Einki telefon- og internetsamband í summum bygdum

– Ferðandi verða biðin um at kunna seg um koyriviðurskiftini, áðrenn farið verður norðeftir, sigur løgreglan.

Í sambandi við kaðalslit er ikki gjørligt at samskifta umvegis fartelefonnet, fastnet ella internet í økinum, Árnafjørður, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy.

 

Hetta skrivar løgreglan í dag.

 

– Tá klárt er at umvæla brekið, verða tunlarnir Norður Um Fjall stongdir. Nærri verður kunnað, tá klárt er at fara undir umvælingarnar.

 

– Ferðandi verða biðin um at kunna seg um koyriviðurskiftini, áðrenn farið verður norðeftir, sigur løgreglan og kemur við einari áheitan aftrat:

 

– Gevið gætur, at fólk kunnu verða til arbeiðis nær við landsvegin. Vísið tí varsemi, tá koyrt verður í økinum.