er púra greitt, at landið eigur at útbyggja eldraøkið, so eg skilji væl, hvat Heðin Mortensen meinar við. Hinvegin burdi Tórshavnar kommuna sæð tørvin í kommununi, og tí kundi kommunan kanska raðfest øðrvísi, á sama hátt sum vit gjørdu á sinni, sigur Heðin Zachariassen.


Onki heim uttan hjálp

Tá røktarheimið á Mørkini á Streymnesi varð gjørt, tóku kommunurnar bróðurpartin av kostnaðinum, men landið bar eisini sín part av kostnaðinum.

- Landið lovaði okkum 500.000 krónur fyri hvørt fólkið, ið skuldi búgva á røktarheiminum. Tí fingu vit 16 milliónir krónur, umframt, at landið hevur allan raksturin um hendi. Tí er tað eisini landinum at takka, at vit hava eitt røktarheim, sigur Heðin Zachariassen.


Kommunurnar betri føling

- Vit síggja, at tá kommunurnar eru við í einum arbeiði, so koma loysnirnar eisini. Tí haldi eg, at mann í kommunureforminum, sum er á veg, skal geva kommunum eldraøkið eisini, sigur Heðin Zachariassen. Hann leggur afturat, at kommunurnar síggja trupulleikarnar betri enn landið, og tí eru tær betri førar fyri at skilja støðuna.