Dánjal Petur Højgaard 50

Í dag tann 24. oktober verður Dánjal Petur Højgaard, ættaður úr Rituvík, búsitandi í Søldafirði, 50 ár.

Hann er sonur Fríðbjørg og Andreas Højgaard í Rituvík, elstur av 8 systkjum.
Dánjal Petur er cand.scient í biologi og kemi frá Odense - og Bergen Universitetum og undirvísir á Studentaskúlanum í Eysturoynni. Í 1998 vardi hann PhD ritgerð sína. Hann hevur m.a. verið formaður í Fróðskaparfelagnum og mong ár í nevndini í Dansk - Færøsk Kulturfond.
Dánjal Petur er giftur við Annemiu f. Lamhauge úr Lamba, ið er serlærari, tey eiga dóttrina Arnfríð sum er 9 ára gomul.
Umframt Dánjal Petur, hava tvey av onnur av systkjum hansara, Áki og Jana, føðingardag sama dag.

Hjartaliga tillukku!

x