Feskfiskaveiðan næstan metlítil

Samlaða avreiðingarnøgdin hevur verið støðugt fallandi seinastu árini, og í fjør minkaði hon 23% í mun til 2010. Botnfiskanøgdin, sum varð avreidd í fjør, var so lítil, at ein skal aftur til tey søguliga vánaligu fiskiárini fyrst í 1990´unum fyri at finna líknandi tøl.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Nógv minni varð avreitt av upsa í 2011 – góð 12 túsund tons ella ein minking á 31% í mun til 2010. Upsin hevur verið álitið í botnfiskaveiðuni seinastu nógvu árini, men sær tað út til, at veiðan nú er minkandi. Um samanborið verður við 2009, tá góð 53 túsund tons av upsa vórðu avreidd, so varð áleið helvtin minni av upsa avreiddur í 2011. Her skal tó havast í huga serligar umstøður, so sum verkbannið fyrst í 2011, húsagangurin hjá Faroe Seafood, og tað, at fleiri av trolarapørunum, sum vanliga royna eftir upsa, royndu ein part av árinum eftir makreli. Men hóast hetta benda tølini seinastu mánaðarnar eisini á, at minni er at fáa av upsa enn áður.

Toskurin minkaði ikki so nógv frá 2010 til 2011 – eini 12%. Nøgdin av toski hevur verið støðugt lítil seinastu seks árini – ligið um 10-12 túsund tons. Fyrraárið var ein rímuliga stórur vøkstur í toskanøgdini í mun til 2009, men tíverri sæst hetta ikki aftur í tølunum fyri í fjør. Um samanborið verður við árini beint áðrenn aldarskiftið og nakað inn í nýggju øldina, so varð tá avreitt tvífalt og trífalt meir av toski, enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.

Hýsunøgdin minkaði heili 32% í mun til fyrraárið og er so lítil nú, sum ongantíð fyrr. Okkurt gott ár hevur avreiddað nøgdin á hýsu verið væl omanfyri 20 túsund tons - í fjør varð avreidda nøgdin á hýsu beint omanfyri 3 túsund tons.

Gongdin í veiðivirðinum fylgir ikki gongdini í veiðunøgdunum, sum sæst á myndini niðanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir avgerandi. Serliga seinni árini ganga veiðinøgdir og veiðivirði hvønn sín veg.

Avreiðingartøl fyri árini 1993-2011 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.