Eitt gott hús til børnini

Nýggi dagstovnurin í Hvannasunds kommunu varð fyrr í mánaðinum tikin í nýtslu, samstundis sum nýggja navnið varð avdúkað.

Hereftir skulu fólk í kommununi venja seg við at siga, at børnini fara í Barnahúsið IMBA.

Starvsfólkini fóru til arbeiðis fyri einum mánaði síðani, og nú hava børnini so líðandi vant seg við tær nýggju og framúr góðu umstøðurnar í stovninum, sum liggur beint við bygdarskúlan á Fossánesi.

Í stovninum er pláss fyri íalt 60 børnum, men fyribils eru tey sløk 40. Óhugsandi er ikki, at tey kunnu fara at gerast fleiri í framtíðini.

Við einum slíkum tilboði eru fortreytir fyri at familjur við børnum kunnu flyta til bygdina – annaðhvørt av nýggjum ella aftur.

- Vit eru í øllum førum til reiðar at taka ímóti børnunum, vísir leiðarin í Imba, Sigga Óladóttir Joensen, á.