F/f Enniberg 13.4.1999
Eg vil her koma við nøkrum úttalilsum um viðurskiftini og rættleiðingum til Geir Olsen og undanfarnu skriving í Fiskeren:
Jú, norðmenn eru harðari móti føroyingum enn øðrum tjóðum. Og teir brúka ein skitnan máta at fella okkum uppá.
Lat meg byrja við hendingini 13.3.99. Geir Olsen sigur, at vit hálaðu tvær ferðir eftir at eftirlitsmaðurin var komin umborð. Tað er eisini satt. Men hann gloymir at siga, at eg fekk loyvi frá eftirlitsmanninum at kasta aftur kl. 10.30, áðrenn fiskurin varð kannaður og støddarbýtið fyrilá.
Vit eftirkannaðu ikki sjálvir, hvussu støddarbýtið var, tí meðan kanningin av støddunum fór fram, sigur inspektørurin við okkara fabriksleiðara: »Det var en bra sortering«.
Umleið kl. 12.00: Tá kanningin hjá eftirlitsmonnunum fyrilá, fekk eg bert at vita, at tað var ov nógv av ungfiski í. 21,8%. Ikki eitt orð um, at vit máttu hála og flyta okkum av hesi leið. Og av mær sjálvum gjørdi eg tað ikki, tí at eg hevði fingið loyvi frá inspektørinum at tóga har. Og ta var gott fiskarí, og vit hungraðu eftir fiski. Hetta var fyrstu ferð á túrinum, at vit raktu veruliga við fisk.
Eftir at vit høvdu etið døgurða, og teir høvdu fingið alt gott frá okkum, fóru vit uppá brúnna aftur. Hetta var uml. kl. 13.15: Tá sigi eg við inspektørin: Spyr »shefin« umborð á KV Andenes, um vit ikki skulu seta 80 mm. rist undir, tá ið vit hava hálað. Hann so gjørdi. Svarið varð, at tað var ógvuliga skilagott at royna tað. Ikki eitt orð um at vit ikki skuldu kasta aftur. Her bleiv ein fella gjørd, og vit duttu beint í hana.
Eg hevði noterað í dagbókina, at vit høvdu fingið loyvi frá inspektørinum at kasta aftur kl. 10.30 og kl. 15.00. Tá ið vit vóru farnir at sigla inn til Hammerfest, spurdi eg inspektørin, um hann vildi vátta tað, sum stóð í dagbókini. Tað var hann sinnaður til, men mátti spyrja shefin á KV Andenes um loyvi til tess. Har fekk hann bart út at vita, at hann onki skuldi vátta í okkara dagbók.
Nakrar dagar seinni, tá ið vit vóru komnir út aftur, og vit aftur høvdu inspektión umborð, fortaldi eg fyri hesum inspektørinum um framferðarháttin tann 13.3.99. Tá segði hann hesi orð: »Det var en luren måte«.
Tann 26.3.99 vóru eftirlitsmenn umborð á bretska trolaranum: »Arctic Corsair«, sum fiskaði stutt vestur frá okkum. Hann hálaði, og fekk ikki loyvi at kasta aftur fyrr enn støddarkanningin fyrilá. Tað vísti seg, at tað var 25% av ungfiski í, og hann bleiv vinarliga biðin um ikki at kasta um somu leið, og soleiðis er tann vanligi framferðarhátturin hjá eftirlitinum.
Í okkara støðu fingu vit loyvi at kasta aftur, áðrenn fiskurin varð kannaður. Og eftir, at tað var komið fram, til, at ov nógvur ungfiskur var í, fekk eg loyvi, frá sjálvum shefinum á KV Andenes, at kasta aftur við 80 mm. rist.
Um so var, at økið bleiv friðað við tað sama, sum vanligt er aðrastaðir, so var ein meining við tí. Men so var ikki. Tað fiskaðu umleið 27 norskir trolarar beint innanfyri 12 sjómílamarkið. Vit vóru beint uttanfyri. Tað bleiv ikki ein tann einasti av teimum kannaður. Hví???
Fara vit so longur fram til 30.-31. mars, tá vóru vit suðuri á Røst-bankanum. Har var ein stórur partur av bankanum friðaður fyri troling. Garnabátarnir fiskaðu har. Men so fóru teir norsku trolarnir inn á bankan og fingu heilt gott fiskarí. Teir fiskaðu ótarnaðir, sjálvt um teir vóru umleið 7 sjómíl inni á tí friðaða økinum. Samstundis fingu teir føroysku trolarnir at vita, frá bruksvaktini, at vit skuldu ikki koma inn um linjurnar, sum teir góvu okkum. Hvat sigur Geir Olsen til hetta? Er hetta ikki at gera mun???
Ella 4. apríl, tá fiskaðu teir heldur syðri inni í tí friðaða økinum, og fingu heilt gott fiskarí. Eingin kystvakt var har, at gera nakað við teir. Hví???
Eitt skal sigast: sum oftast eru eftirlitsmennirnir sera fyrikomandi. Gera sítt arbeiði, og fara síðani avstað aftur. Men so er tað viðhvørt at »svarti-gangur« kemur umborð. Tað kennist á tann hátt, at teir eru útgjørdir til at taka ein langan dag umborð hjá okkum. Fyrst klæða teir seg næstan úr øllum, hava inniskógvar við, og annars búna til at sita og gera kontórarbeiði. So fara teir til verka. Gjøgnumganga allar dagbøkurnar langt aftur í tíðina, dag fyri dag, fyri at vita um teir ikki kunnu finna okkurt smávegis at hongja seg í. Hvussu lítið tað so er. Tað sóu vit, tá ið Vesturvón var tikin. Har bleiv hann skuldsettur fyri at hava 440 g hýsuflaki ov nógv í einum háli.
Tað er nógv fyri, at man skal kenna seg sum ein brotsmann, ta tíðina man fiskar í norskum sjógvi. Og at blíva kannaður ferð eftir ferð. Tað er næstan soleiðis, at tá eitt lið av eftirlitsfólki fer av skipinum í stýriborð, kemur eitt annað lið umborð í bakborð. Tá kann man føla seg forfylgdan. Serliga tá ið vit vita, hvussu lagaligt tað er hjá norskum skipum at fiska undir Føroyum.
Í norskum sjógvi hava teir føroysku bátarnir eina kvotu, sum vit ikki hava loyvi at fiska. Hetta er hýsukvotan. Tá ið vit byrjaðu túr, var gott fiskarí av hýsu, men vit kundu ikki fiska hana, tí tað var meira enn 50% av hýsu í hvørjum háli. Um somu leið fiskaðu grønlendskir, norskir og russiskir trolarar ótarnaðir, men vit máttu ríma.
Undanfarnu ár hava vit kunnað fiska hýsu, uttan at vera órógvaðir. Tá kundu vit næstan fiska hýsuna upp, og so fiska toskin. Men nú hava hesir góðu menn frá fiskivinnueftirlitinum funnið eina reglu í fiskivinnuavtaluni, við »brøðra-tjóðina«, hvarí tað stendur, at vit ikki hava loyvi at fiska beinleiðis eftir hýsu. Nú skal tað praktiserast. Hví? Jú, tí ætlanin við hesum er, at hýsu hjá føroyingum, skal ikki uppfiskast, tí norðmenn skulu kunna býta hana millum sínar egnu trolarar fram móti ársloki.
Hetta var jú tað sum hendir í 1997, tá ið sáttmálin við brøðratjóðina ikki kom uppá pláss fyrr enn í mai mánað. Tá var eingin hýsa at fáa, og vit fingu ikki loyvi at flyta hana yvir til russarnar, har sum hon kom frá. Sama skil verður í ár. Norðmenn fáa kvotuna hjá okkum, sum vit hava flutt frá okkara vinum í Russlandi, yvir til »brøðratjóðina«.
Eg haldi, at Geir Olsen skuldi tikið orðini til sín, sum ein av teimum kvinnuligu Stórtingslimunum segði av røðarapallinum í Stórtinginum. Hon segði: at tað var gott klárað av norðmonnum at hava so ljótan atburð, at norðmenn nú eru ósamdir við allar grannar, uttan Finland. Og tað komst av máltrupulleikum.
Sonny Jóhannesen, skipari










