Flatskatturin skapti ongan vøkstur men bert eitt stórt hol í landskassan

Hans Pauli Strøm
-----


Nú tvey ár eru farin við flatskattinum ber til at hyggja eftir, hvussu hann hilnaðist. Serliga tí samgongufólk royna at skapa eina mytu um, at hann hevur skapt stóran framburð í Føroyum.

So lat okkum hyggja at teim turru tølunum, lønargjaldingum, løntakarum, arbeiðsloysi, mvg-inntøkum, skattainntøkum og fólkatali. Hvørji spor síggjast eftir tí ovurstóra flatskattalættanum hjá høgrasamgonguni til tey vælbjargaðu í Føroyum?

MYND 1: Landsskatturin jan. 2010 – jan. 2014

Ongin vøkstur í landsskattinum
Í 2010 og 2011 liggur landsskatturin um 125 mió.kr. um mánaðin. Í tíðarskeiðinum er tó ein lítil vøkstur, so at landsskatturin veksur við 2,0 % frá 2010 til 2011.

Í jan. 2012 kom flatskatturin, so landskassin misti stívliga 330 mió kr. í árligum inntøkum í einum høggi.

Í 2012 og 2013 er landsskatturin dottin niður móti 100 mió. um mánaðin. Eisini her er ein lítil vøkstur á 2,0% frá 2012 til 2013.

Tað var sostatt noyaktiga sami vøkstur í landsskattinum frá 2010 til 2011 sum frá 2012 til 2013. Flatskatturin skapti ongan nýggjan vøkstur.

Hóast argumentið hjá høgrasamgonguni fyri flatskattalættanum var, at fólk fóru at arbeiða meira, tjena meira og sostatt skapa størri skattainntøkur – og “sjálvfíggingin” tí fór at vera 80% - hendi onki nevnivert av hesum. “Sjálvfíggingin” bleiv heldur 0% enn nakað annað.

MYND 2: MVG-inntøkur 2010-13

Ongin vøkstur í MVG-inntøkunum
Høgralandsstýrið oysti 330 mió kr. út í skattalætta – og hevur pástaðið, at hetta sást aftur í øktum virksemi og harav øktum umsetningi. Men so bleiv ikki. Tað er sjón fyri søgn, hyggur man eftir stabbunum á myndini fyri MVG-inntøkurnar árini 2008 til 2013. Tað er enntá so galið, at mvg-inntøkurnar í 2013 ikki bara eru 30 mió.kr. minni enn í 2010 men eisini 100 mió. kr. minni enn í 2008.

MYND 3: Arbeiðsloysi 2004-13

Arbeiðsloysið vendi langt áðrenn flatskattin
Nú onnur úrslit av flatskattinum ikki vóru so sjónlig, hava samgongufólk í neyðini breggjað sær av skjótu minkingini í arbeiðsloysinum. Men aftur her er sjón fyri søgn, at tey pynta seg við læntum fjaðrum.

Myndin vísir, at tað var ikki við flatskattinum frá 2012, at vøksturin í arbeiðsloysinum eftir fíggjarkreppuna í 2008-09 og húsagangin hjá Fiskavirking í des. 2010 vendi til stóra minking. Nei, tað vendið longu í februar 2011. Frá tá av fór arbeiðsloysið at minkað í stórum, so longu frá februar 2011 at rokna var arbeiðsloysið eftir einum ári minkað við 20% - ein minking sum síðani helt fram við somu ferð í 2012 og 2013.

MYND 4: Løntakarar 2004-13

Ikki fleiri løntakarar við flatskattinum
Samgongufólk hava reypað av økta talinum av fólki, sum komu í vinnu eftir flatskattalættan. Veruleikin er tíverri ein annar, sum skilliga sæst av myndini við løntakaratalinum frá 2004 til 2013.

Frá vári 2008 síggja vit eitt stórt fall í løntakaratalinum til á sumri 2011. Tá vendir gongdin, og vit síggja ein lítlan vøkstur fram til á sumri 2012 men so støðgar upp, og síðani tá hevur løntakaratalið staðið mestsum í stað. So heldur ikki á hesum øki gjørdi flatskattalættin stórar skreytir.

MYND 5: Lønarútgjaldingar 2004-13

Onki framlop í lønarútgjaldingunum við flatskattinum
Við so ovurstórum skattalætta vildi man sambært høgrasamgonguni fáa eitt ordiligt lop uppfrá í øktum lønarútgjaldingum. Men onki sæst til hetta sprellið. Heilt frá 2009 (eisini gjøgnum veturin 2010-11, har alt Fiskavirking fór á heysin) sæst allan vegin frameftir til í dag ein lítil javnur vøkstur í lønarútgjaldingunum. Kanska, hyggur man gjølla eftir, sæst ein evarska lítil bugla frá heystinum 2011 til á sumri 2012.

MYND 6: Uttanlandsinntøkurnar 2008-12

Fleiri arbeiða heldur uttanlands enn heima
Argumentið fyri flatskattinum var, at tað skuldi loysa seg betur at arbeiða – altso í Føroyum. Men myndin talar týðiliga um tað sera løgna, sum hendur í sjálvum flatskattaárinum 2012, at meðan lítil vøkstur er í lønarútgjaldingunum í Føroyum, er ein eksplosivur vøkstur í lønarinntøkunum hjá føroyingum, ið arbeiða uttanlands: frá 851 mió. í 2011 til 1,025 mia. kr. í 2012. Ein vøkstur á 21%. Tvs. at enn fleiri føroyingar fara at arbeiða uttanlands og enn fleiri skattakrónur fara uttan um føroyska landskassan.

Folkavøksturin er hjá teimum gomlu
Løgmaður gleðist um, at nú er vent í keðiligu gongdini við fólkatalinum. Samró fer eitt stig longur, og gevur flatskattinum heiðurin. Jú, gleðiligt at fráflytingin av ungum fólkum er minkað nakað, so at rúm er blivið fyri einum fólkavøkstri.

MYND 7: Broytingin í fólkatalinum des. 2012 – des. 2013

Men hvar veksur fólkatalið? Har er ein ógviliga týðilig og sterk tala í myndini, ið vísur vøksturin í fólkatalinum frá 2012 til 2013 – tíðarskeiðið sum løgmaður og fylgisneytar annars vísa til:
- 0-25 ára gomul eru 95 færri
- 25-50 ára gomul eru 82 færri
- 50-70 ára gomul eru 136 fleiri
- Yvir 70 ára gomul eru 185 fleiri.

Skeiva gongdin við skeiklingini av fólkasamansetingini heldur sostatt fram sum eitt úrslit av, at sjálvt við hampiliga stórum burðaravlopi ger ein fráflyting upp móti hundrað fólkum árliga so stóran skaða. Tí minkar talið av ungum – og serliga ungum kvinnum – framvegis, og harvið barnatalið. Vit eldru flyta ongastaðni, liva longri – og verða fleiri og fleiri.

Ein slíkur vøkstur í fólkatalinum, sum hendi í 2013 eins og í árunum frammanundan, merkir bara, at fólkabotnurin undir føroyska samfelagnum framvegis tódnar og skapar ótryggleika um landsins framtíð.

Hví spurdist onki úr flatskattalættanum?
Vit hava havt stóran vøkstur í útflutningum. Tað skulu vit fegnast um. Men neyvan nakar takkar flatskattinum fyri tað. Har hava vit verið so heppin við tí stóra nýggja tilfeingi, vit serliga frá 2011 hava fingið atgongd til við uppisjóarfiskinum. Og við høgum, stabilum prísum í útflutninginum av alifiski.

Men hvussu ber tað til, at tann ovurstóri flatskattalættin ikki skapti nakran samfelagsligan vøkstur nakrastaðni?

Tað er undrunarvert, tí hesin flatskattalættin var so almikil, at man ongantíð hevur sæð makan, hvørki her á landi ella í øðrum framkomnum londum. Fyri at kunna samanbera millum lond verður skattalætti roknaður í % av bruttotjóðarúrtøkuni.

Sjálvt Reagan og Bush blikna móti Jørgen, Jenisi og Kaj Leo
Við stívliga 330 mió.kr. svaraði føroyski flatskattalættin til heili 2,5% av BTÚ. Tá blikna sjálvt skattalættarnir hjá Reagan (í 80-unum) og Bush (fyrst í 0-unum), sum við gott 2% av BTÚ vóru teir størstu í søgu USA’s.

Sjálvt skattalættin hjá borgarligu svensku stjórnini fyri nøkrum árum síðani – tann mest stórtøkni í norðanlondum nakrantíð – kom heldur ikki longur upp enn á gott 2%. Hann hevði tó stóran samfelagsligan virknað sambært Anders Borg fíggjarmála¬ráðharra, tí hann miðaði eftir lág- og miðalinntøkunum og skapti størstu framdriftina har.

Samanbera vit við danska skattalættan í fjør hjá Thorning-stjórnini, ið almikið rok stóðst av, var hann bert á 0,3 % av BTÚ – ein áttandapart av føroyska flatskattalættanum.

Flatskatturin gylti tey á ovastu rókum
At so lítið gagnligt sæst eftir ovurstóra flatskattalættanum í føroyska samfelagnum kemur bara av teirri orsøk, sum orðini hjá svenska fíggjarmálaráðharranum benda á: fyri at hava nakran virkna skal skattalættin fevna um stóru fjøldina av miðal- og láginntøkustættunum.

Men flatskattalættin hjá føroysku høgrasamgonguni – metstórur í internationalum og søguligum málistokki - gagnaði einvíst einum minniluta av háløntum borgarum og hevði ongan virknað hevur fyri ta stóru fjøldina við miðal- og láginntøkum. Sum dømi:
- Fyri ein pensjonist var skattalættin um 60 kr. um mánaðin.
- Fyri eina arbeiðsmannaløn var skattalættin eini 100 kr. um mánaðin.
- Afturímóti fingu tey hægstløntu á ovastu rókum gullrandaðan vinning, t.d. tey við 700 túsund um árið, ið fingu um 5.000 kr. um mánaðin í skattalætta.
- Fyri ikki at tala um miljóningarnar, sum blivu vælsignaðir við heilum 7.000 kr. um mánaðin í skattalætta!

Hetta var dupult ómoralskt og ábyrgdarleyst, tá hugsað verður um, at høgrasamgongan hevði onga aðra fígging fyri hesari burtursøpling av inntøkum úr landshúsarhaldinum, enn at ræna framtíðar skattin av framtíðar pensjónum – ið merkir, at aftur eitt hol á nógvar hundraðtals miljónir verður grivið undan framtíðar lívsfyritreytum fyri føroyska samfelagnum.