Hvannasund: Klokkan er farin væl av hálvgum trý seinnapartin í gjár.
Á bryggjuni í Hvannasundi er mikil rokan, nú Másin skal enn ein túr við ferðafólki, farmi og góðsi til Svínoy og Fugloy.
Eftir ferðaætlanini skal hann leggja frá landi klokkan 14:45, men líkt er til at bíðað verður eftir tí seinasta ferðafólkinum.
Eitt av ferðafólkunum stendur ótolið og hyggur inn har bilarnir standa, tí maðurin skuldi líka eftir onkrum, ið lá eftir í bilinum.
Samstundis við hetta hava fólk fingið seinasta viðførið, súkkluna og eskjurnar umborð, og løtu seinni er klárt at leggja til brots.
Soleiðis hevur verið á bryggjuni í eitt mannaminni, men gongur soleiðis sum Strandferðslan – og helst svínoyingar og fugloyingar við! – kann ein nýggj ferja fara at røkja hesa farleiðina longu í ár.
Tað man helst eisini vera tíð uppá, tí Másin sum komandi ár verður fimmti ár, man hava slitið og siglt fyri seg.
Kemur helst í ár
Fólk frá Strandferðsluni hava í eina tíð havt eygu eftir einihvørjari ferju, sum kundi loysa Másan av á farleiðini um Svínoyarfjørð.
Í Svøríki eru teir komnir í samband við eitt meklaravirki, ið hevur eitt far til sølu og sum tykist vera vælegnað til serstøku farleiðina av Hvannasundi og til eystastu oyggjar okkara.
Talan er um farið »Medsjö« sum er bygt í 1981 og er á leið somu stødd sum Másin. Tað var í síni tíð bygt til svenska statin og er um 21 metrar langt.
Tað er ført fyri at flyta 55 ferðafólk í svenskum farvatni. Um sama talið kann flytast um Svínoyarfjørð er ein spurningur, sum føroyska Skipaeftirlitið skal avgera.
Strandferðslan hevur fingið eina lýsing av ferjuni. Fyrst í august mánaði fara umboð fyri Strandferðsluna, Skipasýnið og manningina yvir hagar at hyggja eftir skipinum.
Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni upplýsir fyri Sosialinum, at gongur alt sum ætlað, kann tann nýggi Másin koma til landið longu í ár.
Gamalt sjóverjuskip
»Medsjö« varð í síni tíð bygt til svensku bjargingartænastuna. Fram til 2001 varð farið í hesi tænastuni, tá tað varð selt til svensku sjóvinnufyrisitingina og varð nýtt sum pilot-bátur og ísbrótari í norðara parti av Eystursjónum.
Um stutta tíð verður so avgerð tikin um hetta farið fer at verða sett í sigling í norðara parti av oyggjalandi okkara.