Tey trý kvívíkarsystkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fingu Listavirðisløn Miðlahúsins 2009 á 50.000 krónur á ólavsøku í fjør. Í grundgevingini varð sagt: -Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáa Lis [...] 20.00, fríggja- og leygardagar kl. 22.00 og sunnudagar kl. 18.00. Atgongumerki verða at fáa á ebillett.fo, á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar ein tíma undan sýning. --- Berthold Brecht Eugen Berthold [...] endamáli nýtti Brecht ymiskar hættir at minna áskoðaran á, at sjónleikurin er júst hetta; sjónleikur og ikki veruleiki. Soleiðis royndi hann at vísa á, at eisini veruleikin er tilgjørdur og tí broytiligur
-31. mars, tá vóru vit suðuri á Røst-bankanum. Har var ein stórur partur av bankanum friðaður fyri troling. Garnabátarnir fiskaðu har. Men so fóru teir norsku trolarnir inn á bankan og fingu heilt gott fiskarí [...] fiska hana, tí tað var meira enn 50% av hýsu í hvørjum háli. Um somu leið fiskaðu grønlendskir, norskir og russiskir trolarar ótarnaðir, men vit máttu ríma. Undanfarnu ár hava vit kunnað fiska hýsu, uttan [...] inspektørinum at tóga har. Og ta var gott fiskarí, og vit hungraðu eftir fiski. Hetta var fyrstu ferð á túrinum, at vit raktu veruliga við fisk. Eftir at vit høvdu etið døgurða, og teir høvdu fingið alt gott
liggur fast á 2%. Hetta dregur kapital til USA heldur enn til Euro-økið. Tað sær út sum europeiski ECB leggur størri dent á stabilitet og lága inflatión, meðan amerikanska The Fed leggur dentin á búskaparligan [...] USA hevur havt eitt risa stórt hall bæði á handilsjavnanum og í landshúsarhaldinum. Ikki tí at USA-handilsjavnin var positivur. Nei, men fyri apríl bleiv hallið á handilsjavnanum bert 55 milliardir $, har [...] tað betra. Oljuprísurin enn nær teim 50$ Og so hendi henda kósbroyting, meðan oljuprísirnir enn eru høgir, og stórur partur av amerikanska innflutninginum er olja. Á amerikanska New York Mercantile Exchange
í kvøld vunnið 2-1 á Tórsvølli ímóti HB. Støðutalvan kundi bent á, at hetta er eitt av mest óvæntaðu úrslitunum í ár, og soleiðis var tað. Men tá ið hinir báðir dystirnir fyrr í ár millum B68 og HB vera [...] niðurflyting. Fríggjadagin vann B68 trý stig á skrivaraborðinum, og í kvøld vunnu toftamenn eftir framúr liðavrik 2-1 ímóti favorittunum í HB. B68 er nú á sætta plássi við 24 stigum, og tað er eitt stig [...] Clementsen legði B68 á odda, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppspælið var í høgru, og ein annar av røsku miðvallarunum Gilli Samuelsen átti uppleggið. -Vit høvdu flutt Gilla fram á sentrala miðvallarplássið
inum til á sumri 2011. Tá vendir gongdin, og vit síggja ein lítlan vøkstur fram til á sumri 2012 men so støðgar upp, og síðani tá hevur løntakaratalið staðið mestsum í stað. So heldur ikki á hesum øki [...] Fiskavirking fór á heysin) sæst allan vegin frameftir til í dag ein lítil javnur vøkstur í lønarútgjaldingunum. Kanska, hyggur man gjølla eftir, sæst ein evarska lítil bugla frá heystinum 2011 til á sumri 2012 [...] tíðarskeiðið sum løgmaður og fylgisneytar annars vísa til: - 0-25 ára gomul eru 95 færri - 25-50 ára gomul eru 82 færri - 50-70 ára gomul eru 136 fleiri - Yvir 70 ára gomul eru 185 fleiri. Skeiva gongdin við s
teir skipið við sild við bara trimum køstum. Tað fyrsta var upp á heili 1.700 tons, tað næsta 618 og tað triðja 500. Hendan túrin landaðu teir á Fáskrúðsfirði í Íslandi og fingu góðar 4,2 mió. krónur fyri [...] partapeningin í Pf. Vinnuni. Flestu teirra sigldu við Tróndi í Gøtru, til teir fóru umborð á nýggja flaggskipið á gøtumonnunum, Finn Fríða. 1,5 mia. krónur Handilin við Krúnborg vísir, at skip, sum fiska [...] gøtumenninir skulu hava fingið boð upp á tey fýra skipini og teirri loyvi og kvotur. Jákup Jacobsen sigur, at teir hava ongantíð fingið nakað veruligt boð - ikki á pappíri, sum hann tekur til. Hann viðgongur
Jesus bleiv føddur, í ár null. Men tann munkurin, sum í ár 525 setti hesa kristnu tíðarrokning saman, hevði einki null. Tíðarrokningin, sum vit enn brúka, hevur ár 1, sum fyrsta ár. Haraftrat hevur tað [...] útlagt og prædikað av imamum á misvísandi hátt. Herfyri kom eitt verk á týskum. Christoph Luxenberg: Die syro-aramäische Lesart des Koran, har hann vísir á, at arabiskt á døgum Muhammeds ikki hevði nakað [...] brøv, sum eru skrivaði ca ár 40-50. Men fleiri verða hildin at vera væl yngri og ikki skrivaði av Paulusi sjálvum. Markus er tað elsta og stytsta av evangeliunum, frá umleið ár 70. Skrivað til jødarnar
Bergen Universitetum og undirvísir á Studentaskúlanum í Eysturoynni. Í 1998 vardi hann PhD ritgerð sína. Hann hevur m.a. verið formaður í Fróðskaparfelagnum og mong ár í nevndini í Dansk - Færøsk Kulturfond
Hetta er garðurin, sum Leivur á Torkilsheyggi á Nesi tók yvir sum 22 ára gamal og hevur rikið saman við konuni, Elini á Torkilsheyggi, og teirra børnum í meira enn 45 ár. - Eg festi garðin í 1978 eftir [...] tí hann átók sær arbeiði á Borðuni í Nólsoy, men stívliga 100 ár seinni – ella í 2010 – varð allur garðurin aftur savnaður í familjuni, sigur Leivur á Torkilsheyggi. Hann vísir á, at við stívliga 200 áseyðum [...] leiklut á garðinum, sigur Leivur á Torkilsheyggi. Seyðahald og árstíðir Í bókini um Navia – tvey áratíggju – verður hegnisliga greitt frá seyðahaldinum og virkseminum á Torkilsheygsgarði. - Seyðaárið á garðinum
steðgað á. Vit hava sum er níggju aðalstjórar og einar fimm fyrrverandi aðalstjórar, sum enn sita við somu løn frá tí almenna. Um vit eftir komandi løgtingsval megna at fáa talið av aðalráðum niður á seks [...] Onkur sigur fýra, annar sigur seks og ein triði sjey. Eisini er onkur so frammalaga, at nøvn verða sett á, hvørji ráð skulu niðurleggjast. Hetta eru í ein ávísan mun leysar ballónir, tí millum mangar føroyingar [...] tað hjá tí almenna. Men innast inni er hetta eisini ein ásannan av, at vit ongantíð komu heilt upp á pláss við miðfyrisitingini eftir stóru kollveltingina hjá Edmund Joensen, táverandi løgmanni og Finn