Eingin áhugi fyri samanlegging við Klaksvík

Eftir at valhølið í Hvannasundi lat aftur fyri løtu síðani, eru atkvøðurnar taldar upp og uppgjørt er, hvørt bygdarfólkið ynskir eina samanlegging við Klaksvíkar kommunu ella ikki. Fólksins hugsan var púrasta greið – eitt nei

Hvannasund: 208 ímóti av 278. Greiðari kann tað ikki sigast!

Tað verður eingin samanlegging millum Hvannasunds kommunu og Klaksvíkar kommunu á hesum sinni.

Hetta vísti úrslitið av fólkaatkvøðuni í Hvannasundi í gjár, har borgararnir skuldu taka støðu til samanleggingina ella ikki.

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Júst Poulsen sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at úrslitið er púra greitt.

- Fólkið hevur talað. Meir er ikki at siga um tað!, er stutta viðmerking hansara.


75 - 25

Súsanna Christiansen, sum er limur í valnevndini í kommununi upplýsir, at íalt vóru 278 av teimum 321 veljarunum á vali.

Og úrslitið er púra greitt: 208 atkvøður vóru ímóti samanlegging og einans 68 fyri, og tvær blankar. Hetta svarar aftur til, at sløk 75 prosent eru ímóti at leggja saman við Klaksvík, meðan góð 24 prosent er sinnað fyri hesum.

Út frá hesum kann má tí sigast, at arbeiðið hjá meirilutanum í Hvannasunds kommunu, saman við býráðnum í Klaksvík, ikki hevur havt stórvegis ávirkan á bygdarfólkið.

Hóast bygdafólkið nú hevur talað, fer bygdaráðið kortini at hava eyka fund í kvøld, har hetta úrslitið skal viðgerast.

Pól Fuglø, næstformaður í bygdaráðnum og ein av forsprákarunum fyri eini samanlegging sigur, at hann sjálvandi góðtekur úrslitið av fólkaatkvøðuni.

- Sohvørt sum dagurin nærkaðist skilti eg, at fólkið ikki var sinnað fyri eini samanlegging. Eg hevði faktiskt væntað, at tað fór at verða eitt nei, men eg hevði ikki væntað, at munurin varð so stórur, sigur hann.

Sjálvur heldur hann at forarbeiðið hevur verið gott, men at fólkið altso ikki hevði somu hugsan sum meirilutin í bygdaráðnum.

- Tað haldi eg vera stórt spell, sigur hann.