Ein taxatúrur í 96 tímar

Ólavsøkan 1972 - Um ólavsøkumundið í 1972 varð hýruvognsførarin Manni Waag Høgnesen í Klaksvík leigaður ein ballingartúr úr Hvannasundi til Havnar. Túrurin, sum sigur nakað um mentanina tá í tíðini, vardi í heilar 96 tímar ella fýra samdøgur

Vit hava sett Manna Waag Høgne­sen stevnu á Viðareiði, har hann býr saman við unnustu síni Guðrið, sum er ættað úr Vági.
Manni, ið er best kendur sum koyrilærari og ikki minst sum ein av teimum sum spældu við 66-liðnum hjá KÍ, hevur í síni tíð koyrt taxa­koyring hjá pápabeiggjnum Hjør­leifi í Klaksvík, sum tá hevði hýru­vogns­støðina Auto og sjálvur átti upp til 10 taxabilar samstundis. Seinni keypti Manni sín egna bil til taxa­koyring.
Endamálið hjá okkum við túr­inum á Viðareiði, er at fáa Manna at siga frá einum túri í 1972, sum vardi í heilar 96 tímar. Við einum smíli greiðir Manni frá, at mentanin tá var ikki sum nú. Tá í tíðini vóru nógv línuskip í Klaksvík, og vanligt var at línufiskimenn, sum høvdu verið á Flemish Cap í upp til 8 mán­aðir, ringdu og bóðu ein taxabil standa fyri teimum, tá ið báturin legði at bryggju.
Teir yngru bilførararnir vóru oftari bidnir at koyra, tí tað kravdist eitt ávíst tol við monnum, sum sótu og drukku seg fullar í bilinum í upp til fleiri tímar, sigur Manni.
Tá báturin legði at, og alt lagaði seg væl, var bein kós sett ímóti goymsluni hjá Skipafelagnum Før­oya, har plattar og aftur plattar av øli stóðu og bíðaðu eftir tystum línu­monnum. Manni sigur, at tað var eingin sjálvfylgja fyri hesar menn, sum í flestu førum vóru ung­ir og leysur dreingir, at fara heim til hús við klæðum og øðrum ting­um, nei nú var herja á tað, sum bíðað hevði verið eftir í longri tíð, nevn­iliga spruttið.
Tað var siðvenja tá í tíðini, at hesir sjó­menn høvdu verið í landi og keypt kasettubond við t.d. country­tónleiki heim við til at geva bilføraranum. Hesi kasettu­bond­ini koyrdu so í døgndrift í bandav­spælarunum.
Eg vil siga tað so, sigur Manni, at man undraði seg mangan yvir, hvussu hesir menn kláraðu at vera fiskimenn, tí tað kom meiri enn so fyri, at tað vóru bert einir 5 til 10 dag­ar til báturin fór avstað aftur, og at menn­inir stórt sæð ikki høvdu verið heima við hús, men høvdu koyrt í taxabili í Klaksvík frá tí teir komu, til teir fóru aftur á línuveiðu í upp til 8 mánaðir.

Ein søga fyri seg
Tann eini túrurin í 1972 var ein søga fyri seg, sigur Manni. Tað var 26. juli. Talan var um tríggjar júst aftur­komnar línu­fiski­menn úr Hvanna­sundi, sum ringdu til bilstøðina Auto og spurdu eftir bili nr. 4, sum eg átti og koyrdi. Støðdaman rópti á meg í sendarinum og segði, at hvanna­sundsmenninir ynsktu, at eg skuldi koma norður til Norðdepli í ein fart, tí tað vóru einans 25 minuttir til strandfaraskipið Ternan fór av Klaksvík til Leirvíkar, og teir skuldu við. Teir skuldu á Ólavsøku.
Dagin fyri tann 26 juli hevði eg verið á goymsluni hjá Skipa­fel­agnum, saman við hesum monn­um og fylt bilin, sigur Manni. Viðføris­rúmið var nú proppað við finspritti, Den med tyren og ein størri nøgd av øli, sum teir bóðu meg hava í bilinum til dagin eftir. Óvitandi um hvat tann 27.juli 1972 fór at bjóða, fór eg við nógvari ferð norður til Norðdepli at heinta menninar, sum komu úr Hvannasundi við lítlu og sera sjarmerandi ferjuni, sum æt Selurin.
Teir koma algoystir í land, og bóðu meg koyra so skjótt eg megn­aði til Klaksvíkar, tí nú var ball­ingar­túrurin byrjaður. Meðan vit koyra í tí tunlinum sum er nærri Klaksvík, spyr tann eini hvanna­sundsmaðurin »Tú Manni, kanst tú ikki bara koma við til Havnar«, eg svaraði ja, sum í tóman heim, sigur Manni.
Men mennirnir tóku hetta fyri góða vøru. Nærri vit komu, har sum Ternan plagdi at liggja, jú meira gongur tað upp fyri mær, at teir virkuliga vilja hava meg við til Havnar, og at bilurin skal við, sigur Manni. Tann dýra lastin er jú í bilinum. Men hóast eg hevði koyrt rættuliga skjótt, so var Ternan farin frá bryggjuni og hvanna­sunds­menn­inir síggja nú at ólavsøkan var í vanda.
Manni sigur, at hann helt hond­ini á floytuni allan vegin oman á bryggjuna, har Ternan hevði ligið. Í dag hevði hetta neyvan hjálpt, men skiparin á Ternuni bakkaði inn aftur, og so bleiv hvíti franski Chrysler bilurin lossaður umborð.
Komnir í land í Leirvík beiv koyrt við ferð til bryggjuna á Toftum, tí nú ráddi um at náa strandfaraskipið Trónd, sum heldur ikki tók so nógvar bilar. Eysturoyartunnilin og brúgv­in um Streymin vóru ikki komin, so Tróndur var einasta farleið, at koma til Havnar. Við fleiri yvir­hálingum, men við hampuligari koyring kom franski Chrysler bil­urin hjá Manna fram í evstu løtu á Toftakai. Hann var seinasti bilur umborð á Trónd.
Hvannasundsmennirnir vóru glaðir. Eg veit ikki um eg var so glað­ur, tí hesin túrurin var so av­gjørt ikki tað, eg hevði lagt til rætt­is, tá eg fór til Norð­depils fyri fáum tímum síðan. Umborð á Tróndi var stúgvandi fult av bil­um og fólki. Komin til Havnar gekk leiðin beinleiðis omaná Sjó­mans­heim­ið, at biðja um verilsir til allar ólav­søkudagarnar – eisini til bilføraran, sigur Manni.
Á veg suður fekk eg tað fatan, at eg bara skuldi koma við til Havnar og lessa ólavsøkulastina í við­føris­rúminum av, og so skuldi eg norður aftur dagin eftir, men nei, bil­før­arin var nú bookaður á Sjó­mans­heiminum allar ólavsøkudagarnar.
Hvannasundsmenninir hildu nú ólavsøku við manér. Sum flest øll vita, so var Sjómansheimið tá eitt rúsfrítt hotell, og ikki var loyvt at hava spiritus inn við. Tann franski Chrysler bilurin var nú álitið, tí hann var spruttgoymsla alla ólav­søkuna.

Eldur í Sjómansheiminum
Manni minnist eina stuttliga hend­ing á Sjómansheiminum tann 29. juli um morgunin. Hvannasunds­menninir, sum svóvu út móti veg­num, vaknaðu við bláum blunki og sirenu. Fullisjúkir og illa svøvntir hyggja teir út gjøgnum vindeyga og síggja stóra mannamúgvu og fleiri brandbilar. Eldur var í Sjómans­heim­inum.
Mannir flennir, tí tað einasta hvannasundsmenninir gjørdu, var at koma niður á næstu hædd og banka uppá mína hurð og spyrja um eg var á lívi, og hvar bilurin var, tí tað var jú eldur í.
Eg svaraði teimum, sum stóðu úti í gongini og róptu at her stóð væl til, og at bilurin stóð langt burt­ur frá Sjómansheiminum. Eg lat meg kvikliga í og fór út á vegin. Tað var nokk ikki eldur í, men heldur nógvur roykur, sum eg skilti tað aftaná, sigur Manni.
Tá mannamúgvan og brand­bil­arnir vóru farin, fór eg at kanna hvar hvannasundsmenninir vóru. Uttan fyri vóru teir ikki. So fór eg inn á Sjómansheimið. Jú, teir lógu í fasta svøvni á sínum kømurum, sigur Manni. Teir høvdu bara tryggj­að sær, at bilførarin var á lívi, og at spruttgoymslan var í trygg­um hondum, langt burtur frá Sjómans­heim­inum, og so løgdu teir seg aftur, sigur Manni við einum smíli.
Tann 30. juli út á dagin var sprutt­goymslan uppi. Tá kom ein av hvanna­sunds­monnunum til mín og segði, at mín uppgáva var loyst, og eg kundi fara norður aftur. Teir blivu eftir í Havn og hildu fram í fleiri dagar saman við vinmonnum í Havn.
Soleiðis endaði tann 96 tíma langi ólavsøkutúrin 1972 hjá Manna Waag Høgnesen.