Frammanundan var Skipara- og navigatørfelagið stovnað, og í 1911 tóku fiskimenn í Gøtu seg saman og stovnaðu Føroya Fiskimannafelag. Við hesum var tann parturin av vinnulívinum, sum hevði við sjógvin at gera, skipaður. Føroyar vóru veruliga við at gerast ein nútímans fiskivinnutjóð. Sum formaðurin í Reiðarafelagnum vísti á í útvarpinum í morgun, so hevur tað hesi 100 árini støðugt gingið upp og niður við føroyskari skipsfiskivinnu. Tað vil so vera, tí náttúrutilfeingið sveiggjar og hevur sveiggjað, alt tað vit vita. Feløgini, sum skipa arbeiðsmarknaðin innan fiskivinnuna hava drúgva siðvenju fyri at vera virkin ikki bert á sáttmálaøkjum eisini á vinnuøkinum. Í stórum bókaverki lýsir Erlendur Patursson, sáli, hvussu Reiðarafelagið so væl sum Fiskimannafelagið sýndu mikið dirvi og áræði, tá tær stóru búskaparkreppurnar skolaðu inn yvir samfelagið.
Ein uppgáva Reiðarafelagsins var at umboða reiðararnar mótvegis hinum partinum, fiskimanninum, og hetta gekk ikki altíð stillisliga til. Tey, sum eru komin nakað til árs, minnast ógvusligu verkføllini í fimtiárunum. Enn hongur skálkijarnið á skrivstovu Fiskimannafelagsins, meðan teir flestu, sum vóru úti á Redini, tá reiðarar og fiskimenn fóru til hendurs, eru farnir undir grønu torvu. Hart stríddust teir hvør í sínum lagi eitt beiskt stríð fyri at tryggja sær og sínum sámuligan part av einum vinnuligum ágóða, sum bert minkaði ár eftir ár. Tað er sjálvsagt bæði rætt og rímuligt ein slíkan merkisdag at vísa á tað framskygni, dirvi og áræði, sum einstakir undangongumenn innan reiðarayrki hvør í sínum lagi hava sýnt hesi hundrað árini. Men samstundis eigur ikki at vera gloymt, at tær stóru útbyggingar og nútímansgerðir av veiðiflota eins væl og fiskavirkjum høvdu ikki kunnað verið framdar uttan, at tær almennu Føroyar, átóku sær medábyrgd. Tær stóru útbyggingarnar og menningin av fiskiskipaflotanum, sum í fleiri umførum vórðu framdar frá fimtiárunum og til áttatiárini, kundu bert fremjast, tí hitt almenna tryggjaði búskaparligu karmarnar, ið at enda gjørdust so rúmir, at samfelagið kollsilgdi. Hetta er nú farin tíð, og frælsu marknaðarkreftirar ráða einsamallar. Sambært formannin í Reiðarafelagnum er fiskivinnan nú á veg í enn ein aldudal og fyri fyrstu ferð síðan fimtiárini skulu markanaðarkreftirnar aftur standa sína roynd í Føroyum. Vit ynskja Reiðarafelagnum til lukku við merkisdegnum.
Sosialurin










