Eitt fantastiskt fólk í Norðdepli

- Hetta er ein bók, sum lýsir Norðdepil og tað fólkið, ið her býr, sigur rithøvundurin, Snorri Brend.

- Skemtiliga verður sagt, at tað nærmasta ein maður kann koma hendingini at føða eitt barn, er, tá hann gevur út eina bók. Nøkulunda hesa kenslu havi eg, nú onnur bók mín verður útgivin á sjálvum 58 ára føðingardegi mínum í hesi vikuni.

 

Tað sigur Snorri Brend, sum hevur skrivað nýggju bókina um Norðdepil, nú bygdin sunnudagin 28. august hevur 150 ár á baki sum niðursetubygd. Í februar mánaði í fjør heitti Hvannasunds kommuna, sum Norðdepil er partur av, á Snorra Brend um at skriva eina bók um bygdina, nú Norðdepil fer at hátíðarhalda 150 ára dagin.

 

Bókin er nú liðug og kemur út hin 25. august, sum ein byrjan til stóra hátíðarhaldið í bygdini. Bókin ber heitið “Hetta er okkara bygd - Norðdepil 150 ár” og er 224 síður stór við einum hópi av myndum. Millum myndirnar er ein mynd av hvørjum húski í bygdini - ella 53 slíkar myndir í tali.

 

Snorri Brend vísir á, at hetta er ein bók, sum lýsir Norðdepil og tað fólkið, ið her býr. Sjálvandi verður hugt nakað aftur í tíðina, og ein lýsing er av fyrsta niðursetumanninum, Poul Sivert Sivertsen, sum flutti yvir um Sundið hin 28. august í 1866.

 

So skjótt, sum Snorri Brend fekk uppgávuna at skriva bókina, gjørdi hann sær greitt, at bókin skuldi innihalda fimm høvuðspartar:

 

- Ein søguligan part, har hugt verður nakað aftur í tíðina. Ein part, har allar tær mongu tænasturnar og tey mongu tilboðini verða lýst. Ein part, har vinnulívið verður lýst og ein part, har tosað verður við fólk á gøtuni um alt tað, tey eru upptikin av og takast við um dagarnar.

 

Snorri Brend ásannar, at tað serliga var tann fimmta partin, hann var mest spentur upp á, og sum kravdi stóra fyrireiking og eisini kravdi nógva tíð.

 

- Tað stóra arbeiði var at taka myndir av øllum teimum 53 húskjunum í Norðdepli. At hetta tók sína tíð, komst millum annað av, at nógvir mans eru sjómenn, og at fólk annars eru upptikin av ymiskum arbeiði og ítrivum. Slíkar myndir eru søguligar nærum líka skjótt, sum tær eru tiknar. Tað er eisini ein sannroynd, at onkur av persónunum á hesum myndum ikki er millum okkum meira.

 

- Eg haldi, at hugskotið og konseptið við hesi bókini er sera genialt og kann saktans brúkast og lagast til aðrar uppgávur og bygdir, sigur Snorri Brend.