dagstovnurin í Hvannasunds kommunu varð fyrr í mánaðinum tikin í nýtslu, samstundis sum nýggja navnið varð avdúkað. Hereftir skulu fólk í kommununi venja seg við at siga, at børnini fara í Barnahúsið IMBA [...] umstøðurnar í stovninum, sum liggur beint við bygdarskúlan á Fossánesi. Í stovninum er pláss fyri íalt 60 børnum, men fyribils eru tey sløk 40. Óhugsandi er ikki, at tey kunnu fara at gerast fleiri í framtíðini [...] kunnu flyta til bygdina annaðhvørt av nýggjum ella aftur. - Vit eru í øllum førum til reiðar at taka ímóti børnunum, vísir leiðarin í Imba, Sigga Óladóttir Joensen, á.
føðingardegi mínum í hesi vikuni. Tað sigur Snorri Brend, sum hevur skrivað nýggju bókina um Norðdepil, nú bygdin sunnudagin 28. august hevur 150 ár á baki sum niðursetubygd. Í februar mánaði í fjør heitti [...] stóra hátíðarhaldið í bygdini. Bókin ber heitið “Hetta er okkara bygd - Norðdepil 150 ár” og er 224 síður stór við einum hópi av myndum. Millum myndirnar er ein mynd av hvørjum húski í bygdini - ella 53 [...] 53 slíkar myndir í tali. Snorri Brend vísir á, at hetta er ein bók, sum lýsir Norðdepil og tað fólkið, ið her býr. Sjálvandi verður hugt nakað aftur í tíðina, og ein lýsing er av fyrsta niðursetumanninum
Í sambandi við kaðalslit er ikki gjørligt at samskifta umvegis fartelefonnet, fastnet ella internet í økinum, Árnafjørður, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy. Hetta skrivar løgreglan í [...] Gevið gætur, at fólk kunnu verða til arbeiðis nær við landsvegin. Vísið tí varsemi, tá koyrt verður í økinum.
grót skuldi fyllast út í Haraldssund í 1984, í staðin fyri at gera eitt ljótt grótbrot, at bora tunnil eystur gjøgnum fjallið”. Hetta eru 35 ár síðani og støðan er akkurát tann sama í dag, vit tosa enn um [...] ringasti bólkur at vera í viðvíkjandi óhappum. Spurningurin er bara nær tað stóra óhappið hendir. Verandi tunlar klára heldur ikki at svølgja nógvu ferðsluni, vit hava í dag. Í 2018 koyrdu í miðal 1378 akfør [...] lastbilar í miðal um døgnið. Lastbilarnir passa ikki inn í øll víkiplássini, sum mangan skapar forvirring í tunlunum. Tað er ikki óvanligt at turistar koyra 30-50 km/t, har teir samla langar halar inni í tunlunum
rættarlæknalig obduktión bleiv í gjár gjørd av gentuni, ið var funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund 21. november í fjør. Rættarliga obduktiónin í gjár kom tó til somu niðurstøðu [...] november í fjør. 22. novembur varð rættarlæknaligt líksýn hildið á Landssjúkrahúsinum og niðurstøðan hjá embætislæknanum var tá, at gentan var druknað. Í juli 2013 hendi eitt ógvusligt brotsverk í Norðdepli [...] Norðdepli, har 4 fólk vóru stungin illa og onkur í lívsvanda. Tann 18 ára gamli skuldsetti varðhaldsfongslaði persónurin í hesum máli og gentan høvdu gingið saman í eitt tíðarskeið framman undan. - Politiið valdi
Hvannasundi í gjár, har borgararnir skuldu taka støðu til samanleggingina ella ikki. Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Júst Poulsen sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at úrslitið er púra greitt [...] meirilutanum í Hvannasunds kommunu, saman við býráðnum í Klaksvík, ikki hevur havt stórvegis ávirkan á bygdarfólkið. Hóast bygdafólkið nú hevur talað, fer bygdaráðið kortini at hava eyka fund í kvøld, har [...] Hvannasund: 208 ímóti av 278. Greiðari kann tað ikki sigast! Tað verður eingin samanlegging millum Hvannasunds kommunu og Klaksvíkar kommunu á hesum sinni. Hetta vísti úrslitið av fólkaatkvøðuni í Hvannasundi
yngsti borgarin í Svínoy. Einki mist Í dag eru eingi skúlabørn í Svínoy, men fyri eini 50-60 árum síðani vóru tey omanfyri 30. Sólvá var tó so heppin at kunna ganga í bygdarskúlanum í heimbygdini, heilt [...] Geilini - í øllum fakunum. Eg haldi í øllum førum ikki, at eg havi mist nakað. Bygdin telist ikki millum tær størstu í dag, men um hetta mundið, tá Sólvá gekk í Svínoyar skúla vóru tey upp í 12 skúlabørn [...] hevur eitt lønandi arbeiði í heimbygdini - í hesum føri á nýggju smoltstøðini í Svínoy. - Nú havi eg arbeiði herúti, so eg havi ongar ætlanir um at fara nakran veg. Eg havi í øllum førum eitt gott lív.
Svínoyar í árunum eftir seinna heimsbardaga, tá Atli gekk í skúla her. - Ja, tonk tær til: Tá vóru vit 34 børn í skúlanum. Ein lærari hjá okkum var Meinhard Johannesen sum seinni varð lærari í Klaksvík [...] var kortini til fiskiskap í Barentshavinum ta mesta av tíðini. Tey fingu sær grundøki á Eiði, og bygdu í roynd og veru tey fyrstu húsini á staðnum sum eiðisfólk kalla í Kollinum í 1978. - Eg plagi at siga [...] Umstøðurnar í bygdini, - tí samstundis sum fólkatalið er minkað, hevur bygdin ongatíð verið í betri standi enn júst nú. - Tá alt fólkið búði her, gingu tey og tvassaðu í runu á bygdarvegunum. Í dag eru allir
fáa Manna at siga frá einum túri í 1972, sum vardi í heilar 96 tímar. Við einum smíli greiðir Manni frá, at mentanin tá var ikki sum nú. Tá í tíðini vóru nógv línuskip í Klaksvík, og vanligt var at lín [...] siðvenja tá í tíðini, at hesir sjómenn høvdu verið í landi og keypt kasettubond við t.d. countrytónleiki heim við til at geva bilføraranum. Hesi kasettubondini koyrdu so í døgndrift í bandavspælarunum [...] verið heima við hús, men høvdu koyrt í taxabili í Klaksvík frá tí teir komu, til teir fóru aftur á línuveiðu í upp til 8 mánaðir. Ein søga fyri seg Tann eini túrurin í 1972 var ein søga fyri seg, sigur Manni
Hvannasund: Klokkan er farin væl av hálvgum trý seinnapartin í gjár. Á bryggjuni í Hvannasundi er mikil rokan, nú Másin skal enn ein túr við ferðafólki, farmi og góðsi til Svínoy og Fugloy. Eftir ferðaætlanini [...] farleiðina longu í ár. Tað man helst eisini vera tíð uppá, tí Másin sum komandi ár verður fimmti ár, man hava slitið og siglt fyri seg. Kemur helst í ár Fólk frá Strandferðsluni hava í eina tíð havt eygu [...] farið »Medsjö« sum er bygt í 1981 og er á leið somu stødd sum Másin. Tað var í síni tíð bygt til svenska statin og er um 21 metrar langt. Tað er ført fyri at flyta 55 ferðafólk í svenskum farvatni. Um sama