Jóannes Eidesgaard
Sum ein beinleiðis avleiðing av, at neyðugt er at halda aftur í almennu útreiðslunum, verður nú dag og dagliga mælt til at skerja talið av aðalráðum. Onkur sigur fýra, annar sigur seks og ein triði sjey. Eisini er onkur so frammalaga, at nøvn verða sett á, hvørji ráð skulu niðurleggjast. Hetta eru í ein ávísan mun leysar ballónir, tí millum mangar føroyingar verður hildið, at er tað eitt stað, har sparast kann, so er tað hjá tí almenna. Men innast inni er hetta eisini ein ásannan av, at vit ongantíð komu heilt upp á pláss við miðfyrisitingini eftir stóru kollveltingina hjá Edmund Joensen, táverandi løgmanni og Finn Normann-Christensen miðskeiðis í 90´unum. Men hvat er so frægast nú at gera?
Vit vóru rættiliga mong, sum longu aftur í 1996 sóu, at leisturin hjá Normann-Christensen fór ongantíð at gerast tann heilt rætta miðfyrisitingin, sum kom at hóska til okkara lítla land. Leisturin hjá Normann-Christensen var jú eitt neyvt avrit av einari stórari og tungari danskari skipan. Fleiri spurdi eisini tá, um ein skipan til 5 mió. fólk var tann rætta til 50 tús. fólk? Vit vóru mong, eisini leiðandi fólk í fyrisitingini, sum dugdu at síggja, at hetta fór at gerast ein skipan, sum kom at kosta okkara lítla landi alt ov nógv. Hetta hevur so eftirtíðin í ríkiligan mát prógvað.
Javnaðarflokkurin fór úr tí samgonguni, tí leisturin hjá Normann-Christensen skuldi gjøgnumførast “no matter what”. Fólkaflokkurin tók yvir í juni 1996, og hevur hesin flokkur síðan verið sera virkin partur í at økja og dýrka miðfyrisitingina.
Men nú 14 ár seinni eru vit komin hartil, at sjálvt Edmund Joensen og eisini onnur úr Sambandsflokkinum og enntá onkur úr Fólkaflokkinum mæla til broytingar. Nakað er hóast alt í danska orðatakinum “Af skade bliver man klog, men sjældent rig.”
Vit í Javnaðarflokkinum heilsa øllum hesum uppskotum vælkomnum. Vit fóru til val í 2004 við boðskapinum um seks aðalráð. Tá vóru eisini níggju aðalráð. Hetta var seinasta fullveldislandsstýrið hjá Anfinn Kallsberg. Saman við serliga Sambandsflokkinum, sum eisini tók undir við seks aðalráðum, fingu vit hálað tað niður til sjey, men longur niður vildi Fólkaflokkurin ikki fara.
Nú er so spurningurin, hvat kann lata seg gera?
Er tað realistiskt her mitt í einum valskeiði at tosa um eina nýggja kollvelting av miðfyrisitigini. Ein slík hevur jú djúpar avleiðingar fyri tey fólk, sum starvast í miðfyrisitingini, og tí krevst, at eitt slíkt tiltak verður væl fyrireikað. Neyðugt er tí at leita upp allar óhepnar avleiðingar, soleiðis at bindast kann fyri tí ringasta.
Tí vil eg heldur mæla til, at vit fremja nakrar eyðsýndar sparingar í miðfyrisitingini her og nú. Og her hava vit nøkur boð.
Síðan vil eg mæla til, at nú flestallir flokkar melda út um skerjing av aðalráðum, at vit taka hvønn annan upp á orðið og skerja talið av aðalráðum eftir komandi løgtingsval. Vilja flokkarnir hava seks aðalráð, og tað haldi eg er eitt hóskandi tal, so lat okkum gera tað av longu nú. So eiga vit at seta eina nevnd av skilagóðum fólkum til at gera okkum eitt upplegg, sum kann liggja klárt, tá vit koma hartil. Eina nevnd, sum skal gera tilmæli um, hvørji ráð skulu burtur og hvørji ikki, og hvussu bygnaðurin annars skal verða. Í hesari nevnd nyttar lítið bert at seta fólk, sum tóku Normann-Christensen til sín av heilum hjarta. Her mugu eisini skeptikarar sleppa framat.
Tá tað snýr seg um sjálvan bygnaðin, er ein hópur at endavenda. Er tað rætt at hava deildir, har stjórin er einsamallur til arbeiðis, um einasta starvsfólkið er skjúkrameldað. Er tað rætt, at eitt ráð ikki kann virka, uttan at man fløkist í deildum og deildarstjórum.
Eg hugsi eisini her um teir tankar, sum m.o. Annita á Fríðriksmørk hevur verið frammi við mangan um at fáa sterkari tvørráðsligar eindir av t.d. løgfrøðingum og búskaparfrøðingum. Hetta er avgjørt nakað, sum neyðugt er at taka við, tí vit vita nú av royndum, at verandi skipan, har alt verður tægað sundur í níggju smá og størri kongaríki, ikki virkar nóg væl.
Í samband við, at Løgmansskrivstovan nú søkir eftir enn einum aðalstjóra í lønarflokki 39, áttu vit heldur at steðgað á. Vit hava sum er níggju aðalstjórar og einar fimm fyrrverandi aðalstjórar, sum enn sita við somu løn frá tí almenna. Um vit eftir komandi løgtingsval megna at fáa talið av aðalráðum niður á seks, so fáa vit tríggjar aðalstjórar í avlopi. Tá verða fleiri fyrrverandi enn núverandi aðalstjórar. Hví so ikki bíða við at seta fleiri aðalstjórar beint nú?