Ein søgukritisk viðgerð av føðisøgu Jesusar

Bókaummæli: Stutt fyri jól kom ein heldur sjaldsom jólabók í handlarnar. Eg fekk hana í jólagávu. Hetta bleiv tann jólagávan í ár, sum hevur havt mín størsta áhuga.

Hans Andrias Sølvará:

Tey fyrstu jólini


Bókina havi eg lisið á tamb, og aftur og fram, strikað undir og samanborið. Samstundis hevur Nýggja Testamenti ligið undir koddanum, so eg kundi kontrollera, um tað virkuliga var sannheit, sum Hans Andrias Sølvará skrivaði.


Bókin er ein søgukritisk viðgerð av søgunum ella frásøgnunum um føðing Jesu. Hvat siga evangelistarnir Lukas og Matteus um hesa hending? Markus og Johannes tiga. Hvat siga aðrar søguligar keldur, og hvat vita vit annars um hasa tíðina?


Kanska skuldi tað verið so líkatil at endurgevið ein samandrátt av Matteus og Johannes. Summi siga, at Bíblian er inspirerað av sjálvum Várharra, tí mátti hon vera eftirfarandi. Men verður lisið kritiskt og samanborið, so hópa andsagnir og problemir seg upp beinan vegin.


Hvar, nær ella slett ikki?

Nær var Jesus føddur? Sjálvandi, vilja flest nokk siga, tá okkara tíðarrokning tekur við. Vit rokna jú tíðina í árum eftir Kristi føðing, ella fyri kristi føðing. Men soleiðis er tað helst ikki.


Flestu halda, at sjálvandi hendi tað, at Jesus bleiv føddur, í ár null. Men tann munkurin, sum í ár 525 setti hesa kristnu tíðarrokning saman, hevði einki null. Tíðarrokningin, sum vit enn brúka, hevur ár 1, sum fyrsta ár. Haraftrat hevur tað víst seg, at sami munkur gjørdi roknifeil, so Jesus er føddur í ár 4 til 6 fyri Kristus. Sjálvandi er Jesus ikki føddur áðrenn hann er føddur, tað er ikki logikkur, men kemst av einum roknifeili.


Vit seta vanliga føðingardagin til 25. december. Men um søgan um hirðarnar á markini skal takast fyri fult, so er at siga, at vanliga eru eingir hirðar á markini um veturin, heldur ikki har suðuri. Jóladagur, føðingardagur Jesu, er væl seinni lagdur har, tí romarar frammanundan høvdu ein hátíðardag har, sum var føðingardagur hjá gudinum Mithra. Einki evangelium ella annað skrift nevnir nakran dato. Tað er nakað, man hevur funnið uppá nógv seinni.


Jólaboðskapurin og fólkateljingin

Lukasevangeliið, sum inniheldur jólaboðskapin, sum vanliga verður lisin upp í kirkjum, kenna flest øll. Har verða søgd nøkur ting, sum kanska kunnu brúkast til fastleggja árið, tá hetta hendi. Men er tað so líkatil? Keisarin Augustus vildi telja øll fólk í heiminum (Romararíkinum). So hetta mátti kunna dokumenterast í álítandi keldum. Men hvat – ?

1. Tað er ongastaðni, hvørki í romarskum ella øðrum keldum, nakað at finna um eina so umfatandi fólkateljing. Hon er bert til í Lukasar evangelium, sum er skrivað eini 85 ár eftir hesar hendingar.

2. Tær lokalu fólkateljingar, sum annars vóru, og sum kunna dokumenterast, bóðu ongantíð fólk vandra til sín føðibý. Tí endamálið við teljingini var so einfalt sum at finna skattagrundarlagið hjá fólki. Tað kundi gerast á nærmasta skattakontóri hjá Taks har í landinum, sum var Galilea - um so var. Tað hevði heldur ikki verið neyðugt at tikið konuna við til Betlehem, tað var húsbóndin, ikki konan, sum var skattskyldugur. Og Maria, sum var í níggjunda mánað, hví skuldi hon ganga tann langa teinin, einar 150 km. Men kanska liggur nakað annað aftanfyri.

3. Hetta hendi undir Heródes hinum Stóra, men hann doyði longu ár 4 fyri Krist.

4. Romarsk umsiting varð innførd í Judea, tá hetta økið varð hertikið og umskipað til romarskan landspart. Tá skuldi húsarhaldini teljast og skattalistar gerast. Hetta hendi viðvíkjandi Judea í ár 6 eftir Kr.Men hendan teljing fevndi ikki um Galilea, har Jósef og Maria búðu, tí Galilea var ikki romarskur landspartur, men eitt tegnkongaríki (ikki beinleiðis undir Rom)

5. Sagt verður í Lukas 2,2, at fólkateljingin var gjørd, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýria. Hetta bleiv hann ár 6 eftir Krist. Tað er so eini 10 ár aftaná at Heródes Stóri, kongur í jødiska kongaríkinum í Palestina, doyði.

Hesi fakta (s. 48), og fleiri spurningar av hesum slag, viðger Hans Andrias Sølvará nágreiniliga og út frá øllum hugsandi sjónarvinklum. Mótargument frá bæði jødiskari og krisntari síðu verða tikin uppí og viðgjørd.


Somu viðgerð fær frásøgnin um vísmenninar úr Eysturlondum, barnamorðini í Betlehem, flýggjanin til Egyptalands. Og somu viðferð verður teimum í lut, hatta eru mytur og vanligt ’pynt’, sum man brúkti í ríkiligari mongd tá í tíðini.



Úr Nazaret til Betlehem, ella úr Betlehem til Nazaret?

Í Matteus býr familjan longu í Betlehem, og Maria eigur sonin har. So má Matteus finna eina forkláring uppá, at tey seinni enda í Nazaret. Tí pyntar Matteus søguna við barnamorðum og flýggjan til Egyptalands og víðari til Galilea.


Hinvegin sigur Lukas, at sama familja frá byrjan býr í Nazaret. Hann má tí finna eina pyntisøgu fyri at fáa tey til Betlehem, so at profetiini í Gamla Testamenti um, at Frelsarin skal føðast í Dávids stað Betlehem, kunna ganga út. Tí uppfinnir Lukas eina fólkateljing, sum skal forklára, hví familjan fer tað 150 km longu leiðina til Betlehem. Men eingin ivi er annars - í øllum førum kallast hann ”Jesus úr Nazaret”, ognastaðni ”Jesus úr Betlehem.”


Hans Andrias Sølvará er ikki eina um at kalla slík ískoytir fyri pyntisøgur ella konstrueraðar søgur. Sama ger Ehrmann í bókini: Jesus, en apokalyptisk profet (124): ”Vi ved, at kristne ændrede og opdigtede historier om Jesus, og at vore skriftlige kilder indeholder både historisk pålidelige informationer og teologisk motiverede beretninger.”


Hví er neyðugt við konstrueraðum pynti-søgum?

Jesus er helst føddur í Nazaret í eini vanligari familju, við mammu, pápa og nógvum systkinum. Jesus hevði entá ein eldri beiggja Jákup. So eisini jomfrúføðingin tykist at vera ’pynt’, sum er lagt aftrat nakað væl seinni. Hóast alt eru tvær keldur, Matteus og Lukas, báðar siga frá hesum. Skuldi tað iki verið nóg mikið til at góðtaka hetta sum søguligt eftirfarandi?


Men løgið er, at hinir báðir evangelistarnir, Markus og Jóhannes, einki nevna nakað um jomfrúføðing, og at sjálvur hin hægsti, sum heilagur Andi, er pápi. Hetta mátti verið avgerandi neyðugt at fáa við hjá øllum kristnum, tí hetta eru grundleggjandi dogmir í Kristindóminum. Markus umtalar familjuna í Nazaret í Galilea (3:31), men skrivar ikki um nakað óvanligt viðvíkjandi barnsburðinum. Jóhannes nevnir Jósef, og kallar hann faðir Jesu (1:45). Paulus, sum uppfatar Jesus, sum Guds son, sigur, at hann var føddur av kvinnu (Gal. 4:4), men hevur onga pointu um, at hon var jomfrú.


Orð sum ’Evangelium’ og ’Frelsari’ vóru vanlig orð tá á døgum

Er tað, sum varð skrivað um Jesus og hansara gerningar, nógv øðrvísi enn tað, sum samtíðin skrivaði um aðrar stórar ella minni stórar persónar. Hetta førir til spurningin: Hvussu var lívið og tankaverðin hjá fólki tá fyri umleið 2000 árum síðani? Eg trúði í mínari fákunn, at eitt ’evangelium’ var nakað serligt, sum einans varð brúkt um hasar fýra bøkurnar í Nýggja Testamenti. Men nú vísir tað seg, at samtíðin hevur brúkt orðið um mangt annað. Á eini áskrift, sum var funnin í Lítlaasia í 1890’unum, verður orðið ’evangelia’ (góð tíðindir) brúkt um føðingardagin hjá gudinum, og hesin gudur er Augustus keisari! Hann verður sagdur at vera ”Frelsarin hjá allari mannaættini” (132).


Keisari, kongur og stórmenn sum gudar

Spurningurin er, hvussu fólk fyrr í tíðini hugsaðu sær, at ein gudur var? Vit vita at Faraonar í Egyptalandi vóru hildnir at vera gudar. Men eisini keisarar og kongar aðrastaðni hava haft ella fingið status sum gudar. Soleiðis samtykti Senatið í Rom í 27 fyri Krist, at teirra fyrstimaður, Princeps, skuldi vera ’Augustus’. Hesin tittulin kemur av ’augur’, merkir háborin. Soleiðis nevndust spámenn, sum kundu síggja inn í framtíðina og spáa. Hansara upprunaliga navn var Gajus Octavianus. Hetta var byrjanin til ein umfatandi keisarliga kult (O’Grady 29-30). Hann skoytti eisini ’Divi Filius’ (Gudssonur) uppí navnið. Skjótt var hesin gudur ella hálvgudur dominerandi í tí religiøsa landslagnum í Romararíkinum. Tempul og altar til hansara blivu bygd alla staðni. Høgtíðir við religiøsum skrúðgongum og offringum vórðu hildnar. Men, sum O’Grady sigur, so fyrireikaði hendan tilbiðjanin av einum keisara tað religiøsa landslagið til góðtaka og tilbiðja ein ovasta harra, ein gud.


Hvat er bíbilkritikkur, og korankritikkur?

Bíbilkritikkur, sum hendan hjá Hans Andrias Sølvará, er neyðug, men at kalla ókend á føroyskum. Hann fokuserar uppá at klárleggja, hvat ið veruliga er hent, nær og hvar? Hvat er fakta, og hvat eru mytur? Reint gudfrøðiligar (teologiskar) spurningar tekur Hans Andrias Sølvará ikki upp, tað er ikki hansara uppgáva sum søgufrøðingur.


Loyvi mær eitt lítið frávik her. Korankritikkur er næstan ikki til í muslimska heiminum. Tað hevur við sær, at nógv, sum er skrivað í Koranini verður útlagt og prædikað av imamum á misvísandi hátt. Herfyri kom eitt verk á týskum. Christoph Luxenberg: Die syro-aramäische Lesart des Koran, har hann vísir á, at arabiskt á døgum Muhammeds ikki hevði nakað skriftmál, og tí eigur Koranin ikki at lesast við støði í arabiskumt, sum vani er, men best á syro-arameiskum. Tí kunna arabiskt mæltir imamar í støðum, sambært Luxenberg, illa skilja tekstin, og duga ikki at forklara meiningina. Luxenberg vísir á, at sýriskt-arameiskt lesing gevur klárari og ofta heilt aðrar meiningar. Tíverri er konservatisman í muslimska prestaskapinum so stór, at ”skeivar” útlegingar ikki vera toldar – tí er Luxenberg eitt dulnevni (pseudonym).


Eitt dømi úr hesum verki kann vísa, hvussu langt av leið mann kann fara. Nógv hevur verið frammi um, at muslimar, sum doyggja sum martyrar í stríðnum fyri røttu trúnna, koma sum martyrar beina leið í Himmalin, og fáa har vakrar jomfrýr við stórum, myrkum eygum at hugna sær við. (Sure 44:54, 52:20). Men lisið á rættan hátt á syro-arameiskum, sigur Luxenberg, so stendur har: ”Har skula vit bjóða teimum (martyrunum) hvítar krystalklárar víndrúur.” (260).


Hvussu eru evangeliini og NT blivin til?

Elstu skriftini í Nýggja Testamenti eru Paulsar brøv, sum eru skrivaði ca ár 40-50. Men fleiri verða hildin at vera væl yngri og ikki skrivaði av Paulusi sjálvum. Markus er tað elsta og stytsta av evangeliunum, frá umleið ár 70. Skrivað til jødarnar, sum kendu tað, sum vit kalla Gamla Testamentið. Nakað væl yngri eru Matteus og Lukas, frá umleið ár 85, men tey eru skrivaði til grikskt talandi ’heidningar’ (tvs ikki-jødar) uttan jødiska bakgrund. Yngsta er Jóhannesar evangelium frá umleið ár 95 ella nakað seinni. Men kristna Bíblian fekk ikki sín kenda form fyrr enn rættiliga seint, í 300 og 400-talinum. Nógvir kirkjufundir vóru hildnir fyri at fastleggja, hvørji skrift skuldu eiga innivist, og hvørji skuldu ikki sleppa uppá.


Í 1945 fann ein bóndi í Nag Hammadi Egyptalandi nakað sera sjáldsamt, eina samling av 52 gomlum handritum, sum vóru skrivaði um nakað somu tíð sum evangeliini í Bíbliuni. Hetta vísir m.a., at nógv handrit, sum høvdu verið brúkt av ymsum kristnum meinigheitum, ikki sloppu upp í part, tá Bíblian skuldi redigerast og autoriserast. Elaine Pagels - í ”Tabernes Evangelier” - meinar, sum bókatittulin sigur, at ein fraktión í kristindóminum sigraði, meðan aðrir vóru taparar, og teirra heilagu skriftir blivu útihýst. Bøkur blivu brendar og forbodnar. Kampurin um at ’eiga sannleikan’ hevur altíð verið rá og brutal.


Mál og stílur

Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará er tilsamans er hon uppá 344 síður, men størsti partur eru talmerktar notur og forkláringar, sum fylla 171 síður. Skrivaði teksturin, tann eginliga bókin, er ’bara’ 133 síður, og tann rúgvismikli listin aftast við referencum og litteraturi er uppá 44 síður. Men skal hvør tilvísing og hvørt citat, sum her verða endurgivin á upprunamálinum, dokumenterast forsvarliga, so er hetta neyðugt. Her eru óvanliga nógvir smálutir av ymsum slag, sum krevur eitt kolossalt yvirlit, hetta klárar Hans Andrias Sølvará uttan himpr.


Umframt sjálvan tekstin, eru samandráttir av argumentatiónini, settar upp sum stutt yvirlit í tabellum. Tað ger góðan mun, tá man skal repetera langar ketur av argumentum.


Til tíðir kann lesingin følast, sum okkurt koyrir í ring. Nakað nógvar endurtøkur av argumentum og niðurstøðum kunna vera. Til dømis um at Jesus veruliga man vera føddur í Nazaret. Her verða heilt nógvir høvundar citeraðir fyri at hava funnið fram til tað sama. Eftir mínum tykki, ger Hans Andrias Sølvará eisini nakað nógv av at titulera sínar keldur, tvs. nevna at teir eru profssorar, doktorar, ”viðurkendir granskarar” ella hvat? (til dømis. S. 101). Eg meini at titlar eru undirorðnaðir; tað eru argumentini aleina, sum telja


Heimagjørt ella alment fakmál?

Málið er sum heild gott og lætt skilligt. Í summum førum merkist ein viss vinglan í fak-terminologiini. Metoda, sum helst er eitt tað vanligasta orðið í øllum fakum og vísindagreinum, fær onkuntíð ein heldur løggutan konkurrent, háttalag (106), sum fær meg at hugsa um – eg veit ikki hvat?


Hans Andrias Sølvará kann loyva sær at ’konkludera’ (140); at siga, at tað er ’metodiskt konsistent’ (141); at tað eru týðiligir ’paralellir’ í søgunum (132); at tað eru ’faktuellir’ spurningar (122); at eingin av teimum ’spektakuleru’ hendingunum… (93). Hesi dømir vísa, at Hans Andrias Sølvará ikki er bangin fyri at skriva ávís fremmandorð ella fakterminologi, tá tey hóska og geva røttu nuancuna. Heldur brúka eitt kent og væl skiljandi fremmandorð, enn at brúka ein heimabundnan vanskapning. Lat okkum geva teimum mest vanligu orðunum, Teori og Metodu, fulla uppreisn aftur.



Niðurstøða

Sjálvt um vit á jólum syngja: ”Eitt barn er føtt í Betlehem,” so er tað líkt til, at hasi jólini ikki vóru á jólum, og at tað heldur ikki gekk fyri seg í Betlehem. Men tað vikar helst ikki traditiónina, sum verður hildin á ymiskan hátt av øllum kristnum og øðrum við á jólum. Hetta er higartil størsta og dygdarbesta verk á føroyskum við søgukritiskari viðgerð av einum høvuðsevni í Bíbliuni. Tillukku við tí, Hans Andrias Sølvará.


Víst verður til:

Ehrmann, B. (2001): Jesus. En apokalyptisk profet. Gyldendal. København

Luxenberg, C. (2007): Die Syro-Aramäische Lesart des Korans.

Ein Beitrag zur Entschlüsselung derKoransprache. Verlag Hans Schiler. Berlin.

O’Grady, S. (2012): And Man created God. Atlantic Books. London

Pagels, E. (1990): Tabernes evangelier. Hekla. Frederiksberg

Rolf Guttesen

12.1.2013